mikudagur 3. oktober 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargrein
Rigmor Dam
Javnaðarflokkurin
Statt upp og syng!
Tað skal ikki hepnast landsstýrinum at teppa føroysku sangfuglarnar. Intelligensan og listafólkini
mugu halda fram við atfinningunum móti vanstýringini av samfelagnum. Eisini hóast tað kostar
Borgarliga
samgongan
ræðist
fólk, sum avdúka sannleikan. Ser
frøðingar, listafólk, fjølmiðlar og
embætisfólk hava øll verið revsað
fyri virksemi sítt hetta seinasta
árið. Seinastu knútarnir í kjafta
bandinum er avtøkan av Lands
bankanum og niðurbræðingin av
mentanarøkinum.
Embætisfuglar
Berufsverbot er eitt av mongum
ófrættakendum hugtøkum, sum
brádliga er vorið gerandis her
heima. Í løtuni verða fakliga stinn
starvsfólk innan tað almenna
jagstrað og hótt eftir livibreyð
inum, tí tey hava talað at blásvarta
stýrinum.
Síðsta trekkið er avmonter
ingin av Landsbankanum og Hag
stovuni, har endamálið er eitt
ans: At raka teir sangfuglar, sum
á fakligum grundarlag hava sátt
iva um ávísar politiskar disponer
ingar. Her er talan um fremstu
samfelags-, búskapar- og løgfrøð
ingar, sum hava gjørt lívið súrt hjá
samgonguni. Ikki við politiskum
ella persónligum álopum, men við
fakliga at vísa á skeivleikar.
Blekkið var annars ikki tornað
á samgonguskjalinum, tá ein ting
limur í samgonguni kravdi, at
embætisverkið skulu frásiga sær
grundleggjandi mannarættindi.
Aðalstjórin í Almannamálaráðnum
hevði dittað sær at verða avdúk
aður undir einum friðarligum
mótmælistiltaki í Vágsbotni. Við
komandi varð hóttur við sparing
um á almannaøkinum, nú hann
eyðsýniliga
var
ímóti
tiðnan
av blokkinum. Kanska eru tað
júst hesi revsitiltøk, vit nú upp
liva á almennaverkinum, sum
verður skorið inn á bein í fíggjar
lógaruppskotinum?
Næsta álopið á fakligheitina
hjá embætisfólkunum var, tá
tey fingu tænastuboð um, eftir
tveimum døgum, at framleiða
eitt makkverk av einum uppskoti
um skatting av pensjónum við
inngjaldi. Í uppskotinum vóru
heili 19 fyrivarni reksað upp;
fyrivarni, sum umsitingin
ikki fekk høvi at kanna, áðr
enn
pensjónsránið
varð
framt overnight hin svarta
desember í fjør. Eitt rán
millum ættarlið, landspartar
og inntøkubólkar, sum hevði
við sær, at alt pensjónsøkið
liggur í skeljasori í løtuni.
Miðlafuglar
Miðlarnir hava eisini fingið
av at vita undir sitandi sam
gongu, sum onga virðing hevur
fyri frælsu pressuni. Leita teir
kritiska pennin úr skuffuni, verða
teir skírdir at renna ørindi fyri
andstøðuna.
Í orðaskiftinum verður Kring
varpið javnan rópt sosialistiska
rottureiðrið í Sortudíki. Fíggjarliga
er stovnurin niðurpíndur, og eigur
so absolutt ongan góðan í sam
gonguni. Allar ætlanir um nýtt
kringvarpshús, sum var sett á
íløguætlanina hjá fyrru samgongu,
og um betri umstøður fyri privatu
miðlarnar, sum vórðu stungnar
út í kortið við álitinum um betri
miðlar, eru kveistraðar til viks.
Og fyri at tað ikki skal vera
lygn, so hava báðir blaðstjórarnir
á stóru bløðunum verið úthongdir,
boykottaðir og útspiltir fyri sítt
arbeiði av sjálvum løgmanni,
pressens minister.
Listafuglar
Far inn á heimasíðuna hjá
Mentanargrunninum
og
hygg
undir
fundarfrásagnir.
Har finnur tú
yvirlit yvir
hundraðtals
spennandi
verk
ætlanir, sum skapandi føroyingar
ganga uppí við lív og sál. Hetta
eru tey, sum hugsa longri enn til
veðurtíðindini, og sum gera tað
liviligari í Føroyum.
Tí gjøgum listina
verður
veruleikin
settur á skák, og
viðhvørt skák
í mát. Bæði
sum útinn
andi og sum
b r ú k a ra r,
lærir listin
okkum
at
seta spurnar
tekin við gaml
ar doktrinir, og
nýggir
tankar
og vinklar daga
fram í ljósmálanum.
Hetta er lívsneyðugt
fyri eitt samfelag í
menning, ikki minst fyri
eitt samfelag, sum tað
føroyska, har konformitet
ur, konservatisma og tradi
tiónir ræða modernað fólk
av landinum, og fáa onnur at
halda seg burtur.
Ekstremi
høgravongurin
hevur altíð ræðst listina og skert
hennara veingir. Ekstremi høgra
vongurin tolir ikki víðskygni, hug
flog, skapanarmegi og tey skeivu
fólkini, sum hava evni og dirvi at
seta sannleikar á pall, lørift ella
pappír. Hesi, sum bróta tøgnina
og avdúka hugnaliga glans
bílætið í lítla paradísi
num.
Sum smá børn
halda tey sínar
hálu borgar
ligu hend
ur
fyri
oyruni,
meðan
tey
blundandi rista
á høvdinum og
siga
la-la-la-la
fyri at yvirdoyva
veruleikan – síggi
onki, hoyri onki,
sigi onki!
Tí er Tjóðpallurin
skotin langt inn í
framtíðina. Tí verður
Mentanargrunnurin
skerdur við 20 prosentum komandi
ár og uppaftur meira í 2014. Og tí
raðfestir man heldur tað ófarliga,
afturlítandi og innatlítandi, tað
søguliga, varðveitandi og nation
ala. Gongur mentanin hond í hond
við vinnuni er alt vunnið, tí hvat
er hugaligari enn at lulla fjøldina í
býttleikans poppmentan, um hon
samstundis kastar pengar av sær.
Men vælsignaðu listafólk. Latið
tykkum ikki teppa. Berjið knívin
av barkanum og syngið!
Vitandi fuglar
Eitt, sum ofta er at hoyra av
tingsins røðarapalli, er hetta
forferdiliga orðið »at okkurt er
noyligt«. Ert tú kritisk, ert tú
»noylig«. Hetta vísir ein ræðandi
hugburð til frælsa orðið, kritikk
og fólkaræði.
Sama hugburð finna vit mót
vegis teimum lærdu. Serfrøðing
unum.
Fiskifrøðin mælir til niðurskurð
í fiskidagatalinum. Landsstýrið
mælir til sama fiskidagatal. Bú
skaparfrøðin mælir til uppboðs
sølu av atgongsrættindum til
'ogn Føroya fólks'. Landsstýrið vil
heldur foréra alt burtur til vinir og
kenningar.
Samstundis sigur sama lands
stýri seg vilja raðfesta útbúgving.
Men pengar skulu ikki setast av!
Og hví í heila tikið útbúgva fólk í
einum landi, sum ikki lurtar eftir
serfrøðini, hvørki tá umræður
fiskivinnu, búskap, pensjónir, list
osfr.?
Marknagilsdepilin er í vanda
fyri at gerast ein discount-loysn,
sum enn einaferð er útsett, og
ungfólk, sum leita sær uttanlands
at lesa, skulu rinda studningin
aftur, um tey ikki koma heim
aftur. Hetta er hugburðurin hjá
Sambandsflokkinum, Fólkaflokk
inum, Miðflokkinum og Gamla
Sjálvstýrinum til útbúgving.
Atfinningar og kritiskur hugs
unarháttur eru av tí ónda hjá
BADH samgonguni. Men tað eigur
eisini at vera troyttandi, alla tíðina
at verða mint á, at tín politikkur er
skilaleysur, visjónsleysur, óbúgvin
og stuttskygdur. Tí tað er hann!
Hendan
mest
reaktionéra
høgrasnávingin í føroyskum poli
tikki hevur nú brotið niður í skjótt
eitt ár. Ræðandi at hugsa sær, hvør
endin verður, sleppur hon at vera
sitandi skeiðið út. Nei, nú er ikki at
tiga – hóast tað kanska kostar!
Kúr ikki lítli song
fuglur. Slít av tær
leinkjurnar. Syng
við hjartans nevi. Lít upp í
loft og kenn, at tú livir. Og
børn tíni takka tær