Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heðin Mortensen, borgarstjóri, í setanar­røðu Eldra­ dagin 2012 – Tað tykist tíverri ofta sum yngru ættarliðini hava gloymt tørvin á tí lívsvísdómi og teimum royndum, sum okkara eldru sita inni við. Okkara eldru eru besta prógv um, at her er ikki talan um viknaðar sálir ella boygdar kroppar, men um virkin og vakin fólk, ið hava eina innara orku og eitt vit, sum bert lívsins lærdómur gevur, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti eldradagin í Tórsgøtu. Í røðuni segði Heðin Mortensen, at ST hevur samtykt at halda ein altjóða eldradag hvønn 1. oktober. Tórshavnar kommuna hevur sam­ tykt tað sama, og við tiltakinum verða Tórshavnar kommuna og Eldraráðið partar av tí altjóða eldra­ degnum. – ST setir í ár fokus á ”tað langa lívið”. Vit liva longri enn fyrr. Tað setir størri krøv til okkum sjálvi um at liva betur, at fara betur við okk­ um sjálvum, so vit ikki bara fáa eitt longri lív, men eisini liva væl. – Miðalaldurin hækkar støðugt, og merkir hetta, at vit vera fleiri eldri. Summi nevna hetta eina eldrabyrðu, men sum eg ofta havi víst á, so er tað avbera respektleyst at siga, og hetta er eisini langt úti. – Tíbetur er okkara samfelag samansett av øllum aldursbólkum. Áður vóru ættarliðini knýtt saman nátúrliga gjøgnum arbeiðið í ger­ andisdegnum. Ættarliðini høvdu brúk fyri hvørjum øðrum, og omma og abbi høvdu sín nátúrliga leiklut í húsarhaldinum. – Í dag er ikki vanligt, at fleiri ættarlið búgva í sama húsi. Tað tykist tíverri ofta sum yngru ættar­ liðini hava gloymt tørvin á tí lívsvís­ dómi og teimum royndum, sum okkara eldru sita inni við. Okkara eldru eru besta prógv um, at her er ikki talan um viknaðar sálir ella boygdar kroppar, men um virkin og vakin fólk, ið hava eina innara orku og eitt vit, sum bert lívsins lærdómur gevur. – Tá ið vit møta eldri fólki, sum eru virkin, hava vit lyndi at gloyma, at tað eisini eru eldri, sum eru óhjálpin. Tí er tað gott, at vit hava virkin eldrafeløg og her í komm­ ununi eisini eitt eldraráð, ið kunnu geva okkum politikkarum ráð og vegleiðing um loysnir til okkara eldru. – Øll vita vit, at heilsugóður matur og rørsla hava stóran týdn­ ing fyri okkum bæði kropsliga og trivnaðarliga – tað veri seg ung sum eldri. Júst hetta, at aktivera borgarar – at eggja til ítrótt og rørslu – er eitt av hjartamálunum hjá okkum, sum varða av landsins størstu kommunu. – Vit hava eitt nú roynt at skapa karmar í vakrastu umhvørvunum í kommununi til sonevnt ”útifimi”, men týdningarmiklasta er, at vit standa saman og nýta hesi tilboð og fylla út karmarnar. – Ein trivnaðarkanning vísir, at nøgdsemið er størst millum tey eldru her í høvuðsstaðnum. Bara seks av hvørjum hundrað fólka­ pensjónistum vóru illa nøgdir. Sam­stundis vísti kanningin, at her í høv­uðsstaðnum er nøgdsemið størst í mun til aðrastaðni í landin- um. Vónandi eru hetta tøl, ið vísa, at vit í Tórshavnar kommunu eru á rættari leið og støðugt fáa undir­ bygt visjónina um okkara komm­ unu sum eitt trivnaðarsterkt øki fyri okkara eldru. – Mín stóra vón er, at Tórshavnar kommuna eisini í framtíðini skal vera eitt gott og trygt stað hjá øllum, yngri sum eldri. Vit eiga alla tíðina at hava fyri eygað, at trivnaður skal standa í hásæti, tí uttan hann kann alt hitt líkasum gera tað sama. At enda fari eg at ynskja okkum øllum ein góðan eldradag í vón um, at eisini hesin dagurin fer at økja um trivnað og samanhald, og at stór nytta verður í teimum átøkum og tilboðum, sum standa øllum í boði í dag. – Sum eg nevndi í áðni, so hevur ST á ársins altjóða eldradegi sett fokus á tað langa lívið. Eg havi hug at leggja aftrat – tað langa og góða lívið. Tí lívið er ein gáva og tess størri er gávan, tá vit á ellisárum eisini eru frísk og ferm longri enn áður. – Vit kunnu tí eisini gleðast um, at vit í grundini liva í einum góðum samfelag. So góðu tit – góðan eldra­ dag øll somul, segði Heðin Mort­ ensen, borgarstjóri, at enda. Respektleyst at tosa um eldrabyrðu Onkuntíð ert tú í miðjum heimi, har ljómur er í tíni sál og í fjalnari vitsku, sum verður drigin fram í ljósið á “lunnavagni” í musikalskari og musiskari ond. Alt fer upp í eina kensluliga eind í tónum og ljómi, sum nertur við tað innasta hugfarið, sum er í tíni sál. Hetta er okkum givið í tónleikinum, sum kensluliga nemur við okkum - her og nú !!! Hetta kunnu vit sjálvsagt kjakast um, og kanska verða vit samd ella ósamd um hetta ríkidømið. Ikki kunnu vit taka í tað, men vit hoyra tað, og kunnu leggja hetta í okkara geyma. Edvard Munch og Antoni Gaudi Hevur tú sæð Skríggið hjá Edv. Munch einaferð, gloymir tú tað ongantíð aftur. Sjálvur málningurin er ein vánaligur málningur, men hann lívir og lívgar, og tá ið tú hyggur at brúnni í málninginum, er tað eins og ein fossur, ið kemur ímóti tær - vegurin frá tí ókenda inn í tað ókenda. Tann gátuføra linjan, sum førir okkum í bylgjum um streymjaðarar á firðum og sundum eins og hjá tí spanska arkitektinum Antonio Gaudi. Ja, tað er ótrúligt, at Gaudi hevur kunnað gjørt bylgjandi tekjur og altanir eins og aldudrag um flúrar og sker. Hava vit sæð hetta einaferð, ja, so gloyma vit tað ongantíð aftur. Svá var løtan mikudagin, 19. septembur 2012 um kvøldið í Fugla­ fjarðar kirkju, sum seint verður gloymd. Her var ein konsert í bylgj­andi, arkitektoniskum tónum á ein annan hátt - Johan Hentze á trompet og Michael Bawtree á orgul. Brúgvin og teir bylgjandi lit­irnir, ið remba sær á firði og í lofti á Oslufjørðinum, hava sítt lív í einum málningi, men Johan og Michael livdu uppi á kirkjuloftinum í Fuglafjarðar kirkju í vallingum frá barokktíðini til nútíðina. Spæl­ ið og tónleikurin vóru hugtak­andi, lyndrandi og listakend. Hirðingar­ torvurnar í spælinum lógu á tí musi­kalska eldstaðnum at hava til lív(eld) dagin eftir....... ikki bert til dagin eftir, men snøgt sagt, at glóðin av hesi konsert fer at liva uppi undir tróðrinum og í hvørjum kvisti í kirkjuni, so leingi kirkjan stendur. Michael Bawtree og Johan Hentze Michael Bawtree hevur tikið sína útbúgving á Christ´s College í tón­leiki og orgulspæli, á lærda háskúlanum í Cambridge og kór- og orkesturleiðslu á the Royal Con­ servatoire of Scotland. Hann hevur spælt orgul í mongum katedralum í Stóra bretlandi. Hann hevur eisini spælt í Svøríki og Danmark. Hann hevur leitt fleiri kór og orkestur í Skottlandi og Onglandi. Hann reisir víða um sum orkestur og kórleiðari, so maðurin vísti, meðan hann var her at vera sera dugnaligur organistur og kórleiðari. Hann stjórnaði kórinum og orkestrinum, sum høvdu konsert leygarkvøldið í kirkjuni. Johan Hentze hevur sína út- búgving í Scotlandi har hann hevur nomið sær eina holla útbúgving í trompetspæli. Johan Hentze byrjaði sum 9 ára gamal at spæla trompet í Fuglafjarðar musikkskúla. Hann fór uttanlands at lesa víðari á The Royal Scottish Academy of Music and Drama, har hann fekk sína Bachelor, Post graduate og Masters útbúgving. Ja, at koma soleiðis til sína heimbygd og sínar røtur við slíkum førningi er ikki hvørs mans føri. Hetta er lívgandi fyri okkum úti á bygd – í Fuglafirði. Bæði mamman, Ann Mari og pápin, Leivur, eru stak musikalsk, so bæði hann og beiggi hansara, Rúni, hava fingið gott í beinið. Ann Mari spælir horn og Leivur harmoniku. Ja, tað er hugtakandi, sum teir báðir Michael Baawtree og Johan Hentze førdu seg fram. Undir heimligum lofti Tað stóð um Kamb, Trælavatnskarð og Tyrlarnar. Ljómurin í trompetini var ein sannroynd millum hetta grýtið og skarðlendið - so væl hon livdi millum orgultónarnar. Jú, tú kanst tulkað Guiseppe Tartini( 1892- 1770), Allan Hovhaness(1911-2000) í tillærdum tónum, men hevur tú fjallagreinarnar, líðirnar, Kambsdal og Heimara dal við tær, so er hetta ein atlantsljómur, ið fer um hjallar, brýr, stýggjar eins og í bygningunum hjá arkitektinum Antoni Gaudi t. d. Casa Botllee. Arkitektururin hjá Gaudi var eisini litríkur og verða heyggjarnir og lágirnar í hesum flatum kensluligar, musiskar og ljómfyltar, og passaði hetta sera væl til menninar á pulpiturinum hetta kvøldið. Tað kennist kanska eitt sindur løgið at skriva soleiðis, men soleiðis var henda uppliving og spell var, at konsertin ikki varð upptikin. Frits Konsert í Fuglafjarðar kirkju mikukvøldið, 19. september