Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Dahl »Hvør man sannorðaður duga at siga frá tí bletti á jørð­ini, har hann er føddur og uppvaksin? Havnin man ikki skara framúr til vakur­ leika uttan,  ikki man  hon liggja  fyri  á  nakran sjáld­ sam­an hátt ella rósa sær av at útinna tað, ið óvanligt er. Hon er bert eitt lítið manna­ býli millum fjals og fjøru. Men henda bygdin er ikki bert høvuðsstaður í lítlum oyggja­ landi; hon er sanniliga eisini miðdepilin í øllum heiminum! Her var tað, at sól og máni vístu seg á fyrsta sinni, her er staðurin, har nátt og dagur vórðu til, her valdar enn hitt suðandi frummyrkrið, haðani allir lutir komu og spruttu í fagran blóma. Úr takglugga í hini gomlu Havnini komst tú á fyrsta sinni á eygnatal við Sjeystjørnuna og kendi ævin­ leikans koss á enni tínum«. Soleiðis byrjar William Heinesen lýsing av heimbýi sínum, har hann varð borin í heim ár 1900. Tað var í 1921, at Willi­am Heinesen — 20 ára gam­ al — steig fram sum yrkj­ ari    við  savninum  »Arkt­ iske elegier og andre digte«. Bundni skald­skapur hansara fellur náttúr­liga í tveir høv­uðs­partar: Tey fimm søvn­ini, ið komu út undan seinna heims­bar­daga, rúma í høv­uðs­heitum hátónandi náttúru­skald­skap; grasið grønk­ar, tú hoyrir havsins anda­lag, stjørn­ur­nar eru vinir tínir og onku­staðni und­ir veldigum himmal­ hválvi stendur hin veiki skapn­ingurin, menniskjað, og má við­ganga: »En stund er vort liv ved havets bred, havets liv varer evigt ved!« Tá ið tey bæði seinnu søvnini komu, »Hymne og harmsang« (1961) og »Panorama med regn­bue« (1972), var tað stóra ragnar­rokið, heimskríggið, lagt aftur um bak, og yrkj­ arin búnaður til eina sam­ felags­liga støðutakan móti kúging og kríggi. Skaldsøgurnar í 30-árunum Fyrstu skaldsøgu sína, »Blæs­ ende gry« læt William Heine­ sen úr hondum í 1934, flest allir bókametarar vóru á ein­ um máli um, at í hesum rit­ høvunda búðu evni til stóran skaldsøguskrivara. Við aðru skaldsøgu síni »Noatun«, 1938, sló William navn sítt fast millum fremstu skaldsøguhøvundar, ið skriva á donskum. Í hesi skaldsøgu viðger hann fíggjarligu trongtíð­ ir­nar fyrst í 1930-árunum, tá keypmenn fara av  knór­ an­um og verkafólk nóg illa fáa matartuggu at leggja í munnin. Hóast mang­ar dapr­ ar løtur, so er henda frásøgnin um niður­setu­fólkini í Deyða­ mansdali bæði ljós og lívs­ játt­andi. Herjað av hungri og illgruna, víðgongdum átrún­aðarvirki og øðrum mót­burði ivast tey frægastu av nið­ursetufólkunum á hes­ um trøls­liga plássi ongantíð um, at lívið hóast alt er vert at liva. Tey sigra eisini um­ síður. Í sortanum Í »Den sorte gryde«, 1948, tek­ ur høvundurin til viðgerðar hesa avlagaðu tíðina undir seinna heimsbardaga, tá viður­skifti broytast so koll­ veltandi. Tú hittir her penga­ grísku reiðararnar, sum inni á flógvari skrivstovu kunnu fegnast um gullstreymin, ið floymir niður í teirra lumma, meðan fiskimaðurin vágar lívið á skipsdekki í minulagdum vandasjógvi; tú hittir eisini í hesum sjóð­andi potti flogsutar ung­moyggj­ar, sleiskar blaðstjórar, drykkju­ menn og hálvørar prædiku­ menn. Bókin er eitt hvast álop á tey fólk, sum nýta hurluvasan, sum av krígnum stendst, til at skúma róman, sum í skinni eru gudiligast og best, men í sinni kraddarar og gudloysingar. Frá 50-árunum og fram Í teim trimum skaldsøgunum: »De fortabte spillemænd«, 1950, »Moder Syvstjerne«, 1952 og »Tårnet ved verdens ende«, 1976, tekur høvundurin tilfar úr heimbýi sínum, sum hann minnist sum barn.  Heilt burturúr líkist søgu­liga skaldsøgan »Det gode háb«, 1964. Hon er ein roynd at lýsa daprastu tíð í Føroya søgu, hina sonevndu Gabla­tíðina. Hendingarnar fara fram um miðja 17. øld og byggja fyri ein stóran part á veruligar hendingar, sum eru til skjals í tingbókum okkara. Høvuðspersónurin Peder Børresen er avmynd­ aður eftir danska prestinum Lucas Ddebes, ið var prestur í Suðurstreymoy 1652 — 1675. Sum siðsøgulig lýsing er »Det gode håb« valaverk — viðmerkjast skal, at høv­und­ urin við vilja letur bókina í fornan danskan málbúna — men hon er meir enn um­ hvørvislýsing. Hon er eitt lívs­ játtandi lovkvæði til frælsið og til stríðsmannin, sum hóast fúlastu útspilling og loka­brøgd ikki bukkar undir, men førir frælsishugsjónir sínar til sigurs. William Heinesen uppafturprentaður Í 1975, á 75-ára føðingardegi høvundans, komu fimm av skaldsøgunum út í føroyskari týðing: »Blæsende gry« við heitinum »Degningsvindar« (Chr. Matras týddi), »Noatun« við heitinum »Nóatún« (Áshild Olsen týddi), »Den sorte gryde« við heitinum »Í sortanum« (Bjarni Niclasen týddi), »De fortabte spillemænd« við heitinum «Glataðu spælimenninir« (Heðin Brú týddi) og »Moder Syvstjerne« við heitinum »Móðir sjeystjørna« (Heðin Brú týddi). Árið eftir komu í føroyskari týðing skaldsøgan »Tornið á heimsins enda« (Hans Thomsen týddi) og savn av úrvaldum søgum »Himinin brosar« (Chr. Matras týddi) Akfør NISSAN PRIMERA TIL SØLU BILCDANNLEG OG SJÓNVARP SONY,KAT ALISATOR,KRÓKANNHANGARI,STERION NLEG,KONTÓRBORÐ STÓLAR,FOTOTÓL, TRYGDARÚTGERÐ,REOL,SOFABORÐ,TEL IFONIR,ÚTLYKT SENSOR 224910 Bilur til leigu Persónbilur bíliga til leigu. 213992 HØLL TIL CAMPINGVOGNAR TIL LEIGU Gloym alt um storm og regn og lova campingvogninum inn í hitan. Einans 500 kr/md. í min. ½ ár frá 1. okt., um nóg stórur áhugi er. 226014/287580/317580 Alt til akfør Dekk til sølu Góð, brúkt kavadekk, 185/65R14, av merkinum Good Year á (rustaðum) felgum til sølu fyri 2.500 kr. 312978 / 253864 Amboð Minigravari bíliga til leigu Vigar 900 kg, er vælegnaður til dren, urtagarðsarbeiðið og í kjallara. Brekkari og minidumpari kunnu fylgja við. Stendur á vogni 213992 Arbeiði Tekniskar trupulleikar? Hevur tú brúk fyri hjálp til tað tekniska: Antennur, parabolar, teldur, routarar, tráðleyst osv. So ring! 223097 SETHÚSATEKNINGAR NÝTAST IKKI AT VERA DÝRAR tekningar til sethús,bilhús,umbygging og tekningar til byggiloyvi. Elisabeth Mortensen tlf.517244 Bingo Bingo Gott bingo verður á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi 09.10.12. Øll eru vælkomin. Veitslunevndin Býli í Føroyum Íbúð í Havn leigu Íbúð til leigu frá 1.nov. ella skjótast. Køkur,stova,3 kømur,gong,baðirúm og vaskirúm. Mðr.gjald:kr.5.500+el/hita. Depositum 2 mðr. +4526783570/511532 STÓR GÓÐ HÚS HAVN TIL LEIGU I grønum øki. Stór stova, 3 kømur, stórt baðirúm, altan, bilhús. Herumframt stór íbúð i kjallarinum (kann evt. leigast út). 258598 Dansur LM BAND á Strondum leygarkvøldið 6 okt - áðrenn er borðhald við góðum búffi - síðsta freist at tekna seg til borðhaldið er mikukvøldið - sí meir á stralan.fo Fundir Klaksvíkar Dansifelag Aðalfundurin verður sunnudagin 7. okt. 12 kl. 16.00 í Skálanum. Nevndin Ymiskt Rokkur til sølu Føroyskur rokkur til sølu fyri 1500 kr 280177 Flytibilur bíliga til leigu Mercedes Sprinter v/skjótihurð á síðuni og dupulthurð aftan. Lastar 1550 kg ella 11 m3. Kann t.d. leigast til DK. Er til lítla koyrikortið. 213992 Landsinnsavning hjá Reyða Krossi Reyði Krossur savnar pening inn kring alt landið leygardagin 6. oktober. Eisini ber til at stuðla á www.reydikrossur.fo og á tlf 905656 Vilt tú tatoverast? Nú kemur Lille Ole, Nyhavn 17 (Majbritt) aftur til Føroya. Eg eri skrásettur tatovørur við 10 ára royndum. Eisini ber til at fáa permanenta makeupp. Eg havi tikið útbúgving hjá Monu Lisu”. Tíð kann bíleggjast frá 8. oktober til 20. oktober á tlf. 310848. Jørð til sølu í Sandoy Matt nr 25a við Stórðavatn við tilhoyrandi húsið á, verður hervið lýst til sølu til hagstbjóðandi skriva í innbakka tko56@hotmail.com HØLL Á ARGJUM BÍLIGA TIL LEIGU Snotulig heit høll, frálíkt útsýni til leigu frá 1.okt. Hitapumpa. Lítil skrivstova/ køkur og wc. 6 m høg, stórt portur. 226014/287580/317580 Garaga á Argjum bíliga til leigu Gott 20 m2 garaga til leigu. Kann eisini nýtast til goymslu. Møguleiki fyri hita. Ring og frætt nærri á 226014/287580/317580 lýsingartorgið