Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Spjaðing. Sundurlyndi. Nið­ ur­laðing. Havnin mótvegis bygdunum. Útinnandi list ímóti føroyskum dansi. Stuðul til list og mentanarvirksemi ímóti útbúgvingog teimum lesandi. Hetta eru kostirnar, ið mentamálaráðharrin ser­ ver­ar fyri føroyska fólk­ in­um í hesum døgum, nú hann í einum høggi sker Mentanargrunnin við 20%. Ein politikkur, sum hongur neyvt sam­an við gjáar­dýp­ andi skatta­poli­tikkinum, fíggj­ar­politikkinum og vinnu­politikkinum hjá høgra­ víð­gongdu sambands­sam­ gong­uni. Tey, ið hava minst, skulu gjalda til tey, sum hava mest. Gjáir skulu gravast og spreingjast millum fólkið í Føroyum. Lat okkum hyggja at, hvat Bjørn Kalsø sigur til tess at verja hetta politiska álopið á eina av grundsúlunum und­ ir føroyskum menta- og lista­ politikki: 1. Bjørn Kalsø setir eina skerj­ing uppá 20% av Ment­anargrunninum upp ímóti nøkrum smærri upp­hædd­um til m.a. før­ oysk træ­skip og til før­ oysk­an dans. Men øll taka jú undir við, at før­ oysk træskip og føroyski dansurin verða stuðlað. Hví skulu hesi setast ímóti hvørjum øðrum? Og kílar setast ímillum ment­anarjáttanir, sum bara eru skerdar í 9 ár undir ABC-samgongu og ABDH-samgongu? Hetta svarar jú til at siga á heilsuøkinum, at játt­ an­in til allar viðgerðir á Landssjúkrahúsinum má skerjast 20% til frama fyri, at tvær smærri upphæddir verða settar av til tvær ávísar við­gerðir. Meiningsleyst uttan­um­ tos, sum bara spjaðir og ikki savnar okkum um mentan. 2. Skerjingin hjá Kalsø á Ment­anargrunninum verður framd, hóast tað hevur tikið Tjóðveldi mong ár og stríð at fáa játtan­ina hækkaða bara eitt sindur – seinast við eini upphædd til týð­ara­ grunn, ið skal flyta før­ oyskar bókmentir í onnur mál og útlendskar bók­ mentir í føroyskt. Hetta hevur longu givið góð úrslit. Og nú situr so Bjørn Kalsø og breggjar sær um at fara á bókamessur, hóast hann tekur am­boð­ ini burtur fyri júst hesum framtøkum. 3. Bjørn Kalsø sigur, at hóast Mentanargrunnurin verð­ur skerdur við 20%, so eru enn pengar eftir í grunn­inum. Ja, hugsa sær, um hann brúkti somu grundgeving fyri at skerja fólkaskúlan ella mið­ námsskúlarnar við 20%. Og segði: Júmen, vit hava jú enn nakrar skúlar eftir. Hevði nakar góðtikið tað? 4. Bjørn Kalsø sigur, at Ment­anargrunnurin skal spara 20% = 1,2 mió.kr., tí at hann vil raðfesta út­ búgving. Hetta er bæði ósatt og meiningsleyst. Hendan skerjingin fíggjar onga uppraðfesting út­ búgving. Og annars verð­ur Fróðskaparsetrið samstundis skert. 5. Bjørn Kalsø sigur, at øll mugu spara, tí ov fáir pengar eru í kassanum. So eigur hann at svara okkum, um nakað annað øki á fíggjarlógini skal spara 20%. Og so eigur hann at svara okkum, hvussu tað ber til, at onnur øki á fíggjarlógini kunnu hækka við tíggju­ tals milliónum við einum pennastroki í samgonguni – tað má jú bara ikki vera mentan, tykist læran at vera. 6. Um Bjørn Kalsø veruliga vil tosa um raðfestingar og vantandi pengar í kassanum, so hevur hann sjálvur sitið við valdið í 8 ár út í eitt, eisini tey árini, tá Bárður Nielsen tømdi landskassan. Og hann og hansara samgonga hava ongantíð raðfest nakað á mentanarøkinum. Bara niðurlaðað. 7. Um Bjørn Kalsø vil sam­ an­bera upphæddir í hes­um ganda­orðinum “rað­fest­ing”, so svarar hans­ara skerj­ing av Ment­ anar­grunn­inum uppá 1,2 mió. árliga til tað, sum landskassin missir fyri hvønn dag orsakað av einum skilaleysum fiski­ vinnu­politikki. Og har bara makrelfiskiskapurin kundi givið 100-tals milli­ ónir meira í ár. Og henda árliga upphæddin uppá 1,2 mió. kr. til Ment­an­ar­ grunnin svarar til, hvat lands­stýrisfólk ferð­ast fyri uppá nakrar mán­ aðir. 8. Tað er sjálvandi altíð lætt­ ast, tá tú onga hugsjón ella nakað mál hevur, at leypa á har garðarnir eru allarlægstir – og so gera virðismikla leiklutin hjá Mentanargrunninum til okkurt hjáputur, ið ongan týdning hevur. Vert er at minna á, at eisini borg­ arligir politikarar í øðr­ um londum hava ikki slíka andstygd fyri ment­ anarpolitikki. 9. Skal bert minna á orðini hjá Churchill í bretska parlamentinum undir 2. veraldarbardaga, tá politi­ karar vildu skerja ment­ anarjáttanir til frama fyri pening til kríggið. Chur­ chill mótmælti og segði: “Um vit skerja mentanina til frama fyri okkara kríggj og verju – hvat er tað so, vit skulu verja?” Tjóðarbygging ella tjóðarniðurlaðing Høgni Hoydal Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, vil skerja játtanina til Mentanargrunnin við 20%. Síðani roynir hann at spjaða og seta ymiskt mentanarvirksemi og list upp ímóti hvørjum øðrum. Niðanfyri eru 9 grundgevingar fyri, hví hetta má steðgast og heilt aðrar leiðir leggjast fyri Føroyar. Í vár vóru fleiri broytingar gjørdar í barnaverndarlógini. Ein av broytingunum var, at fráboðanarskyldan hjá starvsfólki, ið arbeiða við børnum, varð herd. Áður høvdu hesi starvsfólk skyldu at boða teirra kommunalu barnaverndartænastu frá, tá tey fingu kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari t.d. misrøkti, meinslaði, mis­nýtti ella handfór barn soleiðis, at álvarsamur vandi var fyri tess sálarligu ella likamligu menning. Herðingin í fráboðanarskylduni hevur við sær, at nú skulu hesi starvsfólk eisini boða frá, um tey hava orsøk til at halda, at nøkur av áðurnevndu viður­skiftum eru at finna í barnsins heimalívi. Hervið leggur broytta barnaverndarlógin upp til at arbeiða eftir einum leisti, har arbeitt verður fyribyrgjandi soleiðis, at stórir trupulleikar í barnafamiljum als ikki skulu stinga seg upp; og um stórir trupulleikar tó stinga seg upp, verða átøk sett í verk skjótast gjørligt. Gransking vísir, at hesin fyribyrgjandi arbeiðsháttur vísir seg ikki bert at vera ein betri gongd faklig leið enn áður, men eisini at vera ein meira rationellur háttur til at reka kommunalu barna­ verndartænasturnar. Men tað er neyðugt hjá komm­unum at gera sær greitt, at broytta barna­ vernd­arlógin fer at hava við sær, at næstu uml. fimm árini fara fleiri fráboðanir at verða sendar til kommunalu barnaverndartænasturnar. Tá fleiri fráboðanir fara at koma inn, fara eisini fleiri §45 kanningar at verða sett­ar í verk. Hervið fer ar­ beiðs­trýstið á núverandi barna­verndartænastur at vaksa. Tí er alneyðugt, at fleiri pengar verða settar av til eyka starvsfólkatímar í barnaverndartænastunum í eini umskiftingartíð á umleið fimm ár. Men tað er týdningarmikið at minnast til, at tær frá­ boð­anir, sum verða senda inn sambært hesum fyri­ byrgj­andi arbeiðshátti, eftir ætlan fara at hava við sær, at trupulleikarnir fara at vera viðgjørdir so tíðliga, at tað ikki verður neyðugt við teimum stóru inntrivunum seinni. Tað vil føra við sær, at so líðandi fara at verða færri fráboðanir, og at tað sjáldan fer at verða fyri neyð­ini at brúka tær mest um­fatandi fyriskipanirnar í barnaverndarlógini. Sum áður ført fram, meti eg, at hetta fer at taka umleið fimm ár. Tað er alneyðugt at gera sær greitt, at um ongin meir­játtan fer at verða latin næstu umleið fimm árini, so fer framtíðar barna­vernd­ar­ arbeiði at gerast vána­lig­ari, enn tað verður gjørt í dag. Hervið er vandi fyri, at tey illa hand­farnu barna­verndar­ málini, ið hava verið at sæð í Danmark seinastu trý árini, t.d. Tønder-, Brønderslev- og Bornholms-málið, verða eis­ ini at finna í líknandi dømum í Føroyum um nøkur ár. Men um meirjáttan verð­ ur latin barnaverndar­tæn­ ast­unum komandi árini, kann væntast, at góðskan á barnaverndararbeiðinum batnar, at børn ikki fara at líða undir ræðuleikum, og at samlaði kostnaðurin av barnaverndartænastunum fer at vera lægri. Broytta barnaverndarlógin Jóhannes Miðskarð lærari og granskari – krevur, at kommunurnar raðfesta øðrvísi í teirra barnaverndartænastum í komandi árum