Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Audi­tions til X-factor eru í hópa­tali í Danmark í hesum døg­um. Í Århus hava 1500 roynt seg sum sangarar, og í løtuni gera enn fleiri tað sama í Keypmannahavn. Føroyingar kunnu gleða seg til enn ein vet­ur við fríggja­kvøldum fram­man­ fyri sjónvarpsskíggjanum, tí sannlíkindini fyri at ein føroyingur kemur langt í kappingini aftur hesa­ferð, eru góð. Heili fýra før­ oy­ing­ar hava vunnið seg víðari til at sleppa at syngja fyri dómarunum, og hin fyrsti teirra, Janus Wiberg Morten­sen, avdúkar á face­ book, at hann eisini er kom­ in víðari haðani og skal á boot-camp. Hinir føroyingarnir eru James Olsen, Bjarni Jøkla­ dal og Maria Lindenskov. Bjar­ni Jøkladal hevur áður ætl­að sær at verið við í X-factor, og í ár var gylt høvi hjá danska blaðnum BT, har fólk kundu senda sjón­band av sær sjálvum og vinna sær luttøku í X-factor. Hetta gjørdi Bjarni. Maria Lindenskov var, eins og Janus, til audi­tion týsdagin, men fyri­skip­ar­ ar­nir av X-factor siga við Sosial­in, at tey ikki kunnu av­dúka nakað um hana, og at tað framhaldandi má eitt 'sur­prise', sum starvsfólkið tók til. Við hesum orðunum kun­nu vit tó lættliga leggja tvey og tvey saman. Sjónbandaupptøkur eru meðan føroy­ing­ar­nir syng­ja til audition, men tað eru tó ikki allar, sum verða vístar í sjón­varpi­ num. Tað er tó greitt, at nú heili fýra føroyingar eru við til audition og teir fyrstu longu eru komnir víðari, eru góð sannlíkindi fyri, at før­oysk­ir hyggjarar sleppa at síggja onkran føroying í sang­kapp­ing­ini í vetur. albinus@sosialurin.fo X-factor Fyrstu føroyingarnir hava nú verið til audition og onkur teirra er longu komin víðari til boot-camp. Nógv bendir á, at føroyingar aftur í ár við spenningi sleppa at fylgja føroyskum luttakara, tí enn eru heili fýra føroyingar við! Bjarni Jøkladal Aldur: 36 ár Yrki: Lesandi á CBS, útbúgving cand.merc.aud Hví fórt tú við í X-factor? X-factor hevur, síðani tað byrjaði í DK, verið alsamt vaksandi og hevur tí eisini fingið størri og størri áhuga. Ikki minst frá mær. Hinvegin hava nervarnir altíð leikað so í tá man bara hevur spælt við tankan um at verða við, men tá BT útskrivaði "smuttvegs"- kappingina helt eg at man líka so gott kundi royna at senda eitt videoklip inn. Hetta gjørdist so mín atgongd til audition frammanfyri Blackman, Idu og Annu. Maria M. Lindenskov Aldur: 17 Yrki: Lesandi á Studentarskúla Hví fórt tú við í X-factor? Tí at eg elski at syngja og upptraðka Fýra føroyingar