mikudagur 3. oktober 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Tað er í høvuðsheitum um
føroysk grót- og steinsløg,
frálæran skal snúgva seg
um, og hevur Jarðfeingi
í hesum sambandi gjørt
eitt
risa
arbeiði
í
at
savna brot av teimum
seks grótsløgunum, sum
Føroyar í høvuðsheitum
eru gjørdar av. Tey eru
blágrýti,
feldspattbasalt,
olivinbasalt,
royðugrót,
leirgrýti og kol.
Til endamálið er gjørt
eitt serligt rullandi skáp,
har grótsløðini eru at finna
í teimum ymsu skuffunum
og skulu vera ein partur
av
undirvísingini
hjá
lærarunum.
Tað var Uni Árting frá
Jarðfeingi, sum týsdagin
hevði
eina
framløgu
í
skúlanum á Argjahamri,
har fyrsta royndin við
hesum skal vera. Nógvir
áhugaðir
lærarar
og
skúlaleiðsla
vóru
møtt
til framløguna, sum var
lívlig og bar brá av, at hetta
hugskotið
avgjørt
var
nakað, sum skúlin ætlar at
taka til sín.
Sum framløgan sjálv
segði tað so væl, so er
endamálið
“at
kveikja
tilknýti millum næming
og
jarðfrøðina
á
ein
spennandi og øðrvísi hátt.
At vísa børnum og ungum
fjølbroytni í náttúruni við
bæði
lutum,
skrivligum
tilfari, myndum og upp
livingum í náttúruni.”
albinus@sosialurin.fo
Jarðfeingi
hjálpir
skúlunum
Frálæra Jarðfeingi er nú farið
inn um skúlagáttirnar kring
landið við øðrvísi frálærutilfari
um jarðfrøði. Undir heitinum
“Føroya Jarðfrøði – grót og
steinsløg inn um skúlagátt”
skal frálæran innan jarðfrøði
nú kollveltast við nýggjum
og snildari frálæruhættum
Janus Wiberg Mortensen
Aldur: 21
Yrki: Flakamaður
Hví fórt tú við í X-factor? Fyri at fáa plátusáttmála,
sum eg sleppi undan at gjalda sjálvur. Tað er
eisini spennandi at royna seg sjálvan av.
James Olsen
Aldur: 42
Yrki: Lýsingarráðgevi
Hví fórt tú við í X-factor? - X-Factor er ein góð lopfjøl til at
vísa, hvør mann er, og hvat mann dugir. Klárar tú teg væl
í kappingini og endar í topp trý, eru útlitini rættiliga góð
fyri at tú kanst fáa ein plátusáttmála, og tað er tað, eg vil.
í X-factor