Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BankNordik stuðlar sendingini Eitt tað fyrsta klára minni eg havi er ein føðingardagur hjá Kubbanum, sum helt til niðanfyri handilin á Eiði. Tað var ein stórur lundi, sum mann kundi tøma bússuna hjá, og so vóru pengarnir í bank­anum – tað vil siga í Før­ oya Banka, sum er eitt stað úti á sjónum. Men vit vóru altso í føð­ ingardegi hjá Kubba, og fingu bomm frá honum. Kubbin var fittur og bleytur, men beiggi var eitt sindur skeptiskur: »Hann hyggur út gjøgnum nevið, hatta er ikki ein ordi­ ligur lundi«, og eg mátti geva honum rætt: Inni í nevinum – har tað líkasum var opið – sá mann tvey vanlig menn­iskja­ eygu. Her var okkurt sum ikki ruggaði ordiliga rætt, tá tað snúði seg um Føroya Banka, Kubb­an og hvussu hann skuldi flúgva pengarnar út á hav at goyma teir. Og tað vísti seg skjótt, at vit fingu meira rætt enn vit roknaðu við, tí stutt eftir fingu vit at vita, at nú var tað ikki longur Kubbi, sum fleyg út á Føroya Banka. Nú var tað Nósin, sum tók sær av tí. Ong­ ir pengar vóru eftir, og Kubbin var søga. Hetta við at Føroyar vóru farnar á heysin skiltu vit sjálv­ andi ikki heilt, men á Eiði var heldur ikki so galið. Flokkurin, sum eg skuldi í, tá eg fór at sleppa í skúla skuldi hóast alt vera tann størsti nakrantíð. Men brádliga blivu børn burtur. Nýggj orð sum Hirtshals, Esbjerg og Kjøpinhavn blivu partur av orðatilfeinginum hjá børnunum, og onkur fór eis­ini burturav hesum størsta flokk­inum á Eiði nakrantíð. Tað var tó ikki tað einasta: Flakavirkið stongdi í fleiri umførum, skipini fækkaðust á kajini og bilarnir vóru verandi teir somu. Og heldur nakar, at tað bara var á Eiði, at støðan var soleiðis, so kanst tú trúgva um­aftur. 7000 føroyingar fluttu av landinum, ongin fisk­ ur var at fáa og Føroyar blivu eitt skúladømi um, hvussu mann ikki skal fáast við bú­ skap. Soleiðis gingu øll tey fyrstu árini líka til vit komu framvið 90unum. Nú byrjaðu tey at byggja ting, eldrasambýli, ítróttar­høll, skúla og so fluttu nøk­ur, sum vóru farin til Hirtshals og Esbjerg aftur til Eiðis. Ja, Nú hendi okkurt í ann­ars steindeyðu bygdini. Soleiðis gingu øll 0ini. Nógv nýtt hendi, og tað var stutt­ligt at vera ungdómur, hóast broytingarnar vóru eitt sind­ur óvandar, mann var jú eitt kreppubarn. Nú er støðan broytt aftur: Flokkurin, sum byrjaði á Eiði í summar er helvtina av tí mín flokkur var, og tey vita utt­an iva, hvat Kjøpinhavn, Esbjerg og Hirtshalds eru. Meira enn helvtin av størsta flokk­inum á Eiði nakrantíð búgva í Keyp­ mannahavn. Einasti bank­ in í bygdini er ein robottur á ein­um húsaveggi, sum spýtir peng­ar út. Flakavirkið hevur verið stongt í fleiri umførum. Fólka­talið í Føroyum minkar hvønn dag, og einasti fiskurin mann fær upp úr sjónum er makrelur. Jú, hóast Kubbin er avlív­ aður, so síggjast eyguni í nev­ inum nokk betur enn nakran­ tíð: Her ruggar ikki ordiliga rætt. Eygu í nevinum Ghetto klumman Leygarkvøldið verður eitt for­ kunnugt tiltak í Føroya­húsinum. Tá verður ein sokallaður eindags festivalur, har 12 konsertir eru á skránni. Edmund Sofus Jacobsen skipar fyri hesum tiltakið, sum byrjar klokk­an 23.00 leygar­ kvøldið, og held­ur fram til tann ljósa morgun. À skránni eru 12 framførslir, har eitt nú Dánjal Á Neystabø, James Olsen, Jóhannes á Rógvu Joensen og Kim Hansen spæla. Edmund sigur, at hann leingið hevur undrast á, at danir og føroyingar ikki leggja meira í kríggi, sum Danmark og harvið eisini Føroyar eru í. Tí vil hann við hesum vísa á, at tað finnast fólk, sum standa fyri friði. Edmund lovar, at kvøldið verð­ur stuttligt og áhugavert, og hann sigur, at hann eisini hevur roynt at gjørt nakað fyri eyga – ikki einans fyri oyra. Eftir hansara tykki hóskar tón­leikur sera væl saman við friðarhugsan, og tí hevur hann valt at skipa fyri hesum tón­list­ ar­liga kvøldinum – nakað, sum hann ikki hevur roynt áður. Give Peace a Chance Ghetto Føroyar er sending hjá Rás2, beinleiðis úr Keypmannahavn hvønn hósdag klokkan 14-16. Talan er um frískt, frekt og festligt útisetaradio. Lív Højsted Horsdal, Barbara Holm, Rógvi Nybo, Eirikur í Jákupsstovu og Rólant Waag Dam gera sendingina, saman við Búgva Øster og Magna Høgnesen, ið standa fyri tekniska partinum. Á hesum síðum sæst nakað av tí, borðreitt var við í seinastu sending. »Dáma« Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært myndir, kanst hoyra kjak og aðrar samrøður, umframt at føstu tættirnar, sum eru live tónleikur, Klumman, Útisetin og Endabresturin.