fríggjadagur 5. oktober 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hesir báðir eru slóð til søguna um
seks beiggjar, sum fóru allir út í
heim saman við foreldrunum, men
bert Niels, pápi teir báðar í kirkju
garðinum, kom heim aftur.
Ein abbasonur Niels er sjónleik
arin, Eyðun Johannessen. Hann
greiðir soleiðis frá síni sjáldsomu
ættarsøgu:
Langabbi, Johannes Jeremiassen,
eisini nevndur Elduvíks Jóannes, var
føddur í Elduvík í 1831. Langomma,
Maren Margrete Nicoline Nolsøe,
var fødd í Kaldbak í 1839. Tey giftust
í 1865 og búsettust í Havn.
Langabbi fekk handilsloyvi í 1872
og hevði handil og reiðaravirki úti á
Reyni. Eitt av hansara skipum var
sluppin "Gustav". Tey fingu seks
synir:
Sámal Johannes, f. 1865
Peter Hans, f.1870
Jacob Hendrik Groth, f. 1874
Niels Skaale (abbi mín) 1875-1959
Anneus Sofus Berlin f. 1880
Alt húskið fór av landinum
Mitt í 1880-árunum fóru tvær slupp
ir hjá langabba á land í illveðri, og
hann gavst við handlinum.
Sámal Johannes tók students
prógv og fór undir at lesa til lækna
í Keypmannahavn. Hann gevst við
lestrinum og flytir til Argentina. Ein
eftirkomari hevur stórt seyðahald
sunnarlaga í landinum.
Stutt eftir flyta hini í húsinum til
sonin Petur Hans, sum flutti ungur
til Leith í Skotlandi.
20 ára gamli Petur Hans, sum var
sonur Petur Hans, og Hans Sophus
luttaka sum bretskir hermenn í
fyrra heimsbardaga. Báðir falla á
vígvøllum í Fraklandi. Hans Sofus
fyrst í bardaganum í 1914 og Petur
Hans 28. oktober 1918, tríggjar vikur
fyri krígslok.
M.S. Viðstein skrivar um Groth,
búsettur í Edinburgh:
"Í frítíðarstundum legði hann
seg eftir at spæla fiól, lærdi hesa
list so væl og virðiliga, sum lærast
kann hjá einum meistara. Um hetta
hansara frítíðarstarv gáaði eingin,
fyrr enn hann "sum sól eftir ælið"
steig fram við fiól og boga. Tað var
Edinburgh Evening News, ið "fann"
hann og bar boð um alt Skotland, um
henda nýggja fiólsnilling, ið fyrsta
dagin skuldi fáast at hava konsert í
Edinburgh."
Groth varð skjótt eitt navn eisini
í Onglandi, og helt hann konsertir
ymsa staðni í Europa. Hann vitjaði
í Argentina, har bróðurin Johannes
búði, og eitt skifti skal hann hava
undirvíst á musikkháskúlanum í Rio
de Janeiro. Fyrst í tjúgunum vitjaði
Groth heimlandið aftur.
M.S. Viðstein heldur fram:"...og
so kom hann heimaftur til Føroyar
fyri eisini at gleða landsmenn sínar
við sínum meistarliga fiólspæli. Og
í Føroyum spældi hann fyri troðka
fullum húsi bæði í Havn og á bygd.
Hann var ein sannur trøllmaður til
at fáa fíólina at láta. Og onkur av
teimum, ið hoyrdu hann tá, hoyra
hann í huganum enn, og tað so væl,
at borið verður saman við aðrar fiól
snillingar sum stundum hoyrast í út
vørpunum. So fagurliga og meistar
liga leikaði Groth á síni fiól, tá ið
hann var hæddini. Lívið fer nú ikki
líka væl við okkum øllum. Tað verður
so mangur havdur av fótum beint
sum best stendur til, Groth kom at
verða fyri hesari vanlagnu. Hann
slepti fiólini heilt og tók sær annað
starv fyri, ið ikki legnaðist so væl fyri
honum."
Bara Niels kom heim aftur
Abbi varð í Onglandi útbúgvin
innan handilsskap og flutti aftur
til Føroyar um aldaskiftið, 25 ára
gamal. Hann starvaðist fyrstu árini
í Heygahandlinum í Vestmanna hjá
Òlavi bónda á Heygum. Í 1903 giftist
hann við Magdalenu (f. 1878), systur
Ólavs.
Tey fluttu úr Vestmanna til
Havnar um 1905 eftir áheitan frá
bóndunum, sum vóru áhugaðir fyri
at savna ein kjøtmarknað í høvuðs
staðnum. Í 1906 læt abbi upp Føroya
fyrsta serhandil við kjøtvørum, sum
var í egnu húsum hansara í Tórsgøtu.
Hann hevði fleiri mans í arbeiði.
Tey fáa átta børn. Fyrst tríggjar
døtur, Ninna, Birgithe (Gigga) og
Herdis, sum allar fingu sær útbúgving
í Danmark og búsetast har. Teir fimm
synirnir vóru Johannes (pápi mín),
Álvur og Havgrímur. Og so Arne
Frode og Erling, ið báðir doyðu sum
smádreingir. Annar sum pinkubarn.
Abbi bleiv 84. Tann seinasti av
seks brøðrum, og tann einasti ið end
aði sínar dagar í heimlandinum.
Nøkur ár frammanundan upp
livdi abbi, at hansara lívsverk - heil
sølan - fór av knóranum. Tá eg flutti
heimanífrá at søkja mær lærdóm,
gav hann mær samlaðu verkini hjá
Goethe.
Eina viku áðrenn hann lat eyguni
aftur á síðsta sinni, lá hann og læs
endurminningarnar hjá Winston
Churchill á enskum aftaná tvær
heilabløðingar. Tað seinasta eg minn
ist hann segði var: "Man má halda tað
eingilska viðlíka!"
Eisini undangongumaður
í fiskasølu
Í Tingakrossi í 1929 stendur er m.a.
skrivað um Niels:
“Niels Johannessens navn og
virki fyri føroyskari fiskasølu er
víða kent. Allir keypmenn minnast,
tá teir kjøpinhavnsku grosserarnir
í 1922 tóku seg saman í ring at ráða
yvir fiskahandlinum úr Føroyum, so
hann framvegis kom at ganga yvir
Keypmannahavn og ikki beinleiðis
til Spanialand. Johannessen var tá
sendur til Spaniu, fekk frálíka gott
salg í lag og fór síðan til Italia, har
var tað sama. Hann var soleiðis upp
havsmaður til tann beinleiðis fiska
handilin úr Føroyum, sum hevur
spart okkum fyri so nógvar ónýttar
útreiðslur og givið bæði keypmonn
um og fiskimonnum – og harvið tí
føroyska samfelagnum – so stóran
vinning.
Um hetta leitið vaks tollurin á
fiski hiðani, men Johannessen fór alt
fyri eitt í holt við konsulátið í Madrid
um henda spurning, og tað helt víðari
fram í tí danska uttanríkisstýrinum.
Úrslitið var, at ríkisstýrið samtykti
at góðgera tollin á fiskaútflutningi
hiðani til Spania.
Síðan arbeiddi hann fyri salt
fiskasølu, opnaði vegir til nýggjar
avtakarar, og tað árið, tá Keyp
mannahavn stóð fyri at fáa fiskin
til 50 oy.kg. ráddi hann til at bíða, og
úrslitið var, at prísurin vaks og kom
at endanum upp til 70 oyr. kg.
Í 1926 var aftur illa statt við klipp
fiskasøluni. Har var bert tann eini
keyparin, og hann vildi ikki geva
meira enn 53 oy. kg. Men tað eydnaðist
Johannessen sum millummaður at
fáa prísin upp á 65 oy kg...”
Fingu grøv saman
við arbeiðskonuni
Har Erling og Arne Frode liggja er
ein inngirðing, sum sær út til at vera
ætlað at vera eitt familjugravstað.
Men eingin annar í ættini varð
jarðaður her.
Tað er bert ein annar gravsteinur á
hesum leiði, og hann er hjá Elsebeth,
kallað Ebba, Anthoniussen, fyrr um
røddur í hesi røð, sum var í húsi hjá
Restorff alla sína tíð.
Systir hennara, Ellen Maria, var
í húsi hjá Jeremias, pápa Niels, og
hon doyði út hjá Nielsi í 1912. Hon
er jarðað á hesum leiði, tó uttan
gravstein. Ebba doyði í 1914 og er
jarðað saman við systur síni. Seinni
verða hesir báðir smáu synir Niels
jarðaðir á leiðinum hjá báðum ar
beiðskonunum.
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Niels Johannessen:
Alt húskið fór av landinum
Í einum gravstaði í gamla kirkjugarði eru tveir steinar hjá tveimum smáum brøðrum.
Teir eru Erling og Arne Frode Johannessen, synir Niels Johannesen
ARNE FRODE JOHANNESSEN
F. 20.2. 1920
D. 8.5 1920
ERLING JOHANNESSEN
F. 25. AUGUST 1915
D. 20.JANUAR 1917
Foreldrini hjá Niels, Maren Margrethe og Johannes Jeremiassen
SOV SØDT I HERRENS HAAND
VOR DYREBARE LILLE
Magdalena og Niels Skaale Johannessen
Komandi partur
Komandi partur verður um møðgurnar Onnu Olsen og
Sunnevu Joensen, sum báðar fingu eina harða lagnu.