Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Havnin hevur fostrað nógv dugnalig listafólk. Uttan hesi høvdu vit heilt víst verið fá­tæk­ ari. Hugsið tykk­um ein høvustað utt­an Lista­ skálan, Sjón­leik­arahúsið, Norðurlandahúsið, Tjóðpallin, Bókasøvnini, Musikkskúlan, Smiðjuna í Lítluvík og nógv onnur støð, sum ríka okkum við list á hvørjum einasta degi. - Nei, tað er óhugs­ andi......... Listafólk eru skap­ andi fólk – skapandi fólk eru framskygd og hava kreativar ætlanir, sum eru førar fyri at menna Havnina á ein hátt, sum vit í dag kanska ikki síggja fyri okkum. Eg vil arbeiða fyri: At byggja nýggjan musikkskúla At gera Reinsaríið til spælistað burturav At leggja lunnar undir Listaskúla At arbeiða fyri betri umstøðum at fram­ føra uttandura At Havnin fær búdepl­ ar til listafólk At útvega høli til lista­ verkstað At stimbra listarligari læru í skúlunum At bjóða kreativ tilboð til børn og ung Ein íløga í listina er ein íløga í framtíðina, og tí er avgerandi fyri menn­ingina av høv­ uðs­staðnum, at vit gera íløgur, sum menna okk­ ara listaumhvørvið. Havnin eigur í nógv størri mun at taka lista­ fólk við uppá ráð, tá lista­ økið skal útbyggjast, tí tað eru listafólk sum eru serkøn innan listaøkið! List? ja takk! Nógvar íløgur næsta ár Jógvan Arge býráðslimur fyri Tjóðveldi Skattaprosentið lækkar næsta ár og barnafrádrátturin hækkar. Gott rúm verður kortini til ymsar íløgur at fremja trivnaðin í Tórshavnar kommunu. Størsta íløgan verður í brúnna um Sandá við vega­ stubb­um og rundkoyringum. Til hesi arbeiði verða 35 mió tøkar árið 2013 út. Í komandi fíggjarætlan verða játtaðar 25 mió kr. Áður eru 10 mió kr játtaðar. Sundsvegurin frá Óluvugøtu oman til Tórsbreyt verður dagførdur fyri at fáa ferðsluna at ganga betur og føra fjarhitaleiðingar oman í Gundadal. Játtaðar 6,0 mió kr í 2013. Til miðbýarætlanir verða játtaðar 2,0 mió kr. Tilsamans verða tá 6,4 mió krónur tøkar at taka saman um ymsar miðbýarætlanir og veruliga seta spakan í. Til renovatión verða játtaðar 10 mió kr eitt nú til nýggjan ketill á Brenni­ støðini á Hjalla. Til kirkju­ garðar 6,8 mió kr, kloakkir 6,0 mió kr (íalt 12 mió tøkar) og vatnveiting 4,4 mió, Mentan, skúlar og rørsla Hesaferð verða játtaðar nýggj­um musikkskúla 1,3 mio kr. Tøkar eru 13,1 mió at ar­beiða fyri í 2013. Pro­jek­ teringin fer at taka megin­ partin av einum ári, og so verð­ur sett á jørðarbeiðið. Reinsa­rínum, spælistaðnum til tónleik, verða játtaðar 3,0 mió kr aftrat 2,1 mió, ið eru tøkar frá farnum árum. Tilsamans kann har arbeið­ ast fyri 5,1 mió árið 2013 út, og tað svarar áleið til tað, sum alt arbeiðið er mett til. Ætlanini at byggja nýggj­ an fólkaskúla verða játtaðar 2,0 mió aftrat 3,0 mió, sum eru játtaðar frammanundan. Tilsamans verða 5,0 kr at arbeiða fyri 2013. Hoyvíkar skúla verða játtaðar 2,0 mió til bráðneyðugar umvælingar. Eysturskúlanum verða játt­ að­ar 2,0 mió til dagføringar. Har eru 16,6 mió tøkar til at gera høvuðsumvælingina av skúlanum lidna. Barna­garð­ inum Birkilund verða játt­ aðar 3,0 mió kr. Har verða nú 6 mió kr tøkar. Arbeitt verður eisini við loysnum fyri barna­ garð í Kollafirði. Svimjihøll við 50 metra hyli verða hesaferð játtaðar 5,0. Tilsamans verða tá 9,6 mió at arbeiða fyri í 2013. Til golfbreytina á Glyvursnesi standa úti við 5 mió kr. Høll­ ini á Hálsi verða játtaðar 10 mió krónur til umvælingar. Í hesum umfarinum verður takið skift. Hoyvíkshøllini verða játt­ aðar 2,5 mió kr til at gera nýbygningin lidnan. Fót­bólts­ vølli í Hoyvík verða játt­aðar 1 mió kr. Til høllina í Kolla­firði standa 3,0 mió kr til inn­ rætting av ymsum rúmum í forbygninginum. Tórsvølli verða í 2013 játtaðar 10 mió kr til dagføringar saman við aðrari fígging frá FSF. Ymsar játtanir: Súkklu­ breytir 1 mió kr. frílendisgøtur 1 mió kr, frílendi í Hoydølum og náttúruupplivingar 1,5 mió, nýggj sparandi gøtuljós 1 mió, parkering Yviri við Strond 1,5 og endastøðir til bussar í Kaldbak og Kollafirði 2,0 mió kr. ∆ kommunuval 2012 Andrea Heindriksdóttir Listi E Skattaprosentið lækk­ar næsta ár og barna­frá­ drátturin hækkar. Gott rúm verður kortini til ymsar íløgur at fremja trivnaðin í Tórshavnar kommunu Avtøka av Landsbanka Føroya er politisk valdsmisnýtsla Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi Størsta fíggjarkreppan nakr­ antíð hevur gjørt um seg í 4-5 ár nú. Avleiðingarnar hava verið ógvusligar, men lær­ dómur er eisini eitt úrslit av hesi kreppuni. Fyri tey flestu. Eitt sum øll londini hava valt, er at styrkja munandi um teirra landsbankar/tjóð­ bankar og fíggjareftirlit. Øll onnur lond styrkja nú teirra landsbankar Løgtingsins fíggjarnevnd hev­ ur júst verið á kunn­ingar­ferð í London og Dubl­in, har vitjað m.a. var í tjóð­bankunum og fíggj­ar­mála­ráðunum í Írlandi og Ong­landi. Í báðum lond­ um hava stjórnirnar valt at styrkja munandi um tjóð­ bank­arnar, tí mett verður, at tjóðar­búskaparligu før­leik­ar­ nir, met­ingarnar og eftirlitið hevur verið alt ov veikt og er ein av høv­uðs­orsøkunum til, at fíggjar­kreppan gjørdist so ógvuslig. Landsbankar eru týðandi partar av fíggjareftirliti Valt verður tí at leggja fíggj­ ar­eftir­litini inn í tjóð­bank­ ar­nar, fyri so­leiðis at savna ”mikro-eftir­litið” hjá fíggj­ar­ eftir­lit­in­um, undir ”makro- eftir­lit­in­um” hjá tjóð­bank­un­ um. Á henda hátt tryggj­ast, at tjóðar­búskapar­lig atlit verða tikin í fram­tíð­ar eftir­ liti við fíggj­ar­geir­an­um. Hetta er alneyð­ugt. Í Føroyum áttu vit sjálv­ andi somuleiðis at styrkt okkara Landsbanka. Hetta fyri at menna eitt enn betri tjóðarbúskaparligt eftirlit, ið støðugt kann meta um, ráðgeva og ávara um viður­ skifti eru, ið krevja ábøtur. Tá umræður eftirlit við før­oyska fíggjargeiranum, átti Lands­bankin at verið ein sjálv­sagdur og týð­andi partur av samlaða fíggjar­ eftir­litinum. Landsstýrið vel­ur at avtaka Lands­ banka Føroya! Men meðan øll onnur lond ganga eina leið, so velja lands­ stýrið og samgongan at ganga beint øvugt. Hetta verður gjørt við at niðurleggja Lands­ bankan, ið er og hevur ver­ið ein grundleggjandi sam­felags­ súla síðan 1978. Valt verður at petta alt virksemið í smá pettir og spjaða hesi runt á 4 ymisk støð. Ljóðar bæði ótrúligt og ófatiliga illa um­hugsað. Kjak