fríggjadagur 5. oktober 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Dýrabarasta
tilfeingið: Børn
Sjálvandi skulu nýútbúgvin
kunna fáa útgjald úr ALS, og
sjálvandi skal alt, sum til ber,
setast í verk fyri at fáa betri
útbúgvingarmøguleikar
í
Føroyum og at fáa útbúgvin
fólk aftur til landið. Og tað
hevði ikki verið verri, um all
ar útbúgvingar vórðu havdar
í huga, ikki einans akadem
iskar. Teimum er sjálvandi
tørvur á, men tað skuldi
helst ikki blivið í Føroyum
sum í onkrum av granna
londunum, har stórt yvirskot
er av akademikarum og sam
stundis enn størri tørvur á
fólki við miðallongum og
handverkaraútbúgvingum;
umframt teimum listarligu.
Men í øllum tosinum um
útbúgvin fólk tykist tað við
hvørt, sum ein stórur og týð
andi bólkur dettur burtur
ímillum: stakir uppihaldarar.
Tað tykist, sum tey, ið sita við
valdi og ábyrgd, halda seg til
ta áskoðan, at um tey bara
lata eyguni aftur fyri støðuni
hjá støkum uppihaldarum, so
hvørva teir. Og tað er júst tað,
sum hendir og kann henda í
enn størri mun.
Stakir uppihaldarar eru
líka so fjølbroyttur bólkur
sum samfelagið sum heild.
Hann fevnir um allar bólkar,
frá blaðungum, sum skulu
undir útbúgving ella út í
arbeiðslívið, til fólk við miðal
og longum útbúgvingum, við
ella uttan starv. Og umframt
tað, sum hvør einstakur stak
ur uppihaldari hevur at geva,
so fylgja børnini við. Tey gera
stóran mun, nú barnatalið
minkar í stórum.
Tí átti einki at verið meira
sjálvsagt, enn at tey, sum sita
við valdi og ábyrgd, gjørdu
alt tað, tey vóru ment, fyri
at fáa stakar uppihaldarar
at støðast í Føroyum og til
at flyta heimaftur. Men so
er ikki. Vánirnar at liva eitt
hampiligt lív hjá støkum
uppihaldarum og børnum
teirra eru alt annað enn
góðar. Nógvir stakir uppi
haldarar eru bundnir av
hjálp frá foreldrum ella aðr
ari familju, ikki bara stutta
tíð eins og nógv ung eru,
men líka til børnini verða
vaksin. Og hevur tú ikki for
eldur ella aðra familju, sum
kunnu hjálpa, ella kanst tú
av eini ella aðrari orsøk ikki
taka ímóti tí hjálpini, so er
bara møguligt at yvirliva
í Føroyum í fátækadømi.
Ikki bara lutfalsligum, men
veruligum. Onkur undantøk
eru, treyðugt so; til eru eisini
stakir uppihaldarar, sum fáa
stjóraløn ella arva eini hús.
Serliga hjá støkum uppi
haldarum skal ein ófatiliga
sterk tráan eftir at búgva
í Føroyum til, um teir ikki
heldur skulu velja at fara
av landinum ella lata vera
við at koma heimaftur aft
an á lokna útbúgving. Sjálv
var eg t.d. í teirri støðu, tá ið
eg flutti aftur til Føroya, at
skiftið frá at vera arbeiðs
leys í Danmark til eitt leið
arastarv í Føroyum hevði við
sær, at tann tøka inntøkan
minkaði við fleiri túsund
krónum um mánaðin. Og
tá kundi eg enntá flyta inn
í kjallaran hjá foreldrunum.
Fyri ikki um at tala, um eg
skuldi samanborið við eitt
lønt starv uttanlands.
Í løgmansrøðuni í ár
segði løgmaður, at "skattur
in á lønum (var) vorðin alt
ov høgur, samanborin við
tey lond, ið vit kappast við.
Fyri fólk, sum hava nomið
sær longri útbúgving, merkti
hetta, at tey við somu inn
tøku høvdu havt upp í fleiri
túsund krónur meira aftan á
skatt, um tey búðu í Danmark
heldur enn í Føroyum. Tí
framdi
samgongan
eina
skattaumskipan 1. januar
í ár." So tað var grundgev
ingin fyri at geva teimum
ríku stóran skattalætta, með
an tey við lágum og miðal
inntøkum lítlan og ongan
skattalætta fingu.
Tað verður ikki hildið at
vera góður siður beinleiðis
at gera mismun á fólki. Tí
er neyðugt nú at rópa tað út
bæði hart og týðiliga: Allir
stakir uppihaldarar hava
somuleiðis upp í fleiri túsund
krónur meira aftan á skatt,
um teir búgva í Danmark
heldur enn í Føroyum.
Hóast ósamd, so ber tað
um ikki annað til at skilja
hugsunarháttin, sum liggur
aftan fyri avgerðina um at
geva teimum ríku skatta
lætta, um tað nú veruliga
eisini varð gjørt fyri at fáa
fólk við longri útbúgving
aftur til Føroya. Men so má
henda sama grundgeving
sjálvandi eisini vera gald
andi fyri tiltøk, sum nú fara
at verða sett í verk fyri at
fáa stakar uppihaldarar at
kunna verða verandi ella
flyta heimaftur: tøkar leigu
íbúðir, leiguískoyti, barna
ískoyti, tryggjaða inntøku
undir útbúgving, frípláss á
dagstovni o.s.fr.
Skal nøkur framtíð vera
lagað
tí
føroyska
sam
felagnum, so mugu útbúgvin
fólk flyta aftur til Føroya.
Men enn meira átrokandi er,
at stakir uppihaldarar verða
verandi ella flyta heimaftur.
Tí felags fyri allar stakar
uppihaldarar er, at teir longu
eiga tað allardýrabarasta
tilfeingið, sum tí føroyska
samfelagnum tørvar meira
enn nakað annað: børn!
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Tað tykist, sum tað umsíðir er gingið upp fyri fólki, at tað størsta
vandamálið fyri tað føroyska samfelagið er minkandi fólkatal - eftir
at ávarað hevur verið um hetta síðani kreppuna í 90-unum.
Ein klisjé er nakað vit siga aftur og aftur.
Klisjéirnar eru sum brimbrýnt malargrót. Slættar og
næstan mjúkar. Slitnar upp og niður og aftur og fram
av ”tíðarinnar tonn” – ið eisini er ein klisjé! Klisjéir hava
eitt vet av sannleika í sær. Annars vóru tær neyvan
klisjéir. Ein klisjé eru orðini hjá Churchill, at mentan má
til. Orðini vórðu søgd undir seinna heimsbardaga, tá ein
bróðurpartur av teimum bretsku fólkavaldu ætlaðu at
skerja játtanina til list og mentan.
- Then what are we fighting for? Hvørjum stríðast vit
so fyri?, svaraði Churchill.
Orðini eru blivin ein klisjé. Brúkt og slitin. Men eisini
sonn! Ella eru tey nú tað? Føroyar eru í eini truplari tíð.
Tað hevur ongantíð verið lættari at koma hendanvegin.
Ongantíð verið so fittligt at samskift við fólk her í
Føroyum sum nú.
Hví so flyta til Føroya? Jú, Føroyar eru á mangan
hátt eitt stuttligt land at búgva í. Fyri stuttum segði
Sjálvstýrisflokkurin, ið bert hevur ein tinglim, at vit skulu
hava fólkavøkstur!! Og rætt hevur hann.
Herfyri varð uppskot lagt fyri Tingið um at seta úr
gildi lógina um Landsbankan. Tað stuttliga við hesum er
tað, ið stendur niðast í uppskotinum undir „ummæli“: -
Uppskotið hevur ikki verið til hoyringar!
Tað er heldur ikki neyðugt at hoyra nakran. Í Føroyum
er nevniliga stutt millum høg og lág. Tí er eisini stutt
millum hugsan og avgerð. Vit hava ikki tær somu sosialu
kodurnar sum í øðrum londum. Ein útlendsk vinkona,
sum býr í Føroyum, segði herfyri við meg: Tit føroyingar
hvørki byrja ella enda eina samtalu. Og rætt hevur hon.
Vit hittast og siga:
- Nú..? Práta síðan eitt sindur um veðrið og ganga víðari,
uttan at biðja farvæl. Vit síggjast jú væntandi skjótt aftur
í lítla samfelagnum. Vit handla eisini skjótt.
Vit
avtaka
Landsbankan.
Vit
skerja
ein
fimtapart av Mentanargrunninum. Vit andøva við
Marknagilsdeplinum...
Í Føroyum er stuttligt at búgva. Og tí ger tað onki,
um vit skerja tey, ið eru køvislig og eru atfinningarsom.
Landsbankan. Listafólkini. Lærustovnarnar! Ella leggja
vit bara stovnar saman eins og ta ferðina, tá útvarp og
sjónvarp vórðu løgd saman, so útvarpið ongar pengar átti
eftir til kritiskan journalistikk…
Tragediuna á sundursorlaða Tjóðpallinum við burtur
spardum tjóvaríalarmi tosa vit ikki um her. Tragediur
eru ikki stuttligar! Vandin er kortini, at kórið fer at syngja
falskt og tagnar, tá vit kippa sangfuglarnar. Tað er ikki
stuttligt. Vón er tó fyri framman.
Løgmaður segði herfyri í besta Voltaire-stíli, at hann
vildi stríðast fyri sjónarmiðunum hjá sínum mótstøðufólki,
tá hann við íblástri frá Obama legði hesi orð á Facebook:
”Ein boðskapur í taluni hjá Obama fer ikki frá mær aftur.
Hann segði "eg verði kallaður nógv ymiskt hvønn dag, tað
er í lagi, men eg má ongantíð gloyma, at hesar røddir, sum
ikki eru samdar við mær, mugu ongantíð tagna, men skulu
verjast av mær, tað er mín ábyrgd, annars er fólkaræði í
vanda.” So er kortini vón fyri framman, at mentan, list og
fólkaupplýsing eiga onkran góðan. At vit eins og Churchill
hava okkurt at stríðast fyri.
Tí hví skulu fólk flyta heim at arbeiða, um tey ikki
eisini koma heim til eitt spennandi andslív?! Í øllum førum
lovar afturlítandi mentamálaráðharrin, at kvæðini eins og
bátasmíðið verða lívgað.
Og so kunnu vit so fegin syngja klisjéir aftan á
kappróðurin á ólavsøku, meðan fuglarnir hjá Tróndi við
óskerdum flogi kortini ikki hvørva í Bermuda-tríkantinum,
men flúgva heilt til Washington DC:
He-er er tað land, sum mær hó-var!
Theodor Eli
Dam Olsen
prestur
EYGA
MÁLIÐ
Nei, ongastaðni so
stuttligt er at liva
sum í Føroyum…
Elin
henriksen
Stakir uppihaldarar eru líka so
fjølbroyttur bólkur sum samfelagið
sum heild. Hann fevnir um allar
bólkar, frá blaðungum, sum
skulu undir útbúgving ella út í
arbeiðslívið, til fólk við miðal og
longum útbúgvingum, við ella
uttan starv. Og umframt tað, sum
hvør einstakur stakur uppihaldari
hevur at geva, so fylgja børnini
við. Tey gera stóran mun, nú
barnatalið minkar í stórum