mikudagur 3. oktober 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur:
Komandi Miðvika verður um ein kendan
útróðrarmann í Leirvík, Jóan Karl á Skála.
í nógvan ís, sum teir blivu fastir í.
Ikki fyrr enn í oktober mánað árið
eftir vóru útlit fyri at sleppa leysir
av ísinum aftur. Men tá ið ísurin
fór at losna aftur, gekk so hart á, at
skipið skipið varð knúst av ísinum.
Manningin mátti lívbjarga sær á
sjálvum ísinum. Tann 24. apríl 1916
fer Shackleton - undir ringastu um
støðum - saman við nøkrum monn
um við báti at søkja hjálp. Tað var
stór neyð á monnunum, sum vóru
eftir. Men tann 30. august 1916
eydnaðist tað at bjarga manningini,
635 dagar eftir, at teir vóru farnir úr
Grytviken. Tað er ringt at ímynda
sær, hvat hesir menn hava verið úti
fyri.
Ernest Shackleton doyði í 1922 av
einum hjartatilburði. Hetta hendi
júst á South Georgia, tá ið hann var
ávegis eini nýggjari Suðurpólsferð.
Einki ómøguligt fyri
Gud og eina finna
Hvalastøðin í South Georgia hevði
ein tangabát liggjandi, sum teir
fermdu við spermalýsi. Báturin var
tískil nýttur sum goymsla. Hetta
var lýsi úr kúluni á hvalunum, og
var serliga tað sera tjúktflótandi.
Ein annar tangabátur kom at
taka lýsi burtur úr hesum bátinum.
Av tí, at tað var so kalt og hart frost,
var alt lopið saman. Tað bar tískil
ikki til at pumpa lýsið upp. Tummas
og ein finni, sum var kavari og sum
var ómetaligur sterkur og raskur
maður, fingu til arbeiðis at leggja
damprør niður í tangarnar at hita
lýsið upp, so tað kundi verða pump
að upp í hin tangabátin. Tumm
as spurdi finnan, hvussu tað bar
til, at hann troystaði sær so væl.
Tað var jú sera kalt. Finnin spurdi
tá Tummas, um hann ikki kendi
orðatakið: "Tað er einki ómøguligt
fyri Gudi og einum finna".
Nú leypa vit fram til seinna
heimsbardaga, tá Føroyar vóru
hersettar av bretum. Bretar fóru at
vísa ljósmyndir í turkihúsinum hjá
Petur Weihe í Søldarfirði. Tá var tað
soleiðis, at tað vóru trúarsamfeløg,
sum ikki vildu, at teirra børn fóru at
hyggja at ljósmyndum. Tey spurdi
Tummas, hvussu tað bar til, at hann
loyvdi sínum synum at síggja film.
Hann svaraði, at á hvalastøðini,
har hann hevði arbeitt, var einki
annað til skemtunar enn eitt film
vísingartól, sum stjórin á støðini
átti. Hann kundi ikki nokta øðrum
tann sama stuttleikan, sum hann
sjálvur hevði havt!
Ljósmyndatólið á hvalastøðini
var eitt, sum mátti vindast við
hond. Fyristøðumaðurin var lág
vaksin maður, og teir eyknevndu
hann "skredderen", tí tað var sagt,
at skraddarar vóru smáir menn.
Eitt kvøldið hann vísti film var
ein lítil maðurin í filminum. Tá
rópar ein av monnunum í salinum:
"Se skredderen". Tá gjørdist hann
illur, sløkti apparatið og fór til hús.
Fyristøðumaðurin
í
South
Georgia var norðmaður, sum teir
flestu á støðini, tí tað vóru norð
menn sum róku støðina fyri bretar.
Fyristøðumaðurin plagdi at vera í
Noregi, og eitt summar kom hann
eisini til Føroya at vitjaði hvala
støðirnar her. Tá kom hann við
heilsan til Tummas. Hann spurdi,
um teir fingu nógvan hval. Hann
svaraði, at tað teir fyrr fingu av lýsi
fyri árið, fingu teir nú í ein dag.
Støðin skuldi
spreingjast í luftina
Arbeiðið á støðini var hart. Hesi
tvey árini Tummas var har, doyðu
seks mans. Tað var ikki so lætt at
staðfesta deyðsorsøkina. Ein russari,
sum arbeiddi har, lá ein morgun
deyður millum dampketlarnar.
Tveir týskarar arbeiddu eisini á
hvalastøðini. Teir vórðu tiknir, tá
fyrri heimsbardagi byrjaði í 1914.
Eina ferð kom ein týskur krúss
ari og skuldi spreingja støðina í
luftina. Bretar høvdu fingið at vita
um hetta frammanundan, og ein
japanskur og ein bretskur krússari
komu fram til støðina, áðrenn
týski krússarin náddi fram. Japan
var tá í parti við Bretlandi, og tann
japanski krússarin bjóðaði sær
at hjálpa tí bretska. Tann bretski
takkaði og segði, at gjørdist hann
við undirlutan, so vildi hann hava
hjálp. Men hann skuldi fyrst royna
sjálvur. Teir løgdu seg aftanfyri
eitt nes, tann bretski uttari og hin
innari. Tá týski krússarin kom
undan nesinum, skeyt tann bretski
við øllum kanónunum. Týski krúss
arin sakk, áðrenn hann fekk loyst
nakað skot av.
Vildi ikki hava
landkrabbar við
Arbeiðsmenninir fingu eitt eyka
bonus, sum var 1,5 oyru fyri hvørja
tunnu av lýsi, og hetta gav Tummas
kr. 1.600 umframt sjálva lønina.
Tummas greiddi frá, at hann
spurdi ofta ein skipara á einum
av hvalabátunum, um hann ikki
kundi sleppa við ein túr at skjóta
hval. Hesin svaraði bara aftur, at
hann vildi ikki hava landkrabbar
umborð á skipið hjá sær, so har var
einki at gera.
Heimaftur í krígstíð
Tá ið Tummas so gjørdi av at
fara heim aftur, var tað við sama
damparanum "Kurunda". Teir vildu
hava Tummas at vera eitt hálvt
ár afturat, men hann fór kortini
heim. Hevði hann bíðað, so hevði
hann verið umborð á einum skipi,
sum varð torpederað av týskarum.
Menninir bjargaðust, men tey 6
konufólkini, sum vóru við sum
kokkar, druknaðu øll.
Tá ið teir komu norður aftur til
Leith, var havnin har full av týsk
um skipum, sum vóru tikin inn
av bretska herflotanum av krígs
ávum.
Kríggið var tá uppá tað harðasta.
Tað bar ikki til at hava eftirlit
við øllum skipunum. Øll skipini
høvdu dampmaskinur. Fyri at
forða teimum í at rýma, varð tann
týdningarmesti parturin tikin úr
maskinuni. Hetta var glíðarin, sum
stýrir dampinum inn í maskinuna.
Uttan hann slapst ongan veg.
Ein týskari hevði krógvað sær
eina fíl, og hevði fílað sær ein
glíðara, og var so rýmdur á náttar
tíð. Men hann slapp tó ikki langt,
fyrrenn hann varð tikin inn aftur.
Tá ið Tummas kom heim, hevði
hann við sær litpostkort, sum
sera væl lýsa hvalaveiðuni í Suður
Georgia. Nakrar av teimum eru við
í hesi greinini.
Tummas var, sum tað ikki er
ókent í ættini, sera fittur í hondun
um. Hann kom seinni at hava eina
smiðju í Grønuskriðu á Skipanesi,
har uppgávurnar vóru ótaldar.
Hetta hevur Valdimar eisini áhuga
verda frásøgn um, og fara vit at
taka hetta upp aftur seinni.
Tummas kom at kenna kenda
pólfararan Ernest Shackleton
Endurance hjá Shackleton. Her kom Tummas at arbeiða umborð
Valdimar Tómasson er keldan til hesa søgu um pápa
sín. Inntil fyri nøkrum árum síðani hevði Tummas eitt
fornminnissavn heima við hús. Her melur hann eina kvørn
Sjóelefantur á South Georgia
við sínum haremi