Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 25. mars 2004 21 Fyri fyrstu ferð í søg- uni hevur eitt felag megnað at vunnið føroyameistaraheitið í øllum dreingjadeild- unum í hondbólti sama ár HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kappingarárið 2003/2004 hevur verið eitt av teimum allarbestu í søguni hjá hondbóltsfelagnum Kyndil. Í dreingjadeildunum hevur felagið skrivað søgu, tí teir hava vunnið gull í dreingir 10 ár, dreingir 12 ár, dreingir 14 ár, dreingir 16 ár og mansunglingum, og tað er ongantíð hent fyrr. Tó hevur Neistin gjørt sama bragd í gentudeildini fyri tveimum árum síðani. Nógv at siga fyri framtíðina Ein av limunum í starvs- nevndini hjá Kyndil, Ansy Høghamar, er sjálvsagt ógvuliga fegin um góðu úr- slitini, og hon heldur tað hava sera stóran týdning fyri framtíðina, at tað gong- ur so væl hjá yngru lið- unum. Í Kyndil eru tey í teirri hepnu støðu, at tey hava frálíka góðar og royndar venjarar til øll dreingja- liðini, Menn sum Jónleif Sólsker, Kári Nielsen, Petur Martin Johansen og Hanus Joensen eru allir royndir hondbóltsvenjarar, og tað sæst eisini aftur á úrslitun- um hjá Kyndil, sigur Ansy Høghamar. Nevndin í Kyndil er, sum vera man, ógvuliga errin av góðu úrslitunum, og somuleiðis siga tey, at við so nógvum góðum leikarum á veg upp gjøgnum deildirnar, sær framtíðin ógvuliga gott út. Hinvegin hevur tað ikki gingist so væl í gentu- og kvinnudeildini hjá Kyndil, men Ansy Høghamar sigur, at Kyndil nú fer at leggja nógv størri orku í gentu- og kvinnudeildina, og at tað vónandi fer at síggjast aftur í úrslitunum komandi árini. Millum annað hevur Kyndil sett Geir Wardum sum venjara hjá besta kvinnuliðnum komandi ár, og tað meta tey í Kyndil eisini verða eitt tekin um, at tey ætla nakað við kvinnu- liðnum. Góð úrslit lættir um stuðulsmøguleikar At Kyndil hevur so góð úrslit at vísa á, sæst eisini aftur, tá ið felagið skal út at fáa fatur á sponsorum. Ansy Høghamar sigur, at tað er munandi lættari at fáa sponsorar, tá ið tað gongur gott, og tískil hava úrslitini ómetaliga nógv at siga. Fíggjarligu krøvini til hondbólsfeløgini eru ómetaliga stór, og tí hava sponsorarnir sera stóran týdning, sigur Ansy Høg- hamar, nevndarlimur í hondbóltsfelagnum Kyndil. Vit eru í tí hepnu støðu, at Føroya Banki er høvuðs- stuðul hjá øllum ungdóms- liðunum hjá okkum, og tað hevur sera stóran týdning fyri felagið, sigur Ansy Høghamar at enda. Kyndil vunnið allar dreingja- deildirnar Dreingir 10 ár Dreingir 14 ár Dreingir 12 ár Dreingir 16 ár Mansunglingar 21 Nr. 25 • hósdagur • 25. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Christian Andreasen møguligur FSF- formaður Í farnu viku bleiv formansvalið í FSF, sum skuldi verða síðsta leygardag, enn einaferð útsett, tí fleir feløg fegin vildu hava meiri enn tað eina valevni at velja ímill- um. Nú bendir nógv á, at hesi feløg fáa sína vilja FORMANSVAL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fleiri av fótbóltsfeløgunum kring landið arbeiði í løtuni við at finna eitt boð upp á ein komandi formann í FSF. Óli Holm í Vági er í løtuni einasta valevni, men nógv bendir á, at løgfrøð- ingurin Christian Andrea- sen eisini fer at stilla upp. Hevur fingið áheitan Christian Andreasen váttar fyri Sosialinum, at hann hevur fingið áheitan um at stilla upp, men at hann enn ikki hevur tikið endaliga støðu. Hann umhugsar enn støðuna, men umhugsunar- tíðin er ikki long, tí freistin at skjóta valevnir upp er á midnátt í kvøld. Vælvitandi keldur vilja verða við, at játtar Christi- an Andreasen at stilla upp, so hevur hann stuðul frá einum meiriluta av før- oysku fótbóltsfeløgunum, og tískil verður valdur til formann. Sjálvur sigur Christian Andreasen, at hevur hann ein meiriluta av feløgum aftan fyri seg, er tað ikki óhugsandi, at hann tekur av áheitanini um at stilla upp til formansvalið í FSF. Hann leggur tó afturat, at hann ikki hevur hug til at fara út í eitt kampval um formanssessin, tí tað tænir ikki nøkrum, sigur Christi- an Andreasen. Var í uppskoti fyri tveimum árum síðani Tá ið formansval var í fótbóltssambandinum fyri tveimum árum síðani, var Christian Andreasen skotin upp sum formansvalevni av HB, men hann tók seg seinna aftur, Hann bleiv tó valdur sum nevndarlimur, og tískil er Christian Andreasen, eins og hitt valevni Óli Holm, ikki eitt óskrivað blað í føroyska fótbóltsheiminum. Christian Andreasen hevur eisini áður sitið í starvsnevndini hjá FSF, og somuleiðis hevur hann sitið í dómsnevndini hjá fótbóltssambandinum. Í løtuni verður so dúgliga arbeitt við at fáa undirtøku millum feløgini til einstøku valevnini, men skjótt skal berast at, tí útsetti aðal- fundurin hjá FSF verður leygardagin 3. apríl, og tá kunnu vit vænta at greiða fæst á, hvør ið skal sita við leiðsluni í føroyskum fót- bólti komandi árini. Einasta valevni til formanssessin í FSF í løtuni, Óli Holm, sig- ur avgjørdur, at hann fer ikki at taka seg aftur sum valevni, sjálvt um Christian Andreasen stillar upp FORMANSVAL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í farnu viku bleiv for- mansvalið í FSF útsett, tí bert tað eina valevni, Óli Holm, var skotið upp. Sum umrøtt aðrastaðnis á síðuni hevur løgfrøðingurin Christian Andreasen fingið fleiri áheitanir um at stilla upp til útsetta formans- valið, ið verður 3. apríl, men hetta fær ikki Óla Holm at taka seg aftur sum valevni. Feløgini hava uppi- borið tvey valevnir Óli Holm sigur, at sjálvt um Christian Andreasen fer at stilla upp, og at hann fær at vita, at Christian Andreasen hevur stuðul frá einum meirilut av feløgunum, so merkir hetta ikki, at Óli Holm fer at taka seg aftur sum valevni. Hann sigur, at eftir hansara tykki hava fótbóltsfeløgini uppiborið eitt val, har tað ber til at velja millum fleiri enn bert tað eina valevni, tí tað er júst tað, ið hevur gjørt, at valið fyribils er útsett tvær ferðir. At Christian Andreasen møguliga stillar upp, sær Óli Holm ikki sum nakran trupulleika, tí hann hevur fullan rætt at stilla upp, eins væl og eg sjálvur havi tað, sigur Óli Holm í stuttari viðmerking. Eg taki meg ikki aftur Óli Holm heldur, at føroysku fótbóltsfeløgini hava uppiborið at kunna velja ímillum tvey valevni til formansvalið í FSF Rætting Í týsdagsblaðnum høvdu vit gjørt nokk so fitt burt- ur úr flogbóltsbrakinum á Kambsdali seinasta leyg- ardag. Í hesum sambandi høvdu vit eisini prát við onkrar leikarar, millum annað hjá gullvinnaranum Mjølnir. Í blaðnum hava vit prát við leikara hjá Mjølnir, ið vit nevna Stig Elttør, men hetta er eitt mistak, tí leikarin, ið prát- ið er við, er sjálvsagt yngri bróður Stig, Eyðstein Elttør. Vit biðja um orsaka og vóna, at lesarin ber yvir við okkum. Somuleiðis vilja vit enn einaferð ynskja bæði Mjølnir og EYÐSTEIN Elttør hjarta- liga tillukku við føroya- meistaraheitinum. tn Fegni gullvinnarin á myndini, sum eisini var í týsdags- blaðnum, er ikki Stig Elttør, men yngri bróður hansara Eyðstein Elttør. mynd: Finnur Justinussen Løgfrøðingurin Christian Andreasen tykist nú verða eitt gott boð uppá ein komandi FSF-formann C M Y K 20