Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 32

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur effo deildin upptakt 27. umfar Jóannes Hansen So er klárt at seta síðsta punktum í FM kappingini 2012. Øll eygu eru vend ímóti EB/Streymi, sum hev­ur gullið á silvurfati, og sum undan síðsta umfari er komið sær í sovorna favoritt støðu, at tað verður risa­stórt vónbrot, um tað ikki eydnast at vinna meistaraheitið fyri aðru ferð. Fyrra ferðin var í 2008, tá ið tað longu undan síðsta um­fari var greitt, at EB/Streymur var FM vinnari. Ta ferðina átti EB/ Streymur eisini heimavøll í síðsta um­fari. HB vitjaði við Margáir, har úrslitið var málleysur javnleikur. Í morgin fær EB/Streymur vitjan av NSÍ. Um heimaliðið vinnur, so verður FM heitið veruleiki Um tað verður javnt ella um NSÍ vinnur fulla úrtøku, so er tað framvegis møgu­leiki fyri, at EB/Streymur verð­ur meistari, men so verður tað treytað av, at HB fer at megna at seta ÍF upp á pláss í Fuglafirði. EB/Streymur hevur í fleiri vikur lýst við, at felagið hevur veitslu í ítróttarhøllini á Eiði leygarkvøldið. Tað verður undirstrikað, at talan er um ársveitsluna, sum altíð er tað kvøldið, tá ið síðsta umfarið í lands­ kappingini hevur verið á skránni. Um tað verður gullveitsla valdast um úrslitið ímóti NSÍ. – Vit taka einki fyri givið. Sum í øllum øðrum dystum so verður hesin avgjørdur á vøllinum, og ikki minst tá ið so nógv verður tosað, so er tað neyðugt hjá okkum spælarum at hava fokus á tí, sum tað snýr seg um inni á vøllinum, sigur EB/Streyma liðformaðurin og super­veteranurin Egil á Bø. Allir EB/Streyma spælararnir eru tøkir, og tað er harvið luksus trupul­leiki hjá Heðini Askham at gera av, hvørjir ellivu skulu vera við frá fyrsta bríksli, og hvørjir ellivu skulu vera á vøllinum, tá ið bríkslað verður fyri síðstu ferð. Hjá NSÍ er Magnus Olsen tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í mál­leysa javnleikinum ímóti B36. Tað kemur ógvuliga illa við, at mál­ verjin Kristian Joensen er leik­ bann­aður, eftir at hann í evstu løtu sá reytt síðsta leygardag. – Sjálvandi eru vit ógvuliga harmir um, at Kristian er leik­bann­ aður. Hann er annar av bestu mál­ verj­unum í EFFOdeildini, og tað sæst aftur í, at hann er partur av lands­liðshópinum. Hóast Kristian er leik­bannaður, so kenna vit okkum at hava møguleika. Pætur Høj er eykamálverji. Hann hevur verið sera nærlagdur í venjingunum, og nú fær hann møguleikan á besta lið­num, sigur NSÍ veteranurin Helgi L. Petersen, og hann leggur aftrat: – Støðutalvan sigur, at EB/ Streymur er favorittur, men um vit meta út frá innanhýsis upp­gerð­ unum fyrr í ár, so hevur tað gingið sera javnt á. Í 8. umfari vunnu teir 1-0 við Margáir, og í 15. umfari vunnu vit 1-0 við Løkin. Í morgin snýr tað seg um heiður og æru og um steyp og gullkrónur, og sjálvandi verður lagið norðuri í høllini á Eiði nógv betri í annað­ kvøld, um EB/Streymur verður meist­ari, enn tað verður, um tað kiks­ar við FM heitinum, og ÍF í síðstu løtu strýkur avstað við tí. Men tað snýr seg eisini um framtíðina og fíggjarligu vánirnar hjá felag­num. FM vinnaranum eru tryggj­aðar umleið 2,7 milliónir frá UEFA. Tað er ikki so galið peninga­ ligt grundarlag at fyrireika næsta kappingarár út frá. Um tað í morgin eydnast at liva upp til tað, sum EB/Streyma viðhaldsfólk og øll onn­ur fót­bólts­ hugað rokna við, so er sannlíkið stórt fyri, at flestu spælararnir fara at halda fram í felagnum, og vón­ irnar fyri at Heðin Askham eisini næsta ár skal standa á odda, hóast hann higartil hevur mutað ímóti, tykjast ikki at vera heilt burtur. Tað valdast fyrst og fremst um, hvussu tað fer at roynast í morgin. Um tað eydnast EB/Streymi at vinna FM heitið fyri aðru ferð, so verður alt meiri hugaligt í Sundalagnum og har á leið. Um tað – sum fyri seks árum síðani – kiksar í síðstu løtu, og EB/Streymur missir gullkrónurnar og tær 2,7 milliónirnar á stokkinum, so verður tað ein heilt onnur støða og søga! EB/Streymur - NSÍ: Lars Múller leygardagin klokkan 15.00 Tað var fagnaður millum heima­fólkið í Sarpugerði leygar­dagin, tá ið 4-3 sigurin á KÍ var veruleiki. Harvið hevur Víkingur sama stigatal sum HB, ið er á bronsuplássi og skal spæla á útivølli ímóti ÍF, sum fram­vegis hevur møguleika at vinna FM. – Við sigri í steypakappingini hava vit tryggjað okkum rættin at taka lut í altjóða kapp­ingum næsta summar. Men eingin skal ivast í, at vit fara at leggja alt tað fyri, sum vit eru mentir, í royndini at vinna bronsumerkini, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu, sum skor­aði øll fýra málini ímóti KÍ og rættuliga er í hopla nú upp­ undir kappingarenda. Mikukvøldið skrivaðu Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Jógvan Martin Olsen undir nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at Jógvan Martin eisini í 2013 verður venj­ ari hjá Víkingi. Higartil hevur samstarvið verið í fýra ár. Úrtøkan er tveir finalu­sigrar í steypakappingini og tvey bronsuheiðursmerkir í lands­ kapp­ingini. Spurningurin er, um tað í morgin fer at eydnast at vinna triðja bronsuplássið. Ímóti B36 eru Filip Djordjevic og Hjartvard Hansen leikbannaðir. Evrard Blé er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður ímóti KÍ. Jógvan Martin Olsen hevur lagt stóran dent á at menna ungar spælarar til besta liðið. Heðin Hansen var ímillum teir fyrstu ellivu fyri viku síðani, og hann verður millum teirra, sum í morgin fara í Gundadal. B36 hevði seks ungar spæl­ arar, ið eru uppaldir í felagnum, á dómaraseðlinum í málleysa javn­leikinum í Runavík. Hesa ferð eru teir tríggir, sum hava verið á ferð við U19 lands­lið­ num, komnir aftrat. Málið í felag­num er at syrgja fyri, at nógvir av teimum, sum eru við til at manna besta liðið, eru uppaldir í felagnum, og dóm­ara­seðilin fyri viku síðani bendir á, at tað sær ikki so galið út. Símun Joensen er tøkur aftur, eftir at hann var leik­ bannaður ímóti NSÍ. Hetta er síðsti heimadyst­ ur­in í ár hjá B36. Nógv bendir á, at onkrir av spælarunum í morg­in fara at siga farvæl við árstals­felagið. Millum hesar eru Atli Danielsen og kanska Meinhard Joensen. Tað er ikki greitt, hvussu tað verður við Lukasz Cieslewicz næsta kapp­ ingarár. B36 - Víkingur: Ransin N. Djurhuus leygardagin klokkan 15.00 Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen 2,7 milliónir eru á stokkinum Fótbóltur Stóra veitslan verður á Eiði, men tað er upp til EB/Streyma spælararnar seinnapartin í morgin at gera av, um Sundalagið skal fegnast um FM heitið og risa eyka inntøku ella um úrtøkan skal verða silvur og stórt vónbrot Víkingur lúrir eftir bronsuni