mikudagur 3. oktober 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Henda frásøgnin er um Thomas
Jacobsen, Tummas í Grønuskriðu
á Skipanesi, sum fór hesa longu
leiðina. Sonur hansara, Valdimar,
er ein fróðarmaður, sum í síni tíð
hevði fleiri áhugaverdar frásagnir í
FF-blaðnum. Hann er høvuðskeldan
til hesa frásøgn:
Tummas Jacobsen var føddur
á Skipanesi í 1876. So ringar vóru
umstøðurnar heima á Skipanesi,
at tá ið hann var 10 ára gamal mátti
hann fara út at arbeiða, hann fór til
Lassen Weihe á Selatrað. Á Selatrað
varð Tummas eisini konfirmeraður.
Tá ið hann er í kirkjuni, er hann í
klæðunum hjá Andreas Weihe,
sum var nógv eldri enn Tummas,
so klæðini munnu helst hava verið
nakað stór uppi á honum.
Síðani fór Tummas til Norðra
gøtu at búgva, har hann kom at
vera í Blásastovu, har tað nú er
fornminnissavn.
Blásastova
er
næsta grannahús til Mortanstovu,
har systir Tummas, Marin, giftist
inn. Har fekk hann tað gott. Hann
kom hann eisini seinni at búgva í
Gøtu, og hann gjørdist eisini limur
í kommunustýrinum.
Tá ið Jóan David, beiggi Tummas,
bygdi úti á Fløtum í Norðragøtu,
stóð Tummas fyri byggingini. Hann
hevði nevniliga lært at smíða í
Mikladali, har hann fann ta fyrru
konuna. Jóan David hevði keypt so
nógv tilfar, at nógv var til avlops, tá
ið hann var liðugur. Tummas bygdi
tískil upp í húsini hjá Jóan David
av avlopstilfarinum. Fyri at fáa
timbrið at strekkja betur kloyvdi
hann plankarnar, og hetta riggaði
væl.
Í 1909 flytir Tummas yvir aftur
á Skipanes, og hann fer at arbeiða í
smiðjuni á bedingini á Skála. Tá var
eingin vegur, men tað lá væl fyri at
fara um fjørðin í báti.
Til Suður Georgia
Í 1913 tekur Tummas eitt stig, sum
sjálvt í dag vildi verið hildið at vera
stórt. Hann fer til Suður Georgia,
sum er ein partur av Falklands
oyggjunum, sum liggja út fyri
Argentina. Har arbeiddi hann á eini
hvalastøð. Tá ið bretski flotin í 1982
fór til Falklandsoyggjarnar at taka
tær aftur frá Argentina, sum hevði
hersett tær, var South Georgia
fyrsta landi teir tóku aftur. Hetta er
nærum so langt burtur úr Føroyum,
sum tað kann vera.
Tað var jú soleiðis, at norðmenn
høvdu stórt hvalaveiðuvirksemi
í Suðuríshavinum. Hetta var jú
langt heimanífrá, so teir bygdu
hvalastøðir har á leiðini. Í 1904
bygdi skiparin Carl Anthon Larsen
eina hvalastøð í Grytviken í South
Georgia, og navnið sigur eisini,
hvussu har sá út. Víkin var formað
sum ein grýta. Øll útgerðin til
støðina varð sigld allan tann langa
teinin úr Sandefjord, sum var hvala
høvuðsstaðurin í Noregi tá.
South Georgia er 4.000 ferkilo
metrar til støddar. Her býr einki
fólk fast nú. Hóast ein partur
av
Falklandsoyggjunum,
liggur
South Georgia 1.300 km úr Falk
landsoyggjunum sum vit kenna
tær. Meira enn helvtin av South
Georgia er fjald av kava. Tað sigst,
at tað vóru aðrir føroyingar, sum
fóru hagar at arbeiða. Um nakar
veit um nakran av teimum at siga,
høvdu vit fegin viljað frætt.
Tummas fekk arbeiði her gjøg
num Salvesen í Leith. Skipið, hann
fór við, kallaðist "Kurunda", og tað
tók ein mánað at sigla til Suður
Georgia. Teir fóru eisini inn í Afrika
eftir monnum, sum skuldu arbeiða
á hvalastøðini.
Hesir seks menninir, sum komu
umborð í Afrika, vóru mettir at
vera hálvavegna villir, so kokkurin
gav teimum bara onkran mat upp í
eina spann, og úr henni ótu teir við
hondunum.
Men so ein dagin gav kokkurin
einum av teimum skaffigreiður,
knív, gaffil og skeið. Nakað aftan
á hoyrdist sovorðið løgið klirr, tá
ið hesin sami maðurin gekk. Tá sá
kokkurin, at maðurin hevði brotið
skaffigreiðirnar sundur og hongt
tær niðanfyri knæ til pynt.
Sum tíðin leið, blivu hesir menn
inir av allar raskastu arbeiðsmonn
um, og Tummas gjørdist vinur við
fleiri av teimum.
Ein teirra kallaðist Pietro og
ein Tiofildavas. Pietro var serliga
sterkur. Tá ið teir fara norður aftur
til Afrika aftaná tíðina á South
Georgia, vórðu hesir menninir settir
av, har teir vóru tiknir umborð.
Pietro kom tá umborð aftur við
eini stórari teggju av bananum at
geva teimum. Teggjan var so stór,
at Tummas mátti fáa ein mann
at hjálpa sær at bera hana niður
í maskinrúmið. Har var so mikið
heitt, at bananirnar kundu búnast
har, so tær kundu etast.
Shackleton sum húsfólk
Aftur til Suður Georgia. Hiðani vóru
nógvar hendingar at siga frá, og var
tað serliga vetrarkvøldini heima á
Skipanesi, at tey sótu og lurtaðu
og lurtaði eftir søgum hagani, sum
Tummas greiddi frá.
Tann mest spennandi av hesum
frásagnunum var um pólfararan
Ernest Shackleton, sum gjørdist
heimskendur fyri sínar ferðir til
Suðurpólin. Tá var hvørki útvarp
ella sjónvarp, so tey høvdu góða
tíð at lurta, og tað kendist næstan,
sum at Ernst Shackleton gjørdist
húsfólk heima hjá teimum.
Skipið hjá Shackleton "Endu
rance" lá ein góðan mánað á King
Edvard Cove, sum Gryteviken var
kallað á enskum. Smiðurin á støðini
og Tummas gjørdu eitt tannhjól
aftur umborð á skipi hansara. Hetta
tók sína tíð, so Tummas kom tí at
kenna allar umborð, eisini Ernest
Shackleton sjálvan.
Hetta árið var serliga ringur
vetur, so Ernest Shackleton mátti
liggja og bíða eftir líkindum, og
teir blivu tí nakað seinkaðir á síni
ætlaðu ferð til Suðurpólin. Tummas
sá teir so ongantíð aftur, eftir at teir
vóru farnir.
Annars var hetta ein minniligur
vetur, tí hann var so serliga kaldur.
Júst hendan ferðin hjá Shackle
ton gjørdist ein tann mest kenda
pólkanningarferðin í søguni. Filmur
er gjørdur um ferðina, og hevur
hesin eisini verið vístur í føroyska
sjónvarpinum.
Aðrir vóru komnir til Suðurpólin
frammanundan, men Shackleton
setti í seg, at hann skuldi fara tvørt
ur um Suðurpólin frá strond til
strond. "Endurance" fór úr London í
august 1914. Fyrsta støðin var South
Georgia, og her var tað, at leiðirnar
hjá Tummas og Shackleton kross
ast.
Bert tveir dagar eftir, at "Endu
rance" var farin úr South Georgia
tann 5. desember 1914, sigldi teir seg
Tað er kent, at hóast føroyingar eru fáir, so hava teir til allar tíðir sløðst alla staðni um heim.
Longu fyri 100 árum síðan funnust føroyingar á norskari hvalastøð í South Georgia
Tummas á Skipanesi: Á hvala
støð í 1913 hinumegin knøttin
Tummas (1876-1947) fór fyri 100 árum síðani til
South Georgia at arbeiða á hvalastøð
Hvalabátar í Grytviken