fríggjadagur 5. oktober 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað heldur Finnur Koba, sum
í hesum døgum nærum hvørt
kvøld er at síggja á sjónvarps
skíggjanum í Degi&Viku.
Finnur Koba er ein kend
útvarps og sjónvarpsrødd, men
tað er ikki tað einasta, sum hann
er kendur fyri. Finnur er nevniliga
eisini ein av oddamonnunum í
bólkinum Páll Finnur Páll, sum
er kendur fyri at syngja fúlar og
frekar sangir.
Men tað er eingin trupulleiki
sambært Finni. Í hansara huga
heimi ber tað væl til at vera ein
tíðindamaður og ein kendur
sangari samstundis.
– Eg haldi tað ber til at hava
ymiskar leiklutir, men tað eru
tað ivaleyst fleiri, sum er ósamd
við mær í. Men mín frítíð fer við
at skriva og spæla sangir, og so
mugu fólk bara døma meg út
frá tí, sum eg geri, sigur Finnur
Koba.
Lívið er eitt rolluspæl, og tú ert
tann tú ert alt eftir hvørjum palli
tú ert á, heldur Finnur Koba.
Í bólkinum Páll Finnur Páll
búgva nú tveir limir í bólkinum
uttanlands, og tað ávirkar eisini
virksemi í bólkinum. Teir royna
at spæla, tá ið møguleiki er fyri tí.
Eisini eru teir óførir at samskifta
umvegis teldupostar, og her tos
ar teir eitt nú um eina nýggja
útgávu, sum teir møguliga fara
undir, tá ið stundir eru til tess.
Finnur Koba
– Í 90’unum sóu vit ein planøko
nomi bróta saman. Men tað, vit
síggja í dag, er minst líka órógv
andi. Tað serliga órógvnadi er
demografisku forskjótingarnar
í samfelagnum. Vit missa tey
ungu og vit missa kvinnurnar,
og tað skal mann ikki gera ser
liga leingi, fyrr enn tann djúpa
kreppan er har, vóru seinastu
orðini hjá Jørn Astrup Hansen,
búskaparfrøðingi og fyrrverandi
bankastjóra, í Ghetto Føroyum í
gjár. Hinir gestirnir í umrøðuni at
kreppuni í 90unum samanborið
við dagin í dag, Janus Petersen,
master í búskaparfrøði og løg
frøði, og Jóannes Jacobsen, phd.
í búskaparfrøði, tóku undir við
honum.
Jóannes Jacobsen førdi somu
leiðis fram, at hendan skipanin,
har landið hevði ein sera aktivan
leiklut í fiskivinnuni enn setir
síni djúpu spor í føroysku fiski
vinnuna.
– So seint sum í ár hava vit
sæð, hvussu beinleiðis stuðul var
givin fiskivinnuni, segði Jóannes
Jacobsen.
Jørn Astrup Hansen staðfesti,
at føroyingar mitt í 90unum
sóu út til at hava lært nakað av
kreppuni, men gjøgnum 0ini
hugdu og nógv til Íslands, og tí
eru aftur nógv ting galin í dag.
Allir vóru harafturat samdir
um, at politikarar í Føroyum eru
lættari at trýsta enn aðrastaðni.
– Vit síggja at alivinnan skuldi
fara fulkomuliga á heysin tríggjar
ferðir, áðrenn mann fann útav
at gera eina skipan, sum riggar,
segði Jóannes Jacobsen.
Janus Petersen vísti hinvegin
á, at í nógvum øðrum sambondum
hava føroyingar lært nógv og
hava eina nógv sterkari skipan
í dag, har vit hava fleiri vinnur
og til dømis eina alivinnu, sum
koyrir øgiliga professionelt.
– Sjálvandi er alt ikki perfekt,
men tað ber ikki til bara at
hyggja at holunum í ostinum,
segði hann.
Alt í alt vóru tó allir samdir
um, at ongin, sum ikki var í Før
oyum fyrst í 90unum í veruleik
anum kann siga, hvussu stór tann
kreppan var, og hví hon ikki kann
samanberast við støðuna, sum er
beint nú.
– Støðan var deprimerandi tá.
Alt var svart í svart. Landskassin
var tómur og alt var farið á húsa
gang. Í veruleikanum riggaði onki
og 10 prosent av húsunum stóðu
tóm, segði Jørn Astrup Hansen
um støðuna, tá hann kom til
Føroya eftir 6. oktober 1992, sum
tað í morgin eru 20 ár síðan.
Lærdu ov lítið av kreppuni
Hóast støðan í dag og kreppan í 90unum als ikki kunnu samanberast, so eru Jørn
Astrup Hansen, Janus Petersen og Jóannes Jacobsen samdir um, at føroyingar lærdu
alt ov lítið av kreppuni, sum í morgin onkursvegna heldur 20 ára føðingardag
Ber væl til at vera sangari og tíðindamaður