fríggjadagur 5. oktober 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein góður maður farin
Tað kom okkum øllum dátt
við, tá deyðsboðini bórust
um, at Jónsvein Knudsen
var farin. Alt steðgaði upp,
tí hetta gav líkasum onga
meining, at hann skuldi
verða tikin burtur í bestu
árum, bara 54 ára gamal, og
enn virkisfúsur og fullur av
orku og góðum hugskotum. Í
dag hevði hann fylt 55.
Hóast Jónsvein altíð hevði
livað lívið fult út og var góð
ur við lívið, so mundi eingin
ivast tað minsta í, at hann
framvegis kundi framt og
útint so mangt, tí hann var
veruliga ein av teimum, ið
treivst best í vási og har sum
nakað hendi. Hann dugdi
ikki at síggja nakra orsøk til
at sita hendur í favn og bíða,
so gjørdi eingin annar tað,
sum gerast skuldi, so gjørdi
hann tað sjálvur.
Longu sum 19 ára gamal
byrjaði hann á skrivstovuni
á táverandi Lynfrost, og 35
ára langa arbeiðslív hansara
kom fiskurin at vera reyði
tráðurin, ið gekk aftur. Bæði
sum virkisstjóri og reiðari á
nógvum skipum fekk hann
avrikað nógv, og tað munnu
ikki vera so fá húski, ið av
hesum fingu innkomuna, tí
tá Jónsvein var farin í gongd,
stungu arbeiðspláss og kjans
ir seg upp allastaðni.
At hann hevði evni og
hegni sum vinnulívsmaður,
fortelja
ikki
minst
teir
mongu álitissessir, ið hann
fekk, sína greiðu søgu um.
Hann stillaði seg ikki aftast,
tá tað ráddi um at taka við
ábyrgd, men var við í fremstu
røð, um brúk var fyri tí. Og
sjálvur spardi hann seg ikki,
tá tøk skuldu takast, so tí
mundi ein vanligur átta tíma
arbeiðsdagur vera honum
ókendur. Tað ráddi um at
arbeiða, tá nakað var at gera
– og tað var tað aloftast.
Jónsvein fann sær góða
konu í Fuglafirði, Ady, og sam
an vóru tey eitt vælvirkandi
toymi, sum í felag fekk skapt
bestu karmar um familjuna,
ið kom at telja børnini Jan
us, Sigrun og Magnus, og
seinni eisini fleiri aftrat.
Sum prestur segði tað so gott
í kirkjuni, var prátið við døg
urðaborðið at líkna við ein
fund, har øll mál vórðu vend
og kanska eisini nógvar av
avgerðunum tiknar.
Hjartaligur var Jónsvein
sum fáur, og hevði fyrst
møtt honum og vart komin
at kenna hann, kundi tú vera
vísur í, at tú hevði fingið ein
vin so trúgvan, at eingin fekst
betri. Eingin var gloymdur,
men við áhuga spurdi hann
eftir tínum nærmastu, tá tit
hittust, og við sínum lætta
og opna sinni var hann
av sonnum eitt av hesum
deiligu menniskjunum, ið
aldri á ævini vildi gjørt mun
á høgum og lágum.
Alt tað, sum hendi og
fyrifórst her á plássinum,
hevði hansara stóra áhuga,
og umframt at sita tríggjar
setur í Runavíkar býráð,
var Jónsvein ikki so sjáldan
tann, ið purraði uppundir og
stuðlaði, so bæði mentanar
ligt og annað virksemi á
staðnum kundi sleppa at
spíra og bera ávøkstur. Jón
svein hevði sínar ættrøtur í
heimbygdini, og vísti hann
í verki alt lív sítt, hvussu
góður hann var við plássið og
fólkini, her búleikaðust.
Eisini spældi Jónsvein í
yngri árum fótbólt við NSÍ,
og vit í felagnum kunnu bara
takka honum fyri ta stóru
hjálp og tann stóra stuðul,
hann altíð var til reiðar at
veita NSÍ, bæði so og so.
Ein betri bakk kundi einki
fótbóltsfelag ynskt sær, og
vit eru djúpt takksom fyri
alt tað, tit í húskinum og Jón
svein hava lagt eftir tykkum
í NSÍ, sum livir og andar av
tí sjálvbodna arbeiði, ið so
mong leggja í felagið.
Nú heystardagur er og
tað myrknar á luftini, savna
vit tankarnar um tykkum,
ið eftir sita, og biðja eftir, at
Harrin má styrkja og ugga
tykkum, tí svárt er altíð at
missa – og serliga, tá tú minst
væntaði tað. Ady, Janusi,
Sigrun, Magnusi og øllum
tykkara vilja vit sýna størstu
samkenslu, og í takksemi
vilja vit minnast Jónsvein,
sum var góður við øll og sum
tú ikki kundi annað enn vera
góður við. Vit drýpa høvur,
meðan vit við sorg og sakni
mugu ásanna, at ein góður
maður er farin.
NSÍ
nøvn
Føðingar
27. september
fingu Annika á
Stongum og Bárður
Sigfríðsson Venned,
Sørvágur, eina
dóttur. Hon var 53
cm long og vigaði
3570 gr.
11. september fingu Lis
beth Vang og Regin
Dalsgarð, Argir, ein son.
Hann vigaði 3050 gr og
var 49 cm langur.
16.
september
fingu
Halla
Karstinsdóttir,
Kvívík og Mikkjal Elith
Lindenskov, Vágur, ein
son. Hann vigaði 3260 gr
og 52 cm langur.
19.
september
fingu
Hanni og Fríðhild Høj
gaard, Rituvík, eina dótt
ur. Hon var 50 cm long
og vigaði 3160 gr.
26.
september
fingu
Ragnar og Karin Háskor,
Tórshavn, ein son. Hann
var 54 cm langur og vig
aði 4000 gr.
29. september fingu Ra-
mona Juul og Jógvan
Juul, Funningur, eina
dóttur. Hon vigaði 3500
gr og var 52 cm long.
24. september fingu Joan
Berg Johansen og Krist
ian Martin T. Dam, Tórs
havn, eina dóttur. Hon
var 50 cm long og vigaði
3980 gr.
26.september fekk Ester
ein lítlan beiggja. Hann
vigaði 3900 gr. og var
53 cm langur. Foreldur
teirra eru Mena og
Hanus á Gørðum,
Klaksvík.
23. september fingu Andrea á Dul Poulsen & Bjarni
Poulsen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur
og vigaði 3530 gr.
20. september fingu Unn í Bø, Klaksvík og Ingimar
Sigurðarson, Reykjavík, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 4070 gr.
Í vetur fer Tróndur Paturs
son at sýna fram í Kennedy
Center í Washington D.C. á
festivalinum Nordic Cool,
men fyrst fer verður fram
sýning í Listaglugginum.
Tað verður leygardagin 6.
oktober klokkan 16, og øll
eru hjartaliga vælkomin.
Dimmar og døkkar slóð
ir myndast á einum ultra
marinum botni. Sum kalli
grafi fara svørtu slóðirnar
upp og út á myndaflatan,
stundum við kókandi orku,
stundum spakuliga og mið
víst.
Við hvørt eru slóðirnar
tjúkkar, breiðar og sterkar, og
við hvørt tunnar og nærum
gjøgnumskygdar.
At vit eru stødd í náttúruni
er skilligt, tó so at vit standa
framman fyri einum flata,
sum um somu tíð er eitt
óendaligt dýpi.
Flestu verkini hjá Tróndi
eita
"Náttúrulýsing".Tey
snúgva seg um at einfalda ella
umseta náttúruupplivingina,
ella ta naturalistisku lýs
ingina av náttúruni til eks
pressiva abstraktión. Og tey
snúgva seg um dýpd. Tey eru
um óendaliga dýpið náttúr
unnar, um stórleikan, megina
og intensitetin. Eginleikar
ið hugtaka menniskja, men
sum eisini órógva, tí teir eru
óskiljandi. Tróndur Patursson
ber okkum tað óskiljandi,
ella sum hann sigur," ger tað
ósjónliga sjónligt".
Á sama hátt, sum náttúran
onki mark hevur, og hvørki
hevur
byrjan
ella
enda,
hava listaverkini hjá Tróndi
Patursson eina óavmarkaða
vídd. Himmalin og havsins
dýpi eru í verkum hansara,
ikki
sum
naturalistiskar
endurgevingar, men sum úr
dráttur, kenslur ella varðhugi
av
onkrum.
Verkini
eru
sjálvandi ikki náttúra, tey eru
list. Men tey eru inspirerað
av
náttúruupplivingum,
og tey luta tað sublima og
stórfingna við náttúruni.
Tróndur Patursson grundar
verk síni á lívslongu kanning
sína av náttúruni, og tí er
list hansara andliga skyld
náttúruni,
ella
sálarliga
bundin at henni. Alt tað hann
hevur upplivað í náttúr
uni er við í hvørjum einasta
verki, um tað so er ein lítil
tekning, ein stórur máln
ingur ella ein av hansara
totalinstallatiónum úr glasi.
Hvørjaferð finna vit alt lív
sins landslag.
Ultramarinblái
liturin
lýsir myndina upp innaní
frá, og svørtu teknini á yvir
flatanum flyta seg á myndini
og út ímóti okkum. Við ør
andi megi, verða vit beind úr
myrkrinum út í ljósið, móti
óendaligum dýpi og móti tí
ófatiliga. Inniligi nærleiki
listaverksins loysir tankan
og letur kroppin gloyma seg
burtur, og vit skilja av okkum
sjálvum, hvat listin vil okkum,
hvussu týdningarmikil hon
er, og hvussu nógv hon kann
í hondunum hjá einum stór
um listamanni, sum Tróndi
Patursson.
Tróndur Patursson í Listaglugginum