mikudagur 3. oktober 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Nú bróta teir brimgarðarnar
Høgni Hoydal
Nú er allur heimurin í
kreppu, tí at øll stýring av
bankum og fíggjarmarknaði,
vórðu sleptar. Til frama fyri
spekulasjón og politiskum
ábyrgdarleysum avgerðum,
ið bert gagnaðu nøkrum
fáum.
Og hvat gera vit so í Føroy
um? Niðurleggja Landsbank
an og Hagstovuna! Skiljið,
hvør ið skilja vil.
Men tað var helst vænt
andi. Tann høgravíðgongda
sambands-samgongan hev
ur í eitt ár miðvíst sett eld á
stórviðin, sum skal bera ein
um frælsum og samhalds
føstum samfelag fyri øll. Við
sínum skattabroytingum. Við
sínum
fiskivinnupolitikki.
Og við sínum fíggjarpolitikki,
hava tey brotið niður skip
anir og rættindi, sum ættarlið
hava stríðst fyri at vinna.
Tann meinigi føroyingurin
skal gjalda, nøkur fá skulu
valda.
Nú eru teir so farnir undir
at bróta teir fáu brimgarð
arnar, sum tað við tógvið
stríð
hevur
eydnast
at
byggja í okkara politisku og
búskaparligu skipan. Lands
bankin og Hagstova Føroya
eru stovnar, sum kunnu
tryggja okkum óheftar upp
lýsingar og stýringsamboð
til at taka ábyrgdarfullar
avgerðir fyri føroyska sam
felagið. Hetta eru brimgarðar,
sum skulu standa ímóti
og verja áhugamálini hjá
tí føroyska fólkinum – og
ikki verða stýrd av parta
politikki, spekulantum og
stórkapitali.
Mótstøðan móti
hagtølum og upplýsing
Síðani Erlendur Patursson
í seksti-árunum fekk teir
fyrstu tjóðarroknskapirnar
til vega, hevur stór politisk
mótstøða verið ímóti at hava
neyv hagtøl, greiningar og
stýringsamboð til føroyska
búskapin.
Upp
gjøgnum
80’ini var tjóðarroknskapur
støðgaður. Og ikki fyrr enn
undir fullveldissamgonguni
fingu vit aftur einum tjóðar
roknskap.
Móti
Landsbankanum
hevur somuleiðis verið sera
sterk mótstøða. Frá sam
bandskreftum, høgrakreftum
og ikki minst frá bankunum í
Føroyum. Tey hava ikki viljað
havt ein stovn, sum kann
regulera fíggjarmarknaðin
og sum kann virka sum ein
veruligur tjóðbanki. Tí hevur
Landsbankin
eisini
altíð
verið skerdur.
Og vit kenna úrslitið. Aft
urvendandi kreppur og polit
isk ábyrgdarundanstøkking:
“Vit vistu onki. Vit kundu
onki gera.”
Verkafjøldin fær fótin
Landsbankin umsitur tó í dag
m.a. gjaldføri landskassans,
gevur út lánsbrøv, er partur
av Virðisbrævamarknaði Før
oya og útvegar allar neyðugar
greiningar og upplýsingar um
føroyska búskapin og fíggjar
marknaðin. Og Landsbankin
umsitur Arbeiðsmarknaðar
eftirlønargrunnin (Samhalds
fasta), og tað fæið, sum er í
honum.
Í lógini um Landsbankan
skal
arbeiðsmarknaðurin
vera umboðaður í Umsjónar
ráði Landsbankans. Og hig
artil hava arbeiðsgevarar,
fakfeløgini og harundir verka
feløgini valt umboð í Um
sjónarráðið. Longu í januar í
ár broytti Jørgin Niclasen tó
eina kunngerð, ið avmarkaði
ávirkanina
hjá
vanligum
verkafeløgum at velja limir
í Umsjónaráðið. M.a. hava
vanligu handverkarafeløgini,
verkafeløgini og feløgini hjá
sjófólki nú nærum onga
ávirkan.
Nú skal so Landsbankin
niðurleggjast.
Og
vanligi
arbeiðsmarknaðurin
skal
onga ávirkan hava.
Samhaldsfasti
skal takast
Longu nú ætla teir at fara
eftir eginpeninginum og um
sitingini av gjaldføri lands
kassans. Her er ætlanin,
at teir føroysku bankarnir
– sum ongantíð hava verið
reguleraðir við atliti til før
oyska samfelagið og tann
meiniga føroyingin – skula
sleppa framat hesum al-
mennu pengum.
Og ongin ivi er um, at
ætlanin eisini er at fara eftir
Samhaldsfasta og tí stóra
fænum, sum har er. Teir
vilja sleppa at hava politiskt
vald á teimum pengum, sum
allir føroyingar gjalda inn til
Samhaldsfasta – og onkrir
úrvaldir bólkar skulu sleppa
framat teimum.
Tá ið Jørgin Niclasen á
tíðindafundi herfyri fanst
at bankunum í Føroyum,
var hetta reinur sjónleikur.
Politikkurin hjá samgong
uni kemur bara at geva bank
unum fyrimunir og nøkrum
fáum atgongd til pengarnar
hjá tí stóru fjøldini.
Hesir garpar
mugu steðgast
Tjóðveldi hevur altíð stríðst
fyri, at vit hava fremstu
amboð, tjóðarroknskap og
hagtøl, ið ikki verða stýrd
av partapolitiskum valds
harrum. Tí skulu vit sjálv
sagt hava óhefta og styrkta
Hagstovu. Tjóðveldi hevur
altíð barst fyri, at vit hava
ein óheftan sterkan Lands
banka, ið gerst ein veru
ligur Tjóðbanki. Og Tjóð
veldi hevur altíð kravt, at
peningurin hjá øllum verð
ur umsitin til gagns fyri
øll. Tí fara vit heldur ikki at
hyggja at, meðan teir tøma
Landsbankan og Samhalds
fasta.
Vit vilja sjálvsagt við hond
og fót at stríðast ímóti hesum
avgerðum hjá samgonguni.
Og vit vóna, at eisini fakfeløg
og vinnufeløg fara at gera tað
sama.
∆
At niðurleggja Landsbankan og Hagstovu Føroya er enn eitt átak frá samgonguni at bróta
grundina undan einum sjálvstøðugum, samhaldsføstum og ábyrgdarstýrdum Føroyum. Endamálið
er at sleppa úrvaldum bólkum og bankum eftir pengunum hjá tí meiniga føroyinginum. Og
teir fara við hesum eisini beint eftir pengunum í Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum
Minni óheftni og verri
rating merkir øktar
rentuútreiðslur
Sagt verður, at hetta er ein
liður í at rationalisera og spara.
Men veruleikin er ein annar. Tí
landið sparir ikki eina krónu
við
ætlaðu
umleggingini.
Hinvegin koma útreiðslurnar
at økjast munandi.
Nú øll gjaldførisumsiting
skal leggjast í stovn beint
undir landsstýrismanninum,
og uttan somu førleikar sum
Landsbankin, kemur hetta at
ávirka ratingina hjá Føroyum
og harvið rentustøðið. Hugsa
vit okkum, at rentan hækk
ar - vegna verri álit og rating
– 0,25%, so økjast rentu
útreiðslurnar
av
verandi
bruttoskuldini yvir 12 mió. kr.
Um rentan bert hækkar 0,1%,
so kostar hetta landinum
um 5 mió. kr. árliga í øktum
rentuútreiðslum.
So trupult er at síggja ann
að enn øktar útreiðslur, um
ætlanirnar hjá landsstýrinum
verða til veruleika.
Haldið gjaldføris
umsitingina langt
frá fíggjarmála
ráðharranum
Tað er alt annað enn skila
gott at leggja gjaldførisum
sitingina í stovn beint undir
landsstýrismanninum.
Hugsið tykkum trýstið, ið
kann koma á landsstýris
mannin frá ymsum pørtum
um, t.d. at seta alment gjald
føri í føroyskar bankar og
føroyskt virksemi, heldur
enn sum nú, at lata óheftan
Landsbanka seta gjaldførið
har mett verður, at hetta sam
felagsbúskaparliga er best.
Eitt nú umsitur Landsbanki
Føroya eisini samhaldsfasta
eftirlønargrunnin,
og
er
tað sera týðandi at hesin
verður umsitin av óheftum
stovni. Ella er ætlanin hjá
samgonguni ein onnur? Nú
landsstýrismaðurin í fíggjar
málum longu hevur inntøku
ført 160 mió. kr. í eginpeningi
hjá
Landsbankanum,
verða tær yvir 800 mió. kr.
hjá Samhaldsfasta næsta
upphæddin, ið verður inn
tøkuførd?
Ávísir politikarar
ynskja ikki
óheftar stovnar
Sum heild vísir hetta við
niðurlegging av Landsbanka
Føroya eina grundleggjandi
manglandi vitan um týdn
ingin av hesum týðandi
landsstovni, ið er ein grund
súla í einum hvørjum landi.
Ongin ivi er um, at út
reiðslurnar
av
ætlanum
landsins verða størri enn
ætlaði vinningurin, tí kann
ivi eisini av álvara setast
við, hvør veruliga orsøkin
til niðurleggingina er. Tí
tað eru tíverri als ikki allir
politikarar, ið duga at síggja
ovurstóra virðið í at hava
óheftar stovnar, ið umsita
gjaldføri landsins og kunnu
geva búskaparfrøðiliga ráð
geving óheft av politiska
myndugleikanum.
Ávísir
politikarar vilja enntá sleppa
sær av við óheftar, fakligar
røddir, ið kunnu tala ímóti
førda politikkinum, tá hetta
krevst, meðan aðrir uttan
iva vilja hava størri ávirkan
á, hvussu gjaldføri landsins
skal nýtast.
Talan er ikki um, hvat er
best fyri landið. Tvørturímóti.
Landsbankin verður
endurstovnaður
Hugsa tær um ein stjórn í
einum landi boðaði frá, at
nú fór landsbankin at verða
niðurlagdur
við
einum
pennastroki. Hvat sigur hetta
umheiminum um Føroyar?
Hvat sigur hetta føroyingum
um Føroyar?
Er hetta eitt álitisvekjandi
land at virka, skapa, gera
íløgur í og liva í?
Fái meg ikki at trúgva, at
samgongan fremur hesa ætlan.
Tí hetta kann bert oyðileggja og
onki betra. Men um so verður,
at samgongan fremur hesa
politisku
valdsmisnýtsluna,
so verður hetta enn eitt mál, ið
ruddast skal upp eftir tá, nýggj
samgonga kemur til.
Eitt er í hvørtfall púra
greitt, og tað er, at velur
samgongan at avtaka Lands
banka Føroya, so verður hes
in endurstovnaður so skjótt
ein nýggj samgonga verður
veruleiki.