hósdagur 25. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 59 - 25. mars 2004
Nr. 59 - 25. mars 2004
19
-Ph.d. um tap og end-
urvinning í seinna
partinum av ritverk-
inum hjá Williami
Heinesen
Fyrri partur
Kim Simonsen
"Tann, sum hevur verið,
kann herfrá ikki meiri ikki
hava verið. Frá hesum
loyndarfulla og ókomandi
roynda luti, at hava verið,
fær hetta menniskja nú eitt
ferðagjald til ævinleikan."
Vladimir Jankélevitch
Herfyri gjørdist Bergur
Hansen ph.d. við eini rit-
gerð um William Heinesen.
Bergur er hin fyrsti, ið
hevur skrivað eina heila
ph.d. ritgerð um William.
Hann er mag.art í norður-
lenskum
bókmentum
frammanundan og skrivaði
konferensritgerð um Willi-
am. Nógv hava skrivað
teirra cand.mag og mag.art
spesialir um henda kenda
høvund. Onnur hava skriv-
að bøkur og greinar um
mannin. Mangan er langt
millum hesar tulkarar, tí
William hevur eins og aðrir
stórir høvundar verið tulk-
aður og endurtulkaður fleiri
ferð.
Bergur Hansen, ið er
kendur sum skribentur í
føroyskum bløðum og tíð-
arritum og sum fyrilestrar-
haldari í Útvarpinum og í
ymiskum høpi við ráð-
stevnur í Danmark og í Før-
oyum, hevur fyrr útgivið
eina bók um Karsten Hoy-
dal
og
náttúruyrkingar
hansara. Í dómsnevndini
sótu Anker Gemzøe, Bo
Håkon Jørgensen og Erik
A. Nielsen.
Tað, sum er projektið hjá
Bergi í hesi ritgerð, er ein
kanning av teim seinnu
skaldsøgunum hjá William
Heinesen í mun til, sum
ph.d. ritgerðin eitur,: "At
genfortrylle verden-
En
hermeneutisk-fænomeno-
logisk undersøgelse af tab
og genvindelse i William
Heinesens senprosa". Hetta
mekir, at hann ikki viðger
yrkingarnar hjá Williami
ella tær fyrru skaldsøgur-
nar. Bergur tulkar ein
reyðan tráð, ella tráðin,
sum hann meinar í seinrit-
verkinum
frá
1950-85.
Henda tíðin verður mangan
kallað Williamsa ‘mytiska-
fabulerandi". Til hesa tíð
hoyra
skaldsøgan
"De
fortabte Spillemænd" og
hon endar við stuttsøgu-
syklusini "Laterna Mag-
ica". Bergur førdi fram í
síni verju, ið vardi í meiri
enn
tríggjar
tímar,
at
granskarar halda seinna
ritverkið hjá Williami vera
hitt besta, ella listarliga
hæddarpunktið.
Men
á
hesum dramatisku hæddum
eru eisini stórir ástøðiligir
mótsetningar, og henda
ritgerð er á tremur av ástøði
Ein av hesum mótsetning-
um er, at William livdi í
eini dansk-føroyskari verð
og í einum hetrogenum
møti millum sannroyndir
frá føroyskari miðøld og
einum donskum-europeisk-
um moderniteti. Hetta møti
millum tvær mentanir, tvey
háttaløg og tveir hugsunar-
hættir endaðu hjá Williami
við, at hann evnaði sær ein
serligan veruleika, har rúm
var fyri mytuni og realismu,
sosialum kritikki og óenda-
ligum hugflogi og modern-
iteti í senn.
Seinritverkið og
mytan
Bergursa ritgerð er eini 290
síður. Hann brúkar væl av
orku uppá at tulka seina
ritverkið, tó er "Det gode
håb" ikki umboðað, hvat
kanska er heldur løgið.
Hetta varð funnist at. Við
eru tulkingar av skaldsøg-
um sum "De fortabte spille-
mænd",
"Moder
syv-
stjerne", "Tårnet ved verd-
ens ende" og søgur sum
"Grylen", "Dillettanterne"
og "Tantalos og fluerne"
fáa frøðliga viðgerð. Ser-
ligani væl úr hondum greitt
er eitt eini fjøruti síður
langt
granskingaryvirlit.
Har kunnu vit lesa um øll,
sum hava skrivað um
William. Bergur hellur
mest til ta leið, sum W.
Glyn Jones stóð fyri, í mun
til ideologikritiskar leiðir,
sum vit síggja hetta hjá
Henrik
Ljungberg,
har
hesin
brúkar
Marcuse
(hann var hot í 1976) sum
ein marxistiskan og sosial-
istiskan karm. Hjá Glyn-
Jones er tað kosmiska hjá
Williami í fokus og ævin-
leikin og ikki sosialisturin
ella kommunisturin Willi-
am. Eg haldi, at báðar síður
eru aktivar hjá Williami og
at skaldsøgur sum "Det
gode håb" júst vísa eina
bardagafúsa humanismu,
sjálvt um William partvíst
kom at byggja søguligu
skaldsøguna á eina søgu-
fatan, ið er merkt av, at hon
einsíðugt er skrivað frá
einari síðu, tí føroysku.
Men tað er eitt annað kjak.
Bergur er kanska for skjót-
ur av kvetta við stokkin til
allan politik og politiska til-
verufatan, herundir hvussu
William er ávirkaður av
Kirk og kulturradikalum
intellektuellum
sum
Gelsted. Ein annar gransk-
ingarháttur er hin meiri
sálarligi og intertekstuelli,
ið vit síggja hjá Malan
Marnersdóttir. Bergur held-
ur, at hon og Ann-Kari
Skarðhamar redusera sjálvt
temaið um tapið. Bergur
heldur, at tað er ein størri
frágreiðingarmegi í eini
hermeneutiskari leið, enn í
eini meiri postmodernað-
ari.
"Det er et ønske om at
flytte tyngdepunktet i for-
skningsdiskussionen
fra
den gamle diskussion mell-
em kosmiske og ideologi-
kritiske tolkninger til en
mere nutidig litteraturvid-
enskabelig diskussion ind-
en for poststrukturalistiske
rammer."
Her eri eg samdur við
honum og gleði meg at lesa
meiri um hetta - eg havi
ikki lisið alla ritgerðina
enn. Hin vegin haldi eg, at
ein tilvitan um retorik og
intertekstualitet kann virka
sum ein modernistiskur
antimimetiskur mytukrit-
ikkur, ið eisini kann vera
áhugaverdur.
Metapoesi
Tað Bergur hevur áhuga
fyri er, hvussu listamaðurin
William broyttist og loyvdi
einum listarligum moderni-
teti at traðka meiri fram, í
mun til t.d. "Blæsende Gry"
og "Den Sorte Gryde ", har
mytan og ein fabulerandi
síða kundi koma fram.
Gjøgnumbrotið fyri hesa
leið varð "De fortabte
Spillemænd", ið utkom i
1950, William byrjaði tó at
skriva hesa bók langt áðr-
enn kríggið. Bergur meinar
í síni tulking, at lykilin til
listarligu modernismuna og
modernitetin hjá Williami
er at tulka, hvussu William
brúkar mytuna metapoet-
iskt. Her meinar Bergur,
sum mytugranskarar flestir
í dag, at mytan er ein fyrr-
verandi religiøsur sann-
leiki, sum í dag í okkara
sekuleru avmytologisering
er endað sum ein symbolsk
søga, millum aðrar. Tað
gerst tí høvuðsendamálið
hjá Williami at skriva myt-
una og symbolið inn í ein
modernaðan
bókmenta-
samanhang í 20. øld. Berg-
ur meinar, at hann hevur
ávíst eina nýggja tulking og
eitt samband millum myt-
una og listarligan modernit-
etin hjá Williami. Í hesi
verjurøðini fyri mytuni í
modernaðari
list
sigur
Bergur, at mytan er ein
roynd at forsona ein syndr-
aðan modernistiskan heim
og tí leggur mytan á at end-
urskapa eina heildartulk-
ing, sjálvt um veruleikare-
presentatiónin er fylt við
eini tilvitan um, at heimur-
in ikki er heilur, ikki letur
seg umboða longur og tí er
fullur í mótsetningum. Taka
vit t.d. eina vanliga mytu
sum hana um Adam og
Evu, so er hon enn fyri
trúgvandi ein søga, ið er
verulig, tí hon umboðar 1:1
sannleika um skapanina og
syndafallið. Upprunaligar
mytur, ella tulkingin av
hesum fyrihalda seg naivt
realistiskt til bæði lesara og
mytuna og viðurskifti mill-
um mytuna og lesaran. Ein
modernaður høvundi sum
William brúkar slíkar myt-
ur sum metaposi, t.d. eitur
høvuðspersónurin og gáv-
aði tónleikarin í "De for-
tabte spillemænd" Orfeus.
Tað var hann, sum í gresk-
ari mytologi spældi Euro-
dyke
úr
deyðsríkinum.
Hann var sangari og yrkjari
og meistarin hjá lyruni,,
sonur eina musu. Tá elsk-
aða unnustan Eurydike
doyði syrgdi hann so at
sjálvt steinar og trøð lurt-
aðu eftir hansara harma-
sangi. Charon sigldi hann
yvir ánna Styx. Eftir ting-
ingar við Hades fekk hann
Eurydike við heim, men
hon mátti, sum kona Lot á
sinni, ikki hyggja aftur um
bak. Men tað gjørdi hon
(sjálvandi) og hereftir varð
Orfeus ein tragiskur og
einsamallur sangari. Tapið
innskrivaði seg í hansara
tilvitan, hann livið um
náttina og sum søgnin sigur
eina dyonysiska tilveru.
William
dugdi
at
fáa
frásøgufólkini í skaldskap-
inum og gjøgnum formin
var hann tilvitaður um at
brúka hesar mytur, ið
mangan innihalda hópin av
mótsetningum.
Bergur
meinar, at William brúkar
mytuna sum eitt modern-
istiskt metaperspektiv og
sum ein estetikk.
Tap og endurvining
Ein sentral niðurstøða hjá
Bergi er, at moderniteturin
hjá Williami sæst sum ein
rørsla millum tap og endur-
vinning av hesi mytisku
tilverufatan. Til hetta hevur
Bergur brúkt Paul Rico-
eursa hermeneutik, ið hann
brúkar til at koma við eini
frágreiðing av viðurskiftun-
um millum tanka og mynd,
hugsan og hugflog, myta og
modernitet. Hjá Riceour
finnur Bergur eina sera (ov)
alfevnandi ástøði, ið m.a.
vil gera av við negativan
mytukritik sum t.d. hjá
Cassier. Til hetta brúkar
Riceour hugtøkinum um
symbolið, metaforin og
frásøguna.
Her eri eg ikki heilt
samdur við hermeneutikkin
ella Riceour, tí øll 20. øld.
hevur verið ein uppgerð við
mytur innan politik, ment-
an, trúgv og heimspeki.
Vísundasøgan er á tremur
av gloymdari ástøði, "sann-
leikin" av í dag kann gerð-
ast ein myta í morgin, her í
comonsense týdninginum
sum lygn og tvætl. Persón-
ligani ræðist eg partvíst
mytuna og haldi, at tað
kann vera torført at brúka
hana positivt innan mod-
ernaða list, eins og tað í dag
t.d. er torført at mála
málningar av Job, Tóra,
Tantalus,
Orfeus
o.sfr.
Hetta endar lætt sum tóm
pathos, kitch og longsul
eftir traditión. Mest av
øllum ræðist eg , at bók-
mentafrøðingar
forelska
seg í romantiskum, herm-
eneutiskum og poststrukt-
uralistiskum perspektivum,
ið vilja siga, at "søgan" ella
"mytan" er ein nærum
apriorisk ontologisk stødd,
ið gongur fram um skyn-
semi og okkara filosofisku
tilvitan, tí hetta er at blanda
tvey niveau saman, eitt
ontologiskt og eitt, ið er
avleitt av lesing av bók-
mentum, ið altíð er eitt
annað slag av veruleika.
Men hin vegin tá tað eydn-
ast, sum hjá Williami, er
tað eitt enn størri bragd,
hesum gevi eg Bergi rætt í.
Men tað er ikki alt, sum
eyðnast
hjá
Williami,
mangan eru persónarnir alt
ov veikir og urmyturnar
føða og endurføða nýggjar
týdningar, ið kunnu virka
sum klisjeir, sum t.d. mytan
um (ur) móðurina, ið er
naiv, hetta vísti Anker
Gemzøe eisini á. Tað er
mangan sum um vitalist-
iska tilbiðjanin av eskist-
entialum, sum barnið og
kvinnan gerast mytiskir
formar uttan samband við
ein fjølbroyttan modernitet
og ein sálarligan diskontin-
uttet. Tað er eisini vert at
hugsa um, hvat Iris Murdoc
helt fyri, at: "verulig menn-
iskju er oyðileggjandi fyri
mytuna". Eg sakni eina
meiri kritiska frástøðu hjá
Bergi til Williamsa ritverk
t.d í mun til norðurlensk
samtíðarhøvundar og at
Bergur eisini kann vísa á, at
William ikki er eitt poeto-
logiskt helgimenni.
Framhald
At ganda heimin
Bergur Hansen tann fyrsti, ið hevur skrivað eina heilsa Ph-d-ritgerð um William Heinesen
Bergur Hansen verjir Ph.d.-ritgerð sína í Keypmammahavn
Mynd: Símun Hansen
C
M
Y
K
19
18