fríggjadagur 5. oktober 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ung í starvsvenjing
Orð og myndir
Sára Juul Heinesen og Kristina Reginsdóttir av Húsabrúgv
- Eg havi altíð havt sera
stóran áhuga fyri mati,
sigur Guðrun Marna Eyð
finsdóttir, sum gongur í 9.
flokki í Eysturskúlanum.
Hon byrjaði í starvs
venjing hjá Oddvør Skarð
hamar mánadagin, har
hon fer at kokkast tvær
tær komandi vikurnar.
Av tí at ein, Guðrun
kendi, hevði verið hjá
Oddvør og hevði latið
sera væl at, helt Guðrun,
at hetta eisini kundi verið
nakað fyri hana.
Guðrun
hevði
bert
starvast hjá Oddvør í ein
dag, tá ið vit hittu hana,
hon fekk tó sagt okkum,
at henni dámdi sera væl.
Hetta er heilt víst nakað,
ið hon vil mæla øðrum til,
sum eisini dáma væl at
gera mat.
- Eg eri sera glað fyri, at
eg, saman við øllum øðr
um 9. floksnæmingum,
havi møguleikan í tvær
vikur at fáa innlit í ger
andisdagin hjá teimum
vaksnu. Guðrun heldur
eisini, at tað er sera um
ráðandi hjá næmingum at
royna seg í arbeiði longu í
fólkaskúlanum.
- Tað er nógv betri,
enn eg hevði væntað.
Áðrenn eg skuldi byrja í
starvsvenjing, hoyrdi eg
frá øðrum, at tey høvdu
kett seg og havt lítið og
einki at gjørt, har sum tey
høvdu verið. Guðrun letur
somuleiðis væl at, og hon
kennir seg væl móttikna
hjá Oddvør.
Guðrun er nøgd við, at
starvsvenjingin er í tvær
vikur. Tað er einki, ið hon
hevði viljað broytt við
víkjandi starvsvenjingini
sum heild.
Eisini Oddvør heldur
tað vera sera áhugavert at
hava ung í starvsvenjing.
Hon heldur, at tað er um
ráðandi hjá ungdóminum
at koma út á arbeiðsmark
naðin og royna seg í tí,
sum tey møguliga ynskja
at starvast við sum vaks
in.
- Eg gevi ikki næming
unum beinleiðis ábyrgd
fyri serstøkum tiltøkum,
men tey sleppa at luttaka
í mínum arbeiði og øllum
tí, sum eg geri, sigur Odd
vør Skarðhamar.
- Eg gleðist yvir, at eg
kann hjálpa djórum, um
eitthvørt er galið við
teimum, sigur Eva Kjæld
Hansen, sum í eina viku
afturat sleppur at virka
fyri sínum arbeiðsdreymi
sum djóralækni.
Eva hevur, síðan hon
var heilt lítil, droymt
um at gerast djóralækni.
Henni dámar ser væl
djór, serliga hestar, hóast
hon ikki hevur fingið sín
egna enn. Hon eigur tveir
hundar og eina kanin.
- Eg vil fegin starvast
sum djóralækni, tá ið eg
verði vaksin. Hetta er
ein góð roynd, ið kann
hjálpa mær á leið til mítt
dreymastarv. Hjá Djóra
læknatænastuni sleppur
Eva at taka lut í smærri
uppgávum, eitt nú at
doyva djórini og eisini at
halda djórunum.
Útbúgvingin til djóra
lækna tekur fimm og eitt
hálvt ár, um tað gongur
væl. Hetta hevur Eva mót
til at fara í gongd við í
framtíðini.
Eva heldur, at tað
hevur stóran týdning, at
fólkaskúlanæmingar
í
9. flokki sleppa at royna
seg í størvum eftir egnum
áhuga. Hon sigur tá eisini,
at tað er sera læruríkt og
mennandi at sleppa at
taka ábyrgd.
- Eg hevði tríggjar
møguleikar
at
velja
starvsvenjingarstað, og øll
støðini, ið eg valdi, høvdu
okkurt við djór at gera,
sigur Eva við einum smíli.
- Eg haldi,at tvær vik
ur er í so lítið. Eg vildi
fegin, at eg hevði havt
møguleikan
at
fara
í
starvsvenjing meira enn
eina ferð í fólkaskúlanum.
Tó haldi eg ikki, at næm
ingarnir eru nóg búnir í
8. flokki, men tvær ferðir
í starvsvenjing í 9. flokki
hevði verið fínt.
Jústines Olsen, djóra
lækni, heldur, at næm
ingarnir skulu sleppa at
fylgja sínum áhugamál
um. Tí er tað gott, at teir
fáa møguleikan at taka
tvær vikur í starvsvenjing.
Væl mót
tikin hjá
Oddvør
Guðrun Marna Eyðfinsdóttir gjørdi
týsdagin rótfruktakips
Hug at
læra til
djóra
lækna
Eva Kjæld Hansen kíndi einum hundi, sum varð geldur
- Her havi eg møguleikan
at gera júst tað, ið eg havi
áhuga fyri, sigur Petur
Sólbjørnsson
Thomsen,
sum sleppur at royna seg
í Sportmaster í SMS í tvær
vikur.
Petur hevur altíð havt
sera stóran áhuga fyri
ítrótti, serliga fótbólti,
og tí er hann sera glaður
fyri, at hann nú sleppur at
royna seg í einum ítróttar
handli. Har virkar hann
sum eitt heilt vanligt
starvsfólk. Hann situr við
kassan, setir ting á pláss
og vegleiðir kundar.
- Eg haldi, at tað hev
ur nógv at siga at vera
væl móttikin, og tað eri
eg heilt avgjørt her. Um
hann ikki kundi verið í
Sportmaster,
so
hevði
hann valt Fótbóltssam
band Føroya, sum eisini
hevur nakað við ítrott
at gera. Petur hevði væl
tímað at arbeitt í Sport
master
ella
í
øðrum
ítrottahandli sum vaksin.
Petur tekur undir við
Evu í tí, at starvsvenjingin
kundi verið meira enn
eina ferð. Til dømis kundi
starvsvenjing verið bæði
í byrjanini og endanum í
níggjunda flokki.
Petur hevur langan
arbeiðsdag, men tó eru
stundir til venjing eftir
arbeiðstíð. Hann møtir
klokkan hálvgum tígg
ju hvønn morgun og er
liðugur um fýra tíðina,
men heldur sjálvur, at
arbeiðsdagurin
kundi
verið longri enn tað, tó
dámar honum væl, sum
nú er.
- Tú avgerð sjálvur við
tínum hugburði, hvussu
tín starvsvenjing verður,
sigur Petur. Hann heldur,
at tað er sera umráðandi
at hava positivan hugburð
fyri at fáa eina góða og
mennandi starvsvenjing.
Hetta førir eisini til betri
trivna.
- Tað er gott fyri
næmingarnar at sleppa
at royna seg á arbeiðs
marknaðinum, sigur Rúni
Mohr.
Starvsfólkini
í
Sportmaster veita starvs
næmingunum góða hjálp
og læra teir at arbeiða.
Petur Sólbjørnsson Thomsen sleppur eisini
at standa við kassan í Sportmaster
Tín egna
ábyrgd
at trívast