mikudagur 3. oktober 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Í ár hava Miðlahúsið og FSF gjørt av
at samstarva um eitt risa gallatiltak
í Norðurlandahúsinum, har ársins
leikarar hjá kvinnum og monn
um verður avdúkað. Eisini ársins
málverji, verjuleikari, miðvallari,
framherji, stjørnuskot, venjari og
dómari hjá kvinnum og monnum
kosin.
FSF og Miðlahúsið hava sett sett
eina nevnd, sum hevur útvalt trý
nøvn til hvønn heiður. Síðani skulu
allir liðskipararnir og venjararnir,
umframt fjølmiðlarnir velja hvør
skal fáa heiðurin sum ársins leikari
og so víðari.
Nevndin hevur eisini valt eitt
ársins lið, sum eisini verður kunn
gjørt á gallatiltakinum.
Nógvar meiningar
Tað er altíð torført at velja hvør hev
ur verið best í føroyskum fótbólti,
tí vit hava ikki somu møguleikar
sum aðrastaðni, har møguleiki er
at síggja flestu dystirnar í sjónvarp
inum hvørt vikuskiftið. Tað vil tað
altíð verða ymiskt hvussu eyguni
síggja – serliga í Føroyum.
Størst áhuga hevur helst heið
urin ársins leikari. Her eru fleiri
um boðið hjá bæði kvinnum og
monnum.
Hjá monnum eru teir tríggir
útvaldu, Clayton Soares og Høgni
Madsen, sum báðir spæla við ÍF, og
HB miðvallarin Hallur Hansson,
sum nú spælir við danska AaB.
Hjá kvinnum eru tað Rannvá B.
Andreasen hjá KÍ, Heidi Sevdal hjá
HB og Fríðrún Danielsen hjá Skála.
Afturvendandi tiltak
Meiningin við tiltakinum er, at tað
skal verða afturvendandi og tí er
tað gleðiligt at hoyra, at áhugin
fyri gallatiltakinum higartil hevur
verið stórur.
Vónandi kann fótbólturin í
framtíðini fáa ein ordans endabrest
hvørt ár við einum risa gallakvøldi.
trondur@sosialurin.fo
Hesi eru tey útvaldu
Fótbóltur Greitt er nú hvørji tey nomineraðu til ársins leikara eru. Úrslitið av atkvøðunum verður avdúkað
á stóra gallatiltakinum hjá FSF og Miðlahúsinum, sum verður í Norðurlandahúsinum 20. oktobur
Kvinnur
Málverji Randi Wardum (KÍ)
Bjarta Johansen (B36) Simona Heinesen (AB)
Verjuleikari Malena Josephsen (KÍ)
Rakul Johannesen (B36) Sára Samuelsen (HB)
Miðvallari Fríðrún Danielsen (Skála)
Sigrun Kalsoy Kristiansen (EB/Str.) Lív Arge (HB)
Áleypari Rannvá B. Andreasen (KÍ)
Margit Magnusdóttir (B36) Heidi Sevdal (HB)
Stjørnuskot Maria K. Thomsen (KÍ)
Lív Arge (HB) Milja R. Simonsen (HB)
Spælari Rannvá B. Andreasen (KÍ)
Heidi Sevdal (HB) Fríðrún Danielsen (Skála)
Venjari Alexandar Djordjevic (KÍ)
Jacob Thomsen (B36) Allan Dybzak (HB)
Ársins dómari Elsa Andreasen,
Dánjal M. Joensen, Pætur Albinus
Menn
Málverji Jákup Mikkelsen (ÍF)
Kristian Joensen (NSÍ) Hans Jørgensen (B68)
Verjuleikari Bartal Eliasen (ÍF)
Marni Djurhuus (EB/Str.) Høgni Zachariasen (ÍF)
Miðvallari Hallur Hansson (HB)
Høgni Madsen (ÍF) Pætur Dam Jacobsen (EB/Str.)
Áleypari Clayton Soares (ÍF)
Arnbjørn Hansen (EB/Str.) Klæmint A. Olsen (NSÍ)
Stjørnuskot Hallur Hansson (HB)
Gilli Sørensen (TB) Páll Klettskarð (KÍ)
Spælari Clayton Soares (ÍF)
Hallur Hansson (HB) Høgni Madsen (ÍF)
Venjari Kári Reynheim (NSÍ)
Flemming Christensen (ÍF) Páll Guðlaugsson (KÍ)
Ársins dómari Dagfinn Forná,
Petur Reinert, Lars Müller
Tey útvaldu Ársins 2012 eru:
Hallur Hansson, sum nú leikar við Aab í
Danmark, hevur havt eitt sera gott kappingarár
í HB umframt landsliðsdebut. Miðvallarin er
millum teir útvaldu til ársins leikara 2012
Mynd: Álvur Haraldsen