Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Hann hevur spælt fyri feløg Ajax, Juventus, AC Milan Barcelona, Inter Milan og Paris Saint-Germain. Nú verður umstríddi fram­herjin at síggja á Tórsvølli. Svenski A-landsliðsvenjarin, Erik Hamren almanna­kunngjørdi í gjár hópin til dystin ímóti Føroyum og mill­ um teir 23 leikararnar er Zlatan Ibrahimovic. Hann hevur spælt 82 lands­ dystir og skotið 33 mál fyri svenska landsliðið. Tað hevur tó ikki bara verið smíl og gleði hjá fram­herj­ anum á landsliðnum. Alt byrjaði móti Føroyum Fyrstu ferð Zlatan spældi við lands­ liðnum var móti Føroyum í januar 2001 í eini NM kapping. Dysturin bleiv spældur innandura í Svøríki. Dysturin endaði við málleysum javn­leiki. Tá spældi Zlatan við Malmø, men var stutt seinni seldur til hollendska Ajax. Nógv er hent síðani tann januar­ dagin í 2001 og Zlatan er í dag ein av heimsins mest kendu fótbólts­leik­ arunum. Fleiri stór nøvn Umframt Zlatan Ibrahimovic, so eru fleiri stór nøvn á svenska lands­liðnum. Sebastian Larsson hev­ur gjørt um seg í ensku Premier League og spælir í dag við Sunder­ land. Hann byrjaði sína yrkisleið í Arsenal saman við Inga Højsted. Eisini John Elmander hevur gjørt um seg í Premier League við Bolton. Hann kom alvorliga í gongd í Brøndby tá Michael Laudrup var venj­ari. Hann var síðani seldur til franska Toulouse og stóð seg væl áðrenn Bolton kom og bankaði upp á. Í dag spælir hann við turkiska stór­felagnum, Galatasaray. Føroysku framherjarnir skulu dystin við Jonas Olsson, sum til dagligt spælir við West Bromwich Albion, sum eisini spælir í Premier League. Hann er ein harður verju­ leik­ari og áleypararnir hjá okkum koma nokk eisini til at merkja til tað. Dysturin millum Føroyar og Svøríki verður 12. oktobur á Tórs­ vølli. Málverjar: Par Hansson, Helsingborgs IF (SVØ) Andreas Isaksson, Kasimpasa SK (TUR) Johan Wiland, FC København (DAN) Verjuleikarar: Mikael Antonsson, Bologna FC (ITA) Andreas Granqvist, Genoe FC (ITA) Adam Johansson, Seattle Sounders FC (USA) Mikael Lustig, Celtic FC (SKO) Jonas Olsson, West Bromwich Albion FC (ONG) Martin Olsson, Blackburn Rovers (ONG) Behrang Safari, RSC Anderlecht (BEL) Miðvallarar/framherjar: Rasmus Elm, CSKA Moskva (RUS) Johan Elmander, Galatasaray (TUR) Samuel Holmen, Instanbul BB (TUR) Zlatan Ibrahimovic, Paris Saint-Germain FC (FRA) Alexander Kacaniklic, Fulham FC (ONG) Kim Kallstrøm, Spartak Moskva (RUS) Sebastian Larsson, Sunderland AFC (ONG) Mathias Renegie, Udinese Calcio (ITA) Tobias Sana, AFC Ajax (HOL) Anders Svensson, IF Elfsborg (SVØ) Ola Toivonen, PSV Eindhoven (HOL) Pontus Wernbloom, CSKA Moskva (RUS) Christian Wilhelmsson, Los Angeles Galaxy (USA) Svenski hópurin sær soleiðis út: Zlatan á Tórsvølli Fótbóltur Heimskenda svenska fótbóltsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, verður at síggja á Tórsvølli, tá Svøríki vitjar fríggjadagin 12. oktobur, kl. 17:00 Sir Alex rósar Robin van Persie Fótbóltur Hollendski framherjin hevur fingið eina góða byrjan í Manchester United og í gjár skjeyt hann bæði málini í 2-1 sigrinum á rumenska Cluj Trónudur Arge Í gjár vóru fyrstu dystirnir í øðr­um umfari í Champions League bólkaspælinum. Man­ chester United, sum ikki megn­ aði at koma víðari úr bólka­ spæl­inum í fjør, var á vitjan í Rumenia. Heimaliðið kom á odda og eina løtu mundi Sir Alex Ferguson hugsa um ringu Champions League gongdina í fjør. Tibetur fyri skotan, so hev­ur hann keypt Robin van Persie í summar. Hann hevur longu átt avgerandi fótin í fleiri dystinum og tað gjørdi hann aftur í gjár. Sigursmálið kom stutt inn í seinna hálvleik, tá wayne Rooney spældi Robin van Persie leysan. – Bæði avleveringin og skot­ ið er gott, tá Robin van Persie skorar sigursmálið. Tað var fantastiska væl avsluttað, sigur Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United. Manchester United hevur fult stigatal í bólki H eftir tveir dystir. Vælspælandi, men óhepni danskarar Í bólki E tók FC Nordsjælland móti Chelsea í Parkini. FC Nord­sjælland spældi væl og var leikliga omaná í fyrra hálvleiki. Tá var tó Chelsea, sum skoraði tá Frank Lampard spældi Juan Mata leysan, sum skoraði. Í seinna hálvleiki helt FCN fram at spæla væl og góðar tjúgu minuttir fyri tíð raktu teir eisini stongina. Eftir hetta vaknaði Chelsea. Fyrst langaði David Luiz eitt fríspark í stong­ina og inn. Stutt seinni økti Juan Mata til 3-0, áðrenn Ramires setti punktum við máli til 4-0. – Eg eri vísur í, at FC Nord­ sjælland fer at fáa stig. Teir nakað hvønn dyst og fótbólt­ urin teir spæla erg óður fyri fel­ ag­ið, sigur Roberto Di Matteo, venjari hjá Chelsea. Puyol fekk álvarsligan skaða Í bólki G heldur Barcelona fram við at vinna. Teir vunnu 2-0 á Benfica í Portugal, meðan Spartak Moskova tapti fyri Celtic. Lionel Messi legði upp til bæði málini hjá Barcelona, sum Alex Sanchez og Cesc Fabregas skoraðu. Fyri Barcelona kom tað illa við, at liðskiparin, Carles Puyol mátti skaddur av vøllinum í seinna hálvleiki. Tað sá út sum eitt ólekkurt armbrot, men í dag siga meldingar úr Barcelona, at talan bara var um at arm­urin fór úr lið. Barcelona miðverjin brúkar nógv Facebook og Twitter og har hevur hann sent eini boð út, har hann sigur at hann longu er aftur í Barcelona og hev­ur tað gott. Í bólki F stóð BATE Borisov úr Hvítarusslandi fyri mest óvænt­aða úrslitinum í Champions League í kvøld, tá teir vunnu 3-1 á Bayern Munchen. trondur@sosialurin.fo