Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Tá ið eg kom til Føroya fyri átta árum síðani, hevði eg ikki væntað, at Føroya Sym­foni­orkestur nakrantíð skuldi megna at spæla tón­ leika­verk, sum hesi. Tað sigur Bernharður Wilkin­son, sum enn eina­ ferð dirigerar Føroya Sym­ foni­orkestri, tá ið tað hevur kon­sert í Norður­land­a­húsi­ num leygarkvøldið klokkan 19.30. Hann sigur, at orkestrið hev­ur ikki havt eina vanliga klass­iska konsert síðani í apríl, so hetta er eitt gylt høvi at hoyra tað aftur. Tey hava sett saman eina skrá við trimum krevj­andi verkum, sum eru ein stór av­bjóðing fyri tón­leik­ar­ar­ nar. - Her er eisini talan um tríggj­ar frumframførslur, tí hesi verk eru aldrin spæld í Før­oyum áður. - At orkestrið bjóðar til at fara í holt við verk, sum hesi, vísir, hvussu nógv tón­ leikar­arnir eru mentir, tí tá ið eg kom til landið fyri átta árum síðani, hevði eg ikki væntað at hoyrt slík­an tónleik frá einum før­oysk­ um symfoniorkestri, sigur dirigenturin. Trý krevjandi verk Á skránni eru trý verk. Fyrsta verkið er eftir russ­iska tónasmiðin, Glinka, nevniliga Ruslan og Lu­d­ mila ouverturan, sum er eitt satt fýrverk av tónleiki. Annað verkið á skránni eru Haydn variatiónirnar hjá týska tónasmiðinum, Brahms og eftir ein steðg, fer orkestrið at spæla fyrstu sym­foni hjá finska tóna­ smiði­num, Sibelius. Glinka skal hava skrivað "Ruslan og Ludmila" ouvert­ur­una eftir einari nátt, tí hann í skundi hevði brúk fyri einum dømi til næmingar í sínum kom­po­ si­tións­klassa. Verkið hjá Brahms er nógv spælt og væl dámt. Tað byrjar við einum korali úr einum blásarverki hjá Haydn. Síðani koma átta variatiónir í skiftandi hug­ løgum, og at enda ein long Finala. - Í verkinum hjá Sibel­i­us hómast tað kenda norð­ur­ lendska og eisini føroyska, døkka huglagið, men eisini eitt sera yndisligt lag, sigur Bernharður Wilkinson. Hann sigur, at øll trý verkini eru sera krevjandi og sostatt ein stór avbjóðing hjá tónleikarunum. Men hann leggur afturat, at tað hevur sera stóran týdn­ing fyri at menna orkestr­ið, at tey geva seg í kast við avbjóðandi verk, sum hesi. Randi Jacobsen Manadagin, sum var 1. oktober, skrivaðu Figg­jar­ málaráðið og Starvs­man­na­ felag undir sátt­mála, sum hesa ferð var óvan­liga lagur. Sátt­málin er ein trý ára sáttmáli og gong­ur fram til 1. oktober 2015. Starvsmannafelagið hev­ ur roknað seg fram til, at saman­lagt fáa limirnir eina lønar­hækk­an hesikomandi ár­ini svarandi til 5,5 prosent. Seinasta ár valdi Starvs­ manna­felagið at leingja samla sáttmálan eitt ár, tí felag­ið vildi ikki ganga við til, at limirnir skuldu hava so ójav­na lønarhækking. Men hesa ferð verður mun­ur á, hvat limirnir fáa aftr­at, men bara fyrsta árið. Fyrsta árið fáa øll almenn starvs­fólk, sum fáa lønir upp til 32.000 krónur, 440 krón­ ur aftrat um mánaðin, og lønarhækkingin fellur linju­ rætt uppeftir, soleiðis at tey, sum forvinna 50.000 krón­ur um mánaðin fáa onga lønar­ hækk­ing hetta kom­andi árið. 1. oktober 2013 verður ein lønar­hækking á 190 krónur um­framt eina hækking á 0,9 pro­sent, og 1. oktober 2014 hækk­ar lønin 1,9 prosent. Gamli sáttmálin gekk út 1. okto­ber. 30. september klokkan 14 byrj­aðu samráðingarnar, og dagin eftir klokkan 15 varð sátt­málin undirskrivaður. Lægstu lønirnar fáa mest Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið brúktu bara 25 tímar um at gera trý ára sáttmálan Konsert við trimum krevjandi verkum Leygarkvøldið hevur Føroya Symfoniorkestur konsert og á skránni eru krevjandi verk, sum vísa, hvussu nógv orkestrið eru ment seinastu árini Tað er langt síðani, at Føroya Symfoniorkestur hevur spælt eina vanliga, klassiska konsert. Men tað gera tey leygarkvøldið, tá ið trý, krevjandi verk eru á skránni, sum aldrin eru spæld í Føroyum áður, sigur Bernharður Wilkinson, dirigentur