mikudagur 3. oktober 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er ikki lætt at síggja,
men hjálagda mynd er
ikki ein mynd av einari
tanks forðing frá Seinna
Heimsbardaga . Hetta er
høvuðsgøtan í Tórshavn.
Tað er ófatuligt at hetta
skrímslið av einari gøtu
ikki verður fríðkað um.
Fáið hasi jørnini burtur,
fáið betongið burtur,
fríðkið hasi ljótu húsini
ella takið tey burtur,
flytið skulpturin burtur
til meira hóskandi stað
og lat okkum so fáa bil
arnar burtur um somu
leið. Miðbýurin og Vaglið
eru í dag ein ljót asfalt
oyðimørk har hvørki
fólk
ella
handilslív
kunnu trívast.
Tjóðveldið
vil
fáa
lív
aftur
í
Miðbýin,
tað er ikki torført um
vilji og kreativitetur er
til staðar. Ein livandi,
barnavinarligur, vakur,
hugnaligur
miðbýur,
uttan bilar, sum karmur
um eitt blómandi hand
ilslív og kreativa frítíð er
endamálið.
Tann ræðu
liga Havn
Vallyfti, sum halda!
eftir
Levi Mørk
býráðslim fyri Javnaðarflokkin, listi C.
Eg havi eitt sterkt og inniligt
ynski um at gera Havnina til
ein betri bý fyri íbúgvarnar.
Eg meti meg føran fyri at
gjøgnumføra tey mál, eg
seti mær fyri, tí eg havi orku
og áræði til troyttaleyst at
berjast fyri mínum hjarta
málum - serliga innan sosiala
økið, byggi- og býarætlan,
heilsumál og mentan. Her
havi eg nógvar visjónir um
bata og menning.
Visjónir og áræði skal til,
men ein av orsøkunum til,
at tað eydnast at fáa mál
ígjøgnum, er eisini sam
starvsvilji. Eg havi altíð virt
øll fólk - eisini míni politisku
mótstøðufólk – líkamikið
hvønn politiskan lit, kyn,
aldur,
húðalit,
religión,
livihátt osfr., tey hava. Tí
kann ein og hvør kenna seg
tryggan við at samstarva við
mær. Í felag fáa vit tingini til
at henda.
Fyri at geva veljaranum
eina hóming av, hvat eg havi
arbeitt við higartil saman við
øðrum, fari eg her at seta ein
lista upp við gjøgnumførdum
málum:
Hjartamál, sum eru
framd í 2009 - 2012
• Tráðleys internet hotspots
eru komin í Bussleiðina, á
Býarbókasavninum
og
aðrastaðni í Havnini í 2011
- 2012
• Fleiri FIFA sparkivøllir eru
gjørdir í 2009 - 2012
• Barna- og ungdómshús er
komið í Hoyvík
• Fleiri sparingar á dag
stovnaøkinum fyri 2012
eru steðgaðar
• Fleiri spælipláss eru kom
in, t.d. úti í Svanga í 2009-
2012
• Peningur er fingin til fót
bóltsvøll í Hoyvík í 2012-
2013
• Peningur er fingin til
djóragarð/upplivingar
tilboð í 2012-2013
• Peningur er fingin til Býar
bókasavnið, har kjallarin
er innrættaður í 2012 til
spælistovu til børn
• Peningur er fingin til inn
rættan av Ítróttarhøllini í
Kollafirði í 2011-2012
• Fleiri fólk hava fingið hjálp
við
ymiskum
truplum
byggiloyvum í 2009-2012
• Verið við til at fáa skúla
tryggan veg, sum verður
gjørdur í løtuni í Kolla
firði
• Verið
við
til
at
fáa
ferðslutryggan
veg
til
Barnagarðin í Kollafirði
• Vart alt barna- og ung
dómsøkið 2009-2012
• Verið við til at fáa ung
dómstilboð úti á Norðasta
Horni og í Nólsoy í 2009-
2012
• Verið við til at fáa útstykk
ingar í Hoyvík/Myllutjørn
2010-2012,
Kaldbak
og
Millum Gilja/Djúpa Gil
• Verið við til at fáa útstykk
ingarætlan í 2009-2012,
sum nú er á veg
• Verið við til at fáa spæli
pláss í Grasagarði í 2012,
sum nú er á veg
• Verið við til at fáa frítíðar
tilboð til triða flokk í 2012
• Verið við til eina víðkan
av Vágsbotni til gleði
fyri havnaborgarar og
vitjandi
• Verið við til at gjørt
heildarætlan fyri økið á
Bryggjubakka í 2012
• Verið við til at gera Frí
lendisætlan við Hoydalsá
í 2012
• Verið við til at broyta
byggisamtyktir fyri økið
við Sundsvegin 2012
• Verið við til at fáa ókeypis
bussleið og tænastur í
bussleiðina í 2009-2012
• Verið við til at gera ferðslu
tryggar vegir til Hoyvíkar
skúla í 2011
• Verið við til nýmótansgerð
av Kongabrúnni í 2012
• Verið við til at fáa svimji-
brúgv í Sandagerði í 2012
• Verið við til at útbyggja
Hoyvíkshøllina
• Verið við til, at syrgja fyri,
at tey ungu undir 18 ár
hava møguleika fyri at
brúka Dansifrøði til dans
og DJ/show o.a. í 2010-
2012
• Verið við til at bøta um
havnaviðurskiftini í Kolla
firði og í Tórshavn
• Verið við til at fáa feiri
vinnustykkir í Hoyvík og
úti á Skarðshjalla í 2011-
2012
• Verið við til fáa fleiri par
keringøki í miðbýnum
2011-2012
Hetta eru komandi
málini, eg havi
sett mær fyri at
fáa gjøgnumførd
í næsta skeiði:
•
Lív skal fáast aftur í mið
býin, so havnaborgarar
kenna, at teir liva í einum
býi og ikki eini bygd.
•
Havnin skal hava fleiri
talgildar tænastur í 2012 –
2013
•
Miðbýraætlan skal fremj
ast frá 2013 og fram
•
Ætlan skal gerast fyri
Skálatrøð í 2013- 2012
•
Steinatún skal gerast til
eitt nógv meira spennandi
øki við dámi av røttum
býi.
•
Serstøk byggisamtykt fyri
eldri og siðsøgulig sethús
skal fremjast frá 2013 og
fram
•
Heimleys skulu fáa hita
stovu at vera í sum skjót
ast.
•
Havnin skal hava fleiri
internetcaféir
•
Havnin skal gerast tón
leikamiðstøð Føroya, har
tónleikalívið skal mennast
og blóma, so tað dregur
fleiri vitjandi til Havnina
og skapar trivnað fyri
havnaborgarar og onnur
•
Fleiri
íbúðir
skulu
byggjast til eldri, støk og
lesandi í 2012 – 2016
•
Golfvøllurin á Glyvursnesi
skal raðfestast
•
Ætlanin við at byggja 50
metra svimjihyl skal verk
setast
•
Betri karmar skulu vera
til vinnulívið. Gongd skal
fáast vinnuvirksemið á
Bacalao
•
Fígging til keyp av lendi
til ein Djóradepil skal
fáast í 2012-2013
•
Heildarætlan skal gerast
fyri Hoydalsá í 2013
•
Lendi til Barnagarð í
Kollafirði skal keypast í
2013
•
Fleiri ungdómshús skulu
setast á stovn í Kaldbak,
á Velbastað, á Argjum og
í Kollafirði í 2013
•
Frítíðartilboð skulu vera
til triðja til fimta flokk í
Badmintonhøllini í 2013
•
Serstovur til børn við ser
ligum tørvi skulu gerast í
Hoyvík
•
Eina høll til nógv sløg
av ítrótti skal byggjast
í Vesturbýnum í 2013 –
2015
•
Havnin skal hava nýggjan
Vesturskúla í 2013 – 2016
•
Nýggjur stórur frítíðar
stovnur til børn og ung í
Hoyvík í 2014 -2016
•
Ein
nýggj
loysn
skal
finnast
fyri
Hitamiðstøðina í Hoyvík
•
Vetrarfriðing skal fáast í
lag í Kollafirði
•
Svimjihylurin í Nólsoy
skal á fíggjarlógina í 2015
- 2016
•
Vinnulívsdeild setast á
stovn í 2013 - 2014
•
Betri kamping umstøður
skulu setast í verk í 2012
og fram
•
Spælipláss í Gundadali
skal gerast í 2012-2016
•
Síðst, men ikki minst:
Ymisleiki hjá fólki skal
virðast
og
tollyndi
stuðlast, so øll kunnu
trívast í Havn
Ein og hvør, sum hevur fylgt
við kann staðfesta, at tey mál,
eg setti mær fyri at vera við
til at gjøgnumføra seinasta
skeið, eru so gott sum øll
gjøgnumførd. Vallyftini, eg
kom við tá, vóru sostatt IKKI
tóm vallyfti. Tí tori eg at føra
meg fram við slagorðinum:
»Vallyfti, sum halda!«
Ynskir tú, at omanfyri
nevndu mál verða gjøgnum
førd í næsta býráðsvalsskeiði,
so set krossin við Levi Mørk,
lista C.
Nógv av teimum hjartamálum, eg setti mær fyri at vera við til
at gjøgnumføra í farna býráðsvalskeiðinum, eru blivin veruleiki.
Tað er ætlan mín at arbeiða líka so hart fyri, at tey hjartamál,
sum eg seti mær fyri í næsta skeiði, eisini verða framd.
kommunuval 2012
Johan Mortensen
Valevni hjá Tjóðveldi
Fáið hasi jørnini
burtur, fáið betongið
burtur, fríðkið hasi
ljótu húsini ella takið
tey burtur, flytið
skulpturin burtur til
meira hóskandi stað
og lat okkum so fáa
bilarnar burtur um
somu leið