mikudagur 3. oktober 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Smávirksemið eigur
at mennast aftur
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Sum smádrongur búði eg við
gomlu kolasøluna, arbeiddi
á Bacalao eftir skúlatíð og
lossaði annars á keiini. Tá
vóru kommunalu arbeiðs
plássini fá í tali, tí tað vóru
bara
brennistøðin,
vatn
verkið, grótbrotið og asfalt
verkið, sum tá var størsta
arbeiðspláss í kommununi.
Men býurin uddi kortini
av lívi, smávirksemi, handli
og tænastuvirksemi, so sjálvt
smáar hendur fingu altíð
okkurt at gera, um bara hug
urin var. Vágsbotnur kókaði
av lívi, ferðabátar, mjólkar
bátar og smábátar, ið seldu
fisk. Fyritøka var á hvørjum
horni og ímillum hornini.
Smáar klædnasølur, handlar,
eitt ótal av bakaríum og tæn
astur á mongum økjum.
Ein kostnaður, menningin
seinnu mongu hevur havt, er
at smávirksemið, sum skapti
lív í gamla býnum, er minkað
burtur í einki. Ein natúrlig
gongd, sum vit ikki bara
síggja her í Føroyum, men
allastaðni. Tað virkar sum
um, at alt virksemi má hava
ávísa stødd fyri at yvirliva.
Men tað nýtist ikki altíð at
vera so, tí vit kunnu skapa
arbeiði til nógvar hendur við
at skapa karmar og fjálga um
alskyns smávirksemi.
Nógvur peningur skal til
at byrja veruligt fiskiídnaðar
virksemi á landi. Umframt
íløgur í framleiðslutól, skal
kapitalur at keypa rávøruna,
vit mugu hava skip – og ikki
minst skulu vit hava atgongd
til og lut í tilfeinginum - tí
sum er, er høvuðsstaðurin í
ólukkumát fyri vanbýti í til
feingisbýtinum.
Men tað skal minni til at
skapa smærri framleiðslu
virki. Tað hevur eisini víst
seg, at har fólk ganga saman
í leigumál um framleiðslu
og sølu, har ber væl til. Og
Bacalao stendur bara og
bíðar eftir tílíkum virksemi.
Okkum tørvar eina íverk
setarastovu í høvuðsstað
num, ein klekingardepil við
tøkniligari og fíggjarligari
ráðgeving
til
fólk,
sum
ynskja at byrja egna fyri
tøku, har atgongd eisini er
til viðkomandi gransking og
menning. Tí tað er alneyðugt,
at fleiri fyritøkur og virki
verða sett á stovn í komm
ununi, so vinnulívið kann
vaksa.
Ein tílíkur depil kann økja
um vakstrarmøguleikarnar.
Kommunan skal vera við til
at skapa eitt umhvørvi, so
leiðis at íverksetarar kunnu
læra av hvørjum øðrum,
geva hvørjum øðrum íblást
ur og stuðla hvørjum øðrum
við vitan og royndum innan
fígging, útflutning, mark
naðarføring, patent v.m.
Fíggjarnevndin
hevur
arbeitt við einum ítøkiligum
uppskoti um eitt tílíkt hús,
og er stundin nú komin
at finna hetta framaftur.
Kommunan eigur hús, sum
uttan stórar íløgur kann
innrættast við skrivstovum
og fundarhøli við atgongd til
net, printara og aðrar hent
leikar. Kommunan kann tí
skjótt skapa karmar fyri
slíkum virksemi, um bert
politiskur vilji er til tess.
Við stuðli til karmar frá
kommununi kann virksemið
í hesum húsi skjótt hvíla í
sjálvum sær. Møguligt skal
vera at leiga eitt skrivaraborð
ella eitt høli í ein dag, eina
viku, ein mánað, alt eftir
tørvi. Etableraðar fyritøkur
skulu eisini kunna leiga
fundarhøli til eitt nú video
ráðstevnur og tiltøk, sum
kunnu koma húsinum og
teimum sum virka har til
góðar.
Endamálið má vera at
skapa
samstarv
millum
íverksetarar og fyritøkur í
kommununi. Húsið skal vera
soleiðis innrættað, at tað
eggjar til skapan og skal bjóða
upp á hentleikar, tíðarrit v.m.,
so uppfinnar, designarar, rit
høvundar, tøkni-mennarar
og øll møgulig skapandi og
nýhugsandi fólk trívast.
Húsið eg tosi um liggur
í Kongagøtu. Mitt í býnum
har lætt er at koma til og frá
og skjótt er til alt tað sum
miðbýurin kann bjóða av
øðrum sosialum og mennandi
tilboðum og karmum. Sjálvur
trúgvi eg tað hevði verið
ein fongur fyri býin, hevði
kveikt og ment hópin av
smávirksemi, sum í verandi
løtu ikki fer í gongd, tí tað er
ongastaðni ein kann byrja í
tí smáa, ongastaðni ein kann
leita sær hjálp og vegleiðing,
og ongastaðni ein kann virka
í einum umhvørvi við fólki
sum eru ella hava verið í
somu støðu.
So tað er ikki berur
romantikkur, tá eg hugsi um,
hvussu tað uddi við smá
virksemi í gomlu Havnini.
Eg trúgvi fult og heilt á, at
vit góðum samstarvi og røttu
kørmunum fara vit at fáa lív
í miðbýin og virksemið fram
við kaikantarnar!
kommunuval 2012