Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarfeløgini javnsetast Andrea Heindriksdóttir Gott at umstøðurnar hjá ítrótt­ini sum heild eru góðar í Tórshavnar Kommunu. Nógv ítróttarfeløg eru, og feløgini verða í størsta mun rikin við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Ítróttarfeløgini eiga tí lív­ið í nógvum av teimum ítróttar­ tilboðum sum eru til okkara ungu. Tað er skylda hjá komm­ un­uni at bera so í bandi, at ítróttarfeløgini verða javn­ sett tá umræður inn­tøku­ møgu­leikar. Kappróðrarfeløgini eiga sjálvandi øll at fáa lut í inn­ tøkuni t.d. á Ólavsøku, og hallartímar eiga at vera javnt býttir millum feløgini, sum nýta hallirnar. Kommunan má tryggja kringumstøðurnar hjá ítrótt­ arfeløgunum, so leik­lut­ urin hjá øllum teim mongu sjálvbodnu, sum reka felags­ skap­irnar, í størst møguligan mun verður at arbeiða burt­ urav við innihaldsliga part­ inum. Alt ov nógv tíð og orka hjá teim sjálvbodnu fer til at fáa til vega fígging til karmar kring ítróttina. Her eigur kommunan at vísa vegin og tryggja ítróttarfeløgunum góðar karmar og javnsettar møguleikar at virka undir. kommunuval 2012 Í grannalondum okkara verða bátahavnirnar ofta virðismettar fyri tann serstaka dám hesi um­hvørvi seta á býar­ mynd­ina. Í okkara høvuðs­staði mitt í Norðurat­lants­ havinum er hetta um­ hvørvi ein náttúru­givin og sjálvsagdur partur av gerandisdegnum, og bátarnir niðri við havna­løgini seta sín ser­ liga dám á okkara bý. Bátaeigarar skulu hava bestu umstøður at røkja síni áhugamál og har­við eisini tað livandi um­ hvørvið, sum teir skapa rundan um seg. Bátaumhvørvið er ein býarmynd, vit vaksa upp við, og ein mynd, sum festir seg í minn­ið hjá útlendskum ferða­ fólkum. Bátar og fólk eru ein frítíðarbólkur, sum hev­ur stóran týdning fyri høvuðsstaðin, og tá tey biðja um eitt sindur betri umstøður at virka undir, so er tað ikki alla verðina hesi ágrýtnu fólk vilja hava. Høvuðsstaðurin eigur at hava ráð at gera nýggj bátapláss og ein stóran og nútímans bátadrátt í Álakeri. Afturfyri fáa vit havnaborgarar enn eitt frístað at svala okkum á og leita okkum burtur frá dagsins meldri. Um hendan ætlan skal setast í verk, so verð­ur neyðugt at byggja ein brimgarð. Vit kunnu gera hetta í tveimum stigum, har vit fyrst út­ vega bátaeigarum ein báta­drátt beinanvegin, ið stórur tørvur er á. Teir skulu í verandi støðu leiga kranabilar fyri dýra pengar fyri at fáa sín­ar bátar upp á land um veturin ella til um­ væl­ingar. Bátarnir fara illa, tá teir verða heysaðir, og Tórshavnar Býráð eigur at sleppa bátaeigarum undan hesum stríðnum við at byggja ein stóran og góðan bátadrátt í Álakeri. Næsta stig kann so verða brimgarðurin og bátaplássini, men best er, um vit megna at gera alt arbeiðið í einari verkætlan. Eg arbeiði áhaldandi fyri hesum máli. Tað fær stóran týdning fyri býar­ myndina og trivn­aðin hjá nógv­um borgarum í høv­uðs­stað­num, um vit gera eina nýggja báta­ havn í Álakeri.. Tú finnur meira frá mær á www.bogiandreasen.fo Bátahavn og bátadráttur byggjast í Álakeri Bogi Andreasen Bátaeigarar seta sín serstaka dám á havnaløgini. Teir hava uppiborið ein størri og betri bátadrátt til nógvu førini í høvuðsstaðnum. Kommunan eigur eisini at útvega hesum vaksandi áhugabólki fleiri bátapláss í Álakeri, sum kann gerast ein nýggj og hugnalig bátahavn Eitt gott mennandi spælipláss í Havnini Bjørghild Djurhuus Valevni hjá javnaðarflokkinum, listi C Vit eru øll vitandi um, at vit hava flest regndagar í Før­ oyum. So hví ikki gera eitt gott mennandi spælipláss sum er yvirdekka og kann brúkast tá tað regnar, uttan at børn og barnsligar sálir gerast rennvát og skulu verða ílætin regnklæðir. Eg veit, at tað finnast stór góð spælipláss í nógv­um stór­ býum, eitt nú í Reykja­vík. Tað eru nógvar barna­ familjur í Tórhavnar komm­ unu, og ynskja tey sjálsagt eisini slík spælipláss til teirra børn. Eg síggi fyri mær, at eitt slíkt spælipláss kundi verði nærhendis rennibreytini ella niðri í Gundadali. Børnini kunnu stuttleika sær og spæla, ímeðan foreldrini møgu­liga renna sær ein túr á rennibreytini. Hetta við at savna møguleikar fyri uttandura ítrivi í hjartanum í Havnini, kann viðvirka til betri trivna. Tórshavnar Býráð rað­fest­ ir slík spælipláss, og verði eg vald í býráði, vil eg gera mítt til, at hetta ikki bert er ein raðfesting, men eisini ein veruleiki og eitt fram­ tíðartilboð til okkara borg­ arar í Havn. Tín atkvøða ger mun. Burgarabarr í miðbýnum! Leivur Thomsen valevni fyri Tjóðveldi Hvussu SKULU vit nú fáa lív í aftur handan mið­bý­in?? Jú, vit gera eina komm­unala burgarabarr í mið­bý­num og geva øllum borg­arum, sum koma hagar, ein ókeypis burgara. Og so kunnu vit, um­framt ein borgar­stjóra, eis­ini hava ein BURGARA­ stjóra. Nei tvætl, eg lúgvi alt! Men kortini ljóðar hetta uppskotið ikki serliga langt úti í mun til onnur (dekan ov) kreativ uppskot, sum hava verið løgd fram av politikkarum, sum seinastu árini faktiskt hava sitið og stýrt hesum býnum. Vit hava hoyrt talan um djóra­garð, baðiland, golfvøll og annars endaleysar røðir av ítróttar­ligum hentleikum. Men bíða nú, tað skal nokk koma - og okkurt av tí skal kanska heldur vera privat enn alment. Míni ørindi í kommunal­ politikki eru einføld og ósjálv­søkin - og eg ætli mær ikki at lova gull og grønar skógir til hetta býráðs-valið, hvaðna minni at veittra við trygdarleysum kekk­ um til fólkið. Mín politikk­ ur fer ikki at hava við sær, at skattaborgarin fær eina eyka­rokning. Býráðs­poli­tikk­ ur fyri meg snýr seg í stóran mun um raðfestingar av kommunalum skattapeng­ um. Tað, eg vil, er at býráðið í nøkur ár fram raðfestir eitt sindur øðrvísi enn higartil, nevniliga íløgur í miðbýin frammarlaga - uttan at hetta nýtist at merkja, at ann­að skal lúta. Hetta eru harafturat íløgur, sum koma øllum skattaborgarum í Tórs­ havnar Kommunu til góðar. Hví? Tí tað hevur jú stóran týdning, hvussu vit miðsavna orkuna í býnum. Hava vit ein sterkan miðbý, fer hesin at virka sum drívmegi fyri restina av býnum, ja, fyri alt landið. Meir um hetta seinni.