fríggjadagur 5. oktober 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Hergeir Nielsen
Fyrrverandi løgtingsmaður fyri
Tjóðveldi og løgtingsformaður
Løgtingssamtyktin um útlát
av veðurlagsgassum er brotin
L
ógarsmíðið verður ikki
lógareftirkannað áðrenn
framløgu, undir viðgerðini
verður tað skrumblað ígjøgnum
løgtingið við frávikum frá
tíðarfreistini, og síðani verður
umsitið sum best ber til.
Ja, so vindandi galið er tað,
at stórmál, sum skula kubbast
ígjøgnum, heldur ikki verða
send avvarðandi myndugleikum
til ummælis, áðrenn tey fara í
kvørnina.
Lógarbroytingarnar, sum júst
eru bornar tinginum, um avtøku
av Búskaparráði, Gjaldføris- og
skuldarfyrisiting, AMEG og
Landsbanka Føroya eru dømi um
hesa vanlukkuligu gongd.
Lóggávusmíðið er rapað og
umsitingin er farin sama veg.
Eitt málið, sum hinvegin
hevur fingið alla ta røttu skipaðu
viðgerðina, verður kortini umsitið
sum Harra Gud veit.
Løgtingið samtykti í des.
2009 (løgtingsmál nr. 38/2009),
at føroyska útlátið av veðurlags
gassum verður skert við í minsta
lagi 20 % í tíðarskeiðinum 2010-
2020 í mun til útlátið í 2005, og
at landsstýrismaðurin í veður
lagsmálum skuldi lata tinginum
eina støðufrágreiðing um, hvussu
tað gekst við at røkka hesum máli.
Sami landsstýrismaður skuldi
harafturat koma við hugskotum
um at seta enn hægri innlendis
mál um at skerja hetta sama
útlátið enn meira.
Fyri at fylgja málinum neyvt
samtykti løgtingið eisini, at
henda frágreiðing skuldi berast
tinginum annað hvørt ár, fyrstu
ferð í tingsetuni 2011-12.
Men - tingsetan 2011-12 er
bæði komin og farin, og einki,
als einki, er frætt aftur frá
hesum máli. Orka og umhvørvið
vóru ikki so frægt sum tikin
upp á tungu í ársrøðuni hjá
landsstýrismanninum nú um
dagarnar.
S
kiftandi fólk hava umsitið
veðurlagsmál. Tey hava ferðast
dúgliga úti í heimi, har tey hava
erpað sær av, hvussu álvarsliga tey
síggja støðuna í Føroyum hesum
viðvíkjandi.
Men - niðan á Tinghúsvegin
orka tey ikki.
Ótaldar ávaringar eru komnar
frá óheftum umhvørvisfelags
skapum.
DARA, ið er ein teirra, sigur
nú um dagarnar, at 100 mió. fólk
fara at doyggja av umhvørvis
vanlukkum, áðrenn vit skriva
2030.
CO2 útlátið økist, jørðin hitnar
og ísurin bráðnar. Vakstrar
húsárinið er arvurin, vit lata eftir
okkum til børn okkara, og stendur
hendan falløksin væl brýnd og
bíða komandi ættarliðum. Sjálvi
eru vit ávegis høggstabbanum.
Mannaættin kann ikki týna
klótina, men klótan kann týna
mannaættina og rista hana av
sær. Ódnirnar, regnið og flóðirnar
gerast alt fleiri og fleiri, og úti
í heimi taka lond og stjórnir tí
umhvørvismál í størri og størri
álvara.
Fyri fýra árum síðan lótust
tey í Nesinum at vera nakað
so ævintýriliga fegin um
veðurlagssáttmálan á fjúrtanda
partsfundinum undir ST í Poznan
í Pólandi.
Árið eftir skuldu Føroyar
styrkja leiklut sín á altjóða
umhvørvispallinum, og havið
skuldi setast í miðdepulin, søgdu
tey síðan í eini tesu á COP 15 í
CPH.
Ovurerrin søgdu tey seg vera
av, at vit í Føroyum nú høvdu sett
okkum sum mál at skerja útlátið
av veðurlagsgassum, og ovustór
áherðsla varð løgd á eina føroyska
tjóðarsemju um at skerja útlátið
av veðurlagsgassum við í minsta
lagi 20 prosentum.
Har var bara einki mark fyri,
hvussu stóran týdning tað hevði,
at Føroyar vóru sjónliga nevndar
í fyrsta uppskotinum til eina
nýggja bindandi veðurlagsavtalu.
Tá tey so við egnum eygum árið
eftir sóu, hvussu ísurin smeltaði
í Ilulissat, mundi harmaljóðið
ongan enda tikið.
Mest umráðandi var sjálvandi,
at okkara fólk komu á røttu
myndirnar saman við røttu
ráðharrunum. Tosað var síðan upp
í ammur og kør um at tryggja og
varðveita havumhvørvið, meðan
umboð fyri PAME, AMAP og CAFF
vístu á framtíðar visiónir innan
havumhvørvið í arktiska økinum.
Annan dagin úti í mai mánaði
2010 mundi rómurin ongan
enda tikið, so fegin tey vóru
um ST dagin fyri lívfrøðiligum
margfeldi, samstundis sum tey
settu føtur í spenni og noktaðu at
játta eina flata krónu til tað mest
grundleggjandi arbeiði við at telja
upp verandi fauna, so at hesin
altjóða sáttmálin kundi haldast.
So seint sum í fjør vóru tey
í Bruxelles og prátaðu um CO2
útlát, lívfrøðiligt margfeldi,
veðurlagsbroytingar, kyksilvur,
oljudálking og havumhvørvið, og
slóu aftur tá nevan í borðið, at nú
skuldi føroyska røddin hoyrast í
alheims umhvørvishøpi.
M
en hvat – røddin er tagnað,
og hon tigur enn.
Ásetingin um, hvussu væl
vit skuldu halda okkara egnu
løgtingssamtykt frá 2009 um at
skerja útlátið av veðurlagsgassum
við 20 og helst fleiri og 20
prosetum fram til 2020 sæst ikki
aftur nakrastaðni og var ikki
pappírið verd, hon var skrivað á.
Í 2000 brúktu vit 230.000 tons
av olju og í 2010 brúktu vit 232.000
tons. Árini harímillum lógu
omanfyri, heilt upp í 256.170 tons
fyri árið 2007.
20% av oljunýtsluni í 2005
gevur minus 49.500 tons, men
einki politiskt framtak er
gjørt, ið slóðar fyri at minka
føroyska útláti samsvarandi hesi
meirnýtslu.
Brúkararnir eru flokkaðir í
fiskiskip og onnur skip, akfør og
flogfør, íðna, handil og tænastur,
einstakar brúkarar og SEV.
Frásæð Tróndi í Gøtu,
sum sjálvboðin fekk ein NOx
katalystator ísettan, hevur vinnan
ikki gjørt nakað stórvegis fyri at
skerja CO2 útlátið.
Oljuvinnan stendur á lopi inn
í føroyska umhvørvið, og har eru
als eingi átøk tikin.
B
roytingarnar í havinum gerast
alt sjónligari fyri hvønn
dag, ið gongur. Vit halda okkum
síggja tær, nú toskur hvørvur og
makrelur kemur, men ein nógv
størri broyting er ávegis.
Støðan í havinum hevur verið
fyri størri negativum broytingum
seinastu 30 árini enn í allari
søguni hjá mannaættini fram til
1980. (Robert Callum, University
of York)
Súrevnið hvørvur í ovurstórum
mongdum, korallirnar hvørva og
alguvøkstur tekur seg upp. Hvør
endin verður, veit eingin okkara,
men støðan er ræðandi.
Føroyingar skuldu bukast upp
á pláss at fiska burðardygt, og
ivaleyst gerst støðan á umhvørvis
økinum tann sama.
Vit harmast, suffa og puffa, og
látast at vera, men vit orka ikki at
halda gjørdar avtalur.
Vit eiga upp í ammur og kør
av millumtjóða sáttmálum,
sum vit ikki halda, og her á
umhvørvisøkinum eru so fleiri
teirra.
Vit hava her eitt greitt dømi
um, at ein landsstýrismaður hevur
brotið eina løgtingssamtykt, og
eitt enn greiðari dømi um, at vit
hava ein løgmann, sum ikki orkar
at ansa eftir, um landsstýrismenn
hansara umsita málsøki síni á
lógligan og fullgóðan hátt.
T
á soleiðis er vorðið, rapar
fólkaræðið, virðingin fyri
politisku skipanini hvørvur, og at
enda hvørvur fólkið eisini.
Tað sum fyrr var óhugsandi, er í dag vorðið
gerandiskostur, og er politiska skipanin
tí við at detta sundur á fleiri økjum.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Oljunýtslan árini 2000 - 2010
0
50.000
100.000
150.000
200.000
250.000
2000
2001
2002
2003
2004
2005
2006
2007
2008
2009
2010
2020
300.000
-20%
sml. n?tsla
Ár