fríggjadagur 5. oktober 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heldur tú tað vera í ord
an, at hálønt fáa 7000
krónur í skattalætta um
mánaðin, meðan láglønt
einki fáa?
Er tað í lagi at taka frá
komandi ættarliðum við
at forskatta pensiónir?
Er tað ókey, at sam
gongan noktar at pilka
við ta fúlu skipanina við
koyripengum?
Tekur tú undir við, at
makrelkvoturnar verða
lutaðar út politiskt?
Heldur tú tað verða
rætt at skerja mentan
ina? At áseta brúkara
gjøld í heilsuverkinum?
At niðurleggja lands
bankan?
Kennir
tú
teg
trygga/n undir leiðsluni
hjá Jørgeni og Kaj Leo?
Kommunuval snýr seg
ikki um landspolitikk.
Men á kommunuvalum
geva fólk kortini til
kennar hvat tey halda
um landspolitikkin.
Um flokkarnir í sam
gonguni vinna komm
unuvalið, so fara teir at
siga, at teir við hesum
hava fingið prógv fyri, at
teirra politikkur hevur
undirtøku.
Hevur tú hug at geva
teimum hetta herða
klappið? Vilt tú stuðla tí
ekstrema høgrapolitikki,
sum vit uppliva í løt
uni?
Um tú vilt vísa, at
tú IKKI tekur undir við
øllum hesum – so veitst
tú, hvat tú skalt velja!
Vilt tú stuðla
Jørgen og
Kaj Leo?
kommunuval 2012
Tróndur Sigurðsson
Valevni fyri Javnaðarflokkin
Ein atkvøða til BADH
flokkarnar 13. november
er ein stuðul til ekstrema
høgrapolitikkin
Styrkið tey eldru!
eftir
Levi Mørk
Levi Mørk, býráðslim og valevni Javnaðarfloksins
á Lista C til kommunuvalið
Vælferðarskipanirnar í Norð
anlondum hava givið fólki
rættindi til at fáa undirvísing,
sjúkraviðgerð, fólkapensjón
og aðrar vælferðartænastur,
men hesar tænastur kosta. Tí
er skatturin lutfalsliga høgur
í hesum londum. Flest fólk
vilja kortini fegin gjalda fyri
tænasturnar umvegis skattin,
heldur enn at uppgeva okk
ara samhaldsfasta vælferðar
samfelag.
Men í Føroyum er føroyska
vælferðarsamfelagið komið í
vanda av politikkinum hjá
núverandi samgongu. Fyrst
var
fólkapensjónin
nið
urlagað, og nú gevur flat
skatturin teim múgvandi
skattalættar,
men
økir
um byrðurnar hjá veikaru
samfelagsbólkunum.
Inn
tøkurnar hjá landskassanum
minka og harvið versnar
støðið á vælferðartænastun
um. Henda gongd má steðg
ast NÚ.
Nógvir pensionistar hava
einans fólkapensiónina og
samhaldsfasta at liva av. 14
prosent av pensionistunum
í Føroyum eru beinleiðis í
fátækravága. Hetta er ikki
ein støða, Javnaðarflokkurin
kann finna seg í. Vit kunnu
ikki sleppa teimum upp á
fjall, sum løgdu lunnar undir
okkara vælferðarsamfelag og
hava goldið skatt alt sítt lív.
Pensiónsskipanin má dag
førast, og langtíðarætlanir
mugu gerast fyri eldraøkið,
soleiðis at fólk kunnu leggja
sær ellisárini tilrættis uttan
at óttast. Harumframt má
tað gerast bíligari at búgva
í Føroyum. Prísurin á neyð
synjarvørum má niður, so
fólk hava ráð at liva her.
Betri raðfestingar
á eldraøkinum
Í Danmark fara at vera
meira enn 30 prosent fleiri
eldri um 10 ár í mun til í dag.
Í Føroyum er henda gongd
væntandi í enn størri mun,
av tí at vit hava so stóra
fráflyting – serliga av ungum
kreftum og av kvinnum,
sum oftast eru tær, ið eisini
taka sær av teimum eldru. Í
sama 10 ára tíðarskeiði fara
umleið ein triðjapartur av
røktarstarvsfólkunum
á
pensión, samstundis sum
at nýggjar uppgávur koma
aftrat á eldraøkinum, ið
mennist, sum alt annað.
Tað sæst á øllum brøgd
um, at um kommunan ikki
fyrireikar seg nú, kunnu vit
skjótt fáa ein stóran trupul
leika. Stórur tørvur er á betri
ætlanarlegging á eldraøk
inum, um kommunan skal
kunna megna framtíðar av
bjóðingar. Her má raðfestast,
og her má hugsast nýtt. Tað
er nú, vit mugu finna loysnir,
so vit eisini um 10 ár megna
at geva okkara eldru livilig
kor.
Tey eldru eru
eitt tilfeingi
Tey eldru verða ofta rópt
"eldrabyrðan" í miðlum, men
sannleikin er, at størsti part-
urin av teim eldru eru frísk
og virkin fólk, ið eisini skapa
virðir. Tey eru sanniliga ikki
bara ein útreiðsla. Fólk í dag
liva longri, men við betri
heilsu enn nakrantíð. Nógv
eldri hava eisini tryggjað seg
væl peningaliga. So hóast
tey eru eldri, kunnu tey ikki
rópast veik. Hetta eigur
eldrapolitikkurin eisini at
taka atlit at.
Eldraøkið má mennast
soleiðis, at dentur verður
lagdur á tilboð, sum styrkja
tey eldru, soleiðis at tey
varðveita heilsuna og ork
una so leingi sum gjørligt.
Samstundis mugu tey, sum
treingja allarmest, kunna fáa
ta hjálp, teimum tørvar. Tað
ræður um at taka útgangs
støði í, at hóast nøkur eldri
hava brúk fyri eitt sindur av
hjálp, so hava tey kortini ofta
ávísa orku, ið kann brúkast til
at økja um lívsgóðskuna og
fyribyrgja sjúku – um so er,
at kommunan veitir teimum
góðar umstøður til tað.
Hjálp til sjálvhjálp
so vítt gjørligt
Ráð og hendur eru ikki til alt.
Av tí at kommunan hevur
avmarkaðar upphæddir at
ráða yvir, mugu pengarnir
brúkast so væl sum gjørligt.
T.d. kann nýggj tøkni vera
við til at gera tey eldru meira
sjálvhjálpin og minka um
tørvin á hjálp. Góðar heilsu-
og røktartænastur tryggja,
at fólk kunnu vera búgvandi
heima sum longst – herundir
heimahjálp,
endurvenjing,
dagtilboð, eldraíbúðir, mat
tænastur, reingerðing, fyri
byrgjandi heimavitjanir o.s.
fr. Hesar tænastur mugu
ikki skerjast, tí fyri hvørja av
hesum tænastum, sum verð
ur skerd, verður tørvurin á
dýrum røktarheims- og sam
býlisplássum bara størri.
Eldri, sum av ymiskum
ávum eru óhjálpin og hava
tørv á medisinskari og aðr
ari viðgerð í longri tíð, mugu
sjálvandi hava trygd fyri,
at pláss er fyri teimum á
røktarheimum, heldur enn at
tey liggja á sjúkrahúsunum.
Tað sleptst heldur ikki utt
anum, at nøkur eldri gerast
minnisveik, harav summi
púra broyta persónsmensku.
Hesi mugu fáa ta serligu
hjálp, teimum tørvar. Fígging
má tí vera tøk til at nøkta
akutta tørvin, umframt til at
styrkja heilsufakliga støðið
hjá røktarstarvsfólkum, so
tey kunnu taka sær av serliga
røktarkrevjandi fólkum á
besta hátt.
Samstarv við
privata vinnu
Ein møguleiki, sum kann
lætta um á summum økjum,
er, at kommunan samstarv
ar við privata vinnulívið,
sum eisini kann vera við til
at loysa ymiskar uppgávur
á eldraøkinum,. Her kann
landið tryggja eina lóggavu,
sum ger tað lokkandi fyri
vinnuna t.d. at byggja íbúðir
til eldri og onnur røktar
krevjandi fólk ella t.d. at
bjóða ymiskar tænastur til
tey. Borgararnir mugu hava
rætt til at velja, hvørjar
tænastur, tey vilja hava, og
frá hvørjum. Privatir tæn
astuveitarar kunnu t.d. fáa
ískoyti frá kommununi í
mun til, hvussu nógv teirra
tænastur geva teimum eldru
hjálp til sjálvhjálp og styrkja
evni teirra til eginumsorgan.
Nógv kann gerast, um
bara vit raðfesta tað og nýta
hugflogið. Gongur tú inn fyri
tí eldrapolitikki, sum her er
lýstur við fáum orðum, so er
at seta krossin við Levi Mørk,
javnaðarvallevni á Lista C á
kommunuvalinum.
Núverandi samgonga er við at niðurlaga vælferðarsamfelagið, soleiðis
at ráð ikki vera til tær tænastur, sum eldri borgarar gjøgnum eitt
langt lív hava uppiborið rætt til. Vit mugu hava ein eldrapolitikk
nú, sum tryggjar teim eldri betri livikor bæði nú og framyvir.
Tórshavn er ein býur við
nógvum almennum virksemi,
men gongdin seinnu árini er,
at stovnar verða fluttir til
aðrar kommunur, og soleiðis
missur Havnin arbeiðspláss.
Tí er alneyðugt at fáa
arbeiðspláss í primervinnuni
til býin. Tíbetur er komið væl
áleiðis við at fáa fiskavirkið
í býnum at lata uppaftur.
Hetta verður gjørt í tøttum
samstarvi millum politikarar,
fakfeløg og vinnu.
Vit í Tjóveldi vilja tryggja,
at jaliga gongdin í hesum
umráðandi máli heldur fram,
eisini eftir kommunuvalið.
Tórshavn
er
týðandi
havnabýur. Verður rætt at
borið, kann Havnin fáa enn
størri týdning, um sam
starvið í Norðurhøvum verð
ur styrkt.
Eitt nú liggja vit væl
fyri, tá hugsað verður um
komandi farleið norður um
Grønland.
Hendan nýggja møguleika
og oljuvinnu mugu vit av
øllum alvi búgva okkum
út til eins og vit mugu
stuðla væl upp undir at
menna ferðavinnuna í høv
uðsstaðnum.
Verður farið rætt og skyn
samliga fram í øllum hesum
lutum, skapar hetta nógv
nýggj arbeiðspláss og harvið
tann livandi býin, sum vit
fegin vilja hava.
Meiri
vinnulív
til Havnar
Vígdis Johannesen
Tórshavn, valevni
fyri Tjóðveldi
Samsvar má vera millum vinnu, gransking og karmar í eini kommunu.