Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Lat tað verða sligið fast, at tað er onki endamál í sjálv­um sær at gera broyt­ing­ar, og ætlanin er ikki at fremja nakra loysing úr Ríkis­fe­lags­skapinum. Enda­ málið við at gera broytingar er á ein virknan hátt at menna til­veru­grundarlag Føroya. Vit skulu ikki bíða við at loysa trupulleikar og arbeiða við polit­iskum loysnum, til onnur seta okkum dagskránna, ella tá trupulleikarnir ikki kunnu loysast til okkara fyrimuns. Vit skulu ikki sita hendur í favn og bíða, til onkrir til­ vildar­ligir møguleikar reka framvið. Vit skulu hava røttu og mest effektivu politisku am­ boð­ini at arbeiða við, fyri at menna Føroyar og Ríkis­fe­ lags­skapin. Útgangsstøðið í samfelagnum Fyri at kunna seta viðkom­ andi og fyri samfelagið gagn­ lig mál og skapa munagóð úr­slit, er neyðugt at tryggja sær og nágreina, hvat fyrst og fremst føroyska sam­fe­lagið og vinnan hava tørv á kom­ andi árini ella so langt inn í framtíðina, sum vit meta er forsvarligt at gera sær hugs­ an­ir um. Menningin av Ríkisfelags­ skapinum hongur í mínum hugaheimi neyvt saman við, hvat samfelag vit ynskja og harfrá, hvussu vit málrættað og skilagott saman í felags­ skap­inum kunnu gagnnýta teir fyrimunir, sum eru við at samstarva á økjum, sum eitt nú innan útbúgving, heilsu, rættarskipan, verju, uttan­ ríkis­mál o.a. Um so er, at vit ikki gera okkum ómak at nágreina, hvat tað er fyri eitt samfelag vit sjálvi ynskja, so vil tað av sær sjálvum verða rættu­ liga tilvildarligt, hvussu eitt samstarv í Ríkis­felags­skap­ in­um mennir seg – og vit fara einans at arbeiða frá sak til sak og frá ár til ár – uttan greiðar politiskar karmar og greiða strategiska kós. Áðrenn vit taka avgerð um framhaldandi kósina hjá flokkinum og framtíð Føroya, so er nærliggjandi at seta okkum hesar spurningar: • Hvat livistøðið ynskja vit – vælstandur og vælferð • Hvønn samfelagsbygnað ynskja vit – færri komm­ unur o.a. • Hvussu skulu vit umsita okkara náttúrugivnað til­ feingi • Hvussu tryggja vit per­són­ ligt frælsi • Hvussu skapa vit bestu karmarnar fyri vinnuna • Hvussu skapa vit eitt kapp­ingarført samfelag – fólk og vinna. • Hvussu fullnýta vit møgu­ leikarnar í altjóða pall­ inum. Tá vit hava svarað hesum spurn­ingum, kunnu vit betri síggja, hvørjar fyri­mun­ir og vansar vit hava við sam­starv­ inum í Ríkis­fe­lags­skap­in­um, og hvussu hetta skal menn­ ast. Føroyar og Ríkisfelagsskapurin Tað er sum áður nevnt neyð­ ugt, fyrst og fremst, at vit føroyingar gera av, hvat vit sjálvi politiskt og í aðrar mátar vilja við føroyska sam­ felagnum. Hvørjar eru polit­ isku visjónirnar og málini fyri Føroyar, og hvussu náa vit á mál og eftir hvørjari polit­ iskari ætlan, skulu vit arbeiða, hvørjar verða stóru politisku uppgávurnar at loysa. Hetta snýr seg um at taka ábyrgd av egnum landi - politiskt og búskaparliga. Tá vit hava lagt eina broytta kós, kunnu vit viðgera og gera av, hvussu samstarvið í Ríkis­felagsskapinum hósk­ andi kann skipast og virka. Hin­vegin forðar onki fyri, at Ríkis­felagsskapurin er við til at ávirka og skapa íblástur til, hvussu vit skipa og seta mál fyri føroyska samfelagið. Vit hava onnur altjóða samstørv og felagsskapir at samanbera við, eitt nú ES, EFTA, NATO, ST o.a. Í hesum felagsskapum snýr tað seg um meira og minni formliga bindandi samstørv og av­gev­ an av suvereniteti ella polit­ iskum og búskaparligum valdi hjá nationalstatunum. Rákið og bestu úrslitini og menningin vísir seg frá størri samstarvi, herundir tætt form­ligt bindandi samstarv mill­um lond. Velja vit eina loys­ingarleið, so ganga vit beint ímóti rákinum um td. altjóða samstarv. Ganga vit slíka leið, sum eitt lítið land, so vil hetta eisini fáa negativar avleiðingar. Føroyar í altjóða høpi Føroyar eru umframt partur av einum Ríkisfelagsskapi eisini partur av einum altjóða samfelag, bæði politiskt, vinnu­liga, mentanarliga, bú­ skap­ar­liga o.a. Tí er tað viðkomandi at við­gera viðurskiftini í Rík­ inum í mun til umheimin, sum í alt størri mun gerst meira áhugaður í tí norður­ at­lant­iska økinum – her verð­ur hugsað um oljuvinnu, fiskivinnu, mentan, markna­ setan og møguleikum fyri at opna siglingarleiðir, spurn­ing­ inum um tað livandi til­feingið og skipaferðslu í økinum og útvinnan av olju, gassi og mineralum. Hesar broytingar og hes­ ir menningarmøguleikar í øki­num eru settir á polit­isku dagsskránna í Ríkis­felags­ skap­inum. Vit føroyingar skulu í nógv størri mun aktivt taka lut og ávirka gongd­ina og framtíðina. Samstarvið higartil í Ríkisfelagsskapinum – ein støðulýsing Tað, sum higartil hevur eyð­kent samstarvið í Ríkis­ felagsskapinum er vantandi ný­hugsan og ein ávísur passivi­tetur – vit viðgera trupul­leikarnar, tá teir íkoma, hava hópað seg upp, ella eru vorðnir ov stórir. Samstarvið verður í løtuni ikki hildið nóg væl viðlíka. Hetta kann best grundgevast við, tá føroyingar sjálvir halda seg kunna samráðast og gera sínámillum avtalur við onnur lond. Á seinasta ríkisfundi varð eitt av evnunum at styrkja samstarvið í Ríkis­felags­skapi­ num á uttanríkispolitiska øki­num og innan tað uttan­ ríkisbúskaparliga – handils­ av­talur o.a. Tað er greitt, at allir part­ arnir í Ríkisfelags­skapinum ikki altíð og í øllum málum hava samanfallandi áhuga­ mál ella eru samdir. Men sam­ stundis standa vit sterkast, um vit gera okkum ómak at finna innanhýsis politiskar loysnir og standa saman. Undir verandi skipanum og samstarvi eru nógv viður­ skifti longu løgd í fast­ar karm­ar, sum londini grund­ leggj­andi eru nøgd við. Av­ bjóð­ingarnar handla tí um nýggju samfelagsligu og vinnu­ligu menningina, sum stendur fyri framman, og hvussu vit í Føroyum tryggja, at felags áhugamál ikki verða sett til viks, tá eitt nú stórir aktørar uttanífrá gera seg galdandi. Ríkisfelagsskapurin kem­ ur veruliga til sín rætt, tá vit byrja at síggja teir møgu­leik­ ar, sum eru fyri framman, og sum nakað við kunnu fáa fe­ lags fyrimunir og gagn av, og sum kann styrkja okkara al­ tjóða kappingarførið á øllum økj­um. Stevnuskrá Sam­bands­ floksins - grundvøllurin Sambandsflokkurin hevur eina stevnuskrá, sum flokkur­ in sjálvandi skal halda seg til, so leingi onki annað er við­ gjørt og avgjørt - henda er sein­ast endurskoðað í feb. 2002. Hesa stevnuskrá skal velj­ arin eisini trygt kunna halda seg til. Tí er umráðandi, at møguligar broytingar ikki verða gjørdar uttan at leiðsla, tingmanning og annars bak­ land floksins, er partur av slíkari tilgongd. Sum formaður fyri Sam­ bands­flokkin er tað mín skylda at føra fram og gera tað, sum tænir føroya fólki og flokkinum. Politikkur snýr seg um m.a. at arbeiða við politiskum visjónum, málum og strategi, flyta mørk, vísa kós og ann­ ars taka lut í einari av­gerð­ar­ tilgongd, royna at ávirka og fáa politiskt vald. I veruleikanum fevn­ir poli­tikkur um organisa­ tor­isku uppbygg­ingina av ein­ um landi ella samfelag - frá stjórn­arleiðara til løgting og til borgaran. Eg kann tí sum formaður Sambandsfloksins og løg­ mað­ur ikki lata standa til og sita og bíða eftir, at eitthvørt møguliga fer at henda – um­ verðin er eyðkend við stórum dynamikki, og er ein politiskur leiðari ikki aktivt við í menn­ ingini, ja so hevur ein í veru­ leik­anum valt at standa uttan fyri menn­ing­ina. Ein drúgv politisk tilgongd Broytingarskjótleikin í polit­ isku skipanini um allan heim, vita vit, liggur niðalaga í mun til aðrar partar av sam­fe­ lagnum. Hetta skal kanska verða soleiðis fyri at skapa tryggleika og eina javna menning. Tær broytingar, sum eg síggi fyri mær í Ríkis­felags­ skapinum, fara at taka nógv ár at gjøgnumføra – eitt tíðar­ skeið uppá 10-20 ár, áðrenn málini, vit í dag seta, verða nádd. Samstundis muga vit leypandi seta nýggj mál út í kortið. Tað fer at snúgva seg um alla tíðina at røra í pott­ inum fyri at skapa dyna-mikk og framdrift. Tað, sum kortini er umráð­ andi, er at gera sær greitt, hvørji málini skulu verða og leggja eina arbeiðs- og tíðar­ ætlan. Fari fyrst av øllum at við­gera politiskar visjónir, mál og strategi fyri fram­ tíð­ina hjá Føroyum og Sam­ bandsflokkinum innan­hýsis. Broytingar á veg Samstarvið í Ríkisfelags­ skap­inum fer at verða broytt so­leiðis, at londini í størri mun fara at arbeiða við møguleikum í staðin fyri forðingum og at brúka polit­ iskar møguleikar í staðin fyri løgfrøðisligar forðingar. Á ríkisfundinum í Grøn­ landi herfyri, avtalaðu vit tríggir stjórnarleiðarar at fara undir eina tilgongd til tess at styrkja samstarvið og samskiftið millum tjóð­ir­nar bæði á politiskum og fyri­ sitingarligum stigi. Farið er nú undir at útgreina, hvussu vit kunnu útbyggja og styrkja okkara møguleikar á altjóða pallinum. Eg haldi, at vit eiga at taka uppaftur stjórnar­skipanar­ arbeiðið og gera tað liðugt. Ein nýggj stjórnarskipan kann verða við til at sláa fast, at tað skal ikki bera til at loysa uttan við fólkaatkvøðu. Fólkaatkvøðan skal verða millum ½ og 1 ár eftir eina løgtingssamtykt. Hetta skal forða fyri, at ein uppgeilaður stemningur verður brúktur sum grundarlag fyri loysing. Soleiðis kunnu vit við hesari nýggju stjórnarskipan staðfesta okkara sjálvsagda veruleika, at vit eru javnbjóðis lond í Ríkisfelagsskapinum, og at ein einsamøll løgtings­ samtykt, ikki skal kunna føra til loysing. Sambandsflokkurin er av teirri fatan, at henda lóg­ in skal koma í staðin fyri verandi stýrisskipanarlóg, og skal tí vera á sama rættarstigi sum hendan, tað vil siga virða grundlóg og heimastýrislóg. Útgangsstøðið fyri broyt­ ingum í Ríkisfelags­skapinum verður menning og ikki av­ tøka. Samstarv, innlit og undirtøka Eg kann sum formaður Sam­ bandsfloksins ikki av mín­ um eintingum gera nakrar broytingar, hvørki í stevnu­ skrá floksins, ella í inni­hald­ in­um í Ríkis­felags­skap­inum. Til tess at fremja betring­ar og broytingar krevst undi­r­ tøka í Sam­bands­flokk­inum, politiskar sam­ráð­ingar og avgerðir í Ríkis­felags­skap­in­ um, um­framt ein breið polit­ isk undir­tøka í Løg­ting­in­um. Vit skulu ikki leypa fram­ av, men gera neyðugu fyri­ reikingarnar, skapa inn­lit og fáa undirtøku fyri hald­góðum politiskum loysn­um. Síðan eiga vit at gera tær broytingar, sum eru neyð­ugar og sum gagna okkara samfelag, bæði uppá styttri og longri sikt. Eg fari tí at leggja upp til, at Sambandsflokkurin fer undir eina verkætlan og tilgongd at lýsa nærri, hvørjar Føroyar vit ynskja komandi árini á ymisku málsøkjunum, lýsa fyrimunir og vansar við Ríkisfelagsskapinum og síðan spæla út við, hvørjar politiskar loysnir eiga at verða framdar komandi árini og leggja upp til breitt politiskt samstarv. Men neyðugt verður í øll­ um hesum mennandi arbeiði at taka støðið í føroyska sam­ felagnum. Framtíðin kemur av sær sjálvum, meðan framburður kemur ikki av sær sjálvum. Tórshavn 3. oktober 2012 Politiskar visjónir fyri Føroyar og Ríkisfelagsskapin Kaj Leo Holm Johannesen Formaður Sambandsfloksins Eg fari í hesari grein, sum formaður Sam­ bands­floksins, at greiða nærri frá mínum politisku visjónum, mál­um og strategi fyri Føroyar og Ríkis­felags­skapin. Eg vísti í løgmans­røðuni 2012 á, at vit eiga at fara undir eina tilgongd at endurskoða Ríkis­felags­skapin. Henda grein er ein liður í at greiða nærri frá, hvat tað er fyri ítøkiligir trupulleikar, mál og tillagingar vit eiga at arbeiða við í komandi tíðum.