Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur effo deildin upptakt 27. umfar nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 EB/Streymur 26 16 7 3 47 25 +22 55 2 ÍF 26 16 5 5 55 23 +32 53 3 HB 26 13 5 8 56 34 +22 44 4 Víkingur 26 12 8 6 42 34 +8 44 5 KÍ 26 12 6 8 52 43 +9 42 6 B36 26 10 7 9 41 35 +6 37 7 NSÍ 26 9 4 13 36 39 -3 31 8 TB 26 5 9 12 29 46 -17 24 9 B68 26 5 6 15 19 42 -23 21 10 FC Suðuroy 26 2 3 21 15 71 -56 9 Effodeildin Jóannes Hansen Fartelefonir og radio fara at verða nógv frammi í Fløtugerði í Fuglafirði seinnapartin í morgin. Serliga fara fuglfirðingar at fylgja við í, hvussu tað fer at ganga við Margáir, og tey í HB fara eisini at hava eygu og oyru við gongdini í Gunda­dali og í Klaksvík. ÍF hevur tryggjað sær silvur­ merkini og harvið bestu endastøðu síðani 1979. Um silvurið skal verða vekslað við gullmerkini, so er fyrra treytin tann, at NSÍ fær stig ímóti EB/Streymi á útivølli. Hin treytin er, at fuglfirðingar vinna fulla úr­ tøku á heimavølli ímóti HB. Fyrru treytina fær ÍF einki gjørt við, og seinnu treytina verður tað stórt tak at fáa bilbukt við. Felags fyri ÍF og HB er, at tað leingi hevur gingið sum eftir ánni. HB hevur vunnið sannførandi sigrar tríggjar tær seinastu ferðirnar, og tað hevur verið uppaftur meiri sann­førandi hjá ÍF. Einasti hálvi kiks­arin í nógvar mánaðir var, at tað ikki eydnaðist at fáa meiri enn málleysan javnleik burturúr á útivølli ímóti B68. Tað kann fara at vísa seg at verða munurin á gulli og silvuri. Eftir at HB leingi var í vónleysari støðu, hevur tað seinastu vikurnar roynst so mikið væl, at nú er tað upp til HB sjálvt at gera av, um sigursvanda liðið og stolta felagið skulu tryggja sær rættin at taka lut í europeisku kappingini næsta summar. Tað er møguleiki fyri, at tað í morgin er nóg mikið við javnleiki fyri at røkka europeisku atgongumerkjunum, men um tað bara skal vera upp til HB at gera av, so er neyðugt at vinna fulla úrtøku. Allir HB spælararnir og allir ÍF spælararnir eru tøkir undan final­ uni í Fuglafirði. Merkisvert er tað, at hvørki HB ella ÍF hava higartil boðað frá, hvør verður venjari næsta kappingarár. Tað er har­ við framvegis møguleiki fyri at ávika­víst Sigfríður Clementsen og Flemming Christensen eisini næsta ár fara at hava ábyrgdina av HB og ÍF, men tað er eisini møguleiki fyri, at setn­ingurin í morgin verður tann sein­asti hjá teimum báðum í feløg­unum, sum teir í ár hava havt ábyrgdina av. Einki hevur verið at frætt um tað enn, men tað er væl hugsandi, at toppskjúttin i EFFOdeildini Clayton Soares eisini næsta ár fer at um­boða ÍF. Um tað í morgin verður far­væl dystur fyri Jákup Mikkelsen í ÍF málinum og fyri Fróða Benjaminsen á HB miðvøllinum er ikki greitt, men tað tykist ikki vera óhugsandi. Seinastu ferðirnar hevur ÍF havt takið á HB. Í 8. umfari vann ÍF 4-1 í Gundadali á HB, og í 15. umfari vann ÍF 2-0 á heimavølli ímóti HB. ÍF - HB: Rúni Gaardbo leygardagin klokkan 15.00 Í morgin verður punktum sett fyri fótbóltsárið í Klaksvík. FC Suðuroy vitjar, og støðutalvan boðar frá, at heimaliðið er stórfavorittur at vinna fulla úrtøku. Soleiðis er tað, men heimavøllurin hjá KÍ er ikki tann skansin, sum hann plagdi at vera. Tølini siga, at KÍ trettan ferðir hevur átt heimavøll í ár, og at KÍ í átta førum er farið av vøllinum uttan fulla úrtøku. KÍ hevur vunnið fimm ferðir, fýra ferðir hevur verið javnt, og fýra ferðir eru trúføstu áskoðararnir farnir til hús sum av torvheiðum. Allir sigrarnir uttan 1-0 ímóti ÍF eru vunnir ímóti liðum, sum eru niðari á støðutalvuni enn KÍ, og millum hesar var 5-1 sigurin á FC Suðuroy í 8. umfari. Hóast úrtøkan ikki altíð hev­ ur verið stór, so borga tølini fyri undir­haldi, tá ið KÍ er annar part­ urin. Tvær tær seinastu ferð­ir­ nar hevur KÍ tapt 4-3, og lið­for­ maðurin Hjalgrím Elttør, ið er ein av fýra klaksvíkingum, sum er leik­bannaður ímóti FC Suðuroy – hinir eru Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni og Jógvan Isaksen – harm­ ast støðuna: – Vit vóru ógvuliga vónbrotnir í Gøtu. Inntil hetta umfarið var tað í okkara hondum at syrgja fyri enda­støðu, sum bar altjóða luttøku næsta ár við sær. Tað hevur verið málið, og vit vóna framvegis, at tað skal eydnast, men eftir hetta tapið er tað ikki upp til okkum sjálvar at gera av. Vit kappast við HB, og nú eru vit verri fyri í tí kappingini. Vit mugu greiða okkara setning ímóti FC Suðuroy, og so mugu vit vóna, at ÍF vinnur á HB, sigur Hjalgrím Elttør, sum vónar, at liðfelagarnir fara at leggja betri fyri, enn teir gjørdu í Gøtu. – Í steðginum tosaði venjarin við stórum bókstavum. Eftir lítlari løtu í 2. hálvleiki skoraðu vit tríggjar ferðir, og tá kendi eg tað sum um, at vit høvdu tak á tí, men so mistu vit alt á gólvið, tíverri. Verjupaturin hjá klaksvíkingum hevur ikki verið sannførandi, og nú er neyðugt at skifta út í trimum ódnum í aftastu røðini. John Hammer hevur verið skaddur, men tað kann vera, at hann verður ein av teimum í verjuni. Hjá FC Suðuroy eru eisini fýra spælarar leikbannaðir, og tað nívir ikki minst, at bæði verjuálitið Heini Vatnsdal og toppskjúttin John Tordar Poulsen eru uttanfyri. Hinir leikbannaðu menninir eru Dan Djurhuus og Heri E. Kjærbo. Jón Áki Jacobsen er tøkur aftur, eftir at hann síðsta vikuskifti var í Estlandi við U19 landsliðnum. joannes@sosialurin.fo KÍ - FC Suðuroy: Eiler Rasmussen leygardagin klokkan 15.00 Annar parturin fer fram ímóti klokkan 17 í morgin at fegn­ast um, at tað er eydnast at varðveita plássið í bestu deildini, og hin parturin fer at ásanna, at í 2012 var úrtøkan ikki nóg stór til at sleppa undan niðurflytingini. Treytirnar eru púra greiðar, tá ið TB fær vitjan av B68. Hjá TB snýr tað seg um ikki at tapa meiri enn 3-0, og hjá B68 goymir møguleikin fyri sunnu­ dagsfótbólti næsta ár seg í sigri, sum í minsta lagi er 4-0. – Tað verður torført, men upp­gávan er ikki púra ógjørlig, verður sagt á Toftum. Tað ber ikki til at siga annað, enn at B68 hevur tølini ímóti sær. Í 26 umførum hevur B68 skorað 19 mál. Bill Jacobsen hevur havt ábyrgdina tríggjar tær sein­astu ferðirnar. Í hesar 270 minuttirnar hevur B68 ikki megn­að at skora eitt mál! Í 8. um­fari vann TB 3-1 á B68 við Stórá í Trongisvági. Í morgin er liðformaðurin Jann Ingi Petersen tøkur aftur, eftir at hann var leik­ bann­aður ímóti EB/Streymi. Haraldur R. Højgaard er tøk­ ur aftur, eftir at hann í síðstu viku var burturstaddur í U19 landsliðsørindum. Mið­verjin Oddur Højgaard er leik­bann­ aður. Hjá TB snýr tað seg fyrst og fremst um at halda tørn um útgangsstøðuna og at dúva upp á møguleikan í skjótálopi rættuliga at taka spenningin burtur. Tað eigur at vera góð fyritreyt hjá Gilla Sørensen og Dmitrije Jankovic. Ragnar Tausen, Poul Ingason og Eirikur Magnusarson eru tøkir aftur, eftir at teir fyri viku síðani vóru burturi í U-19 lands­ liðsørindum. Gunleif Olsen er leikbannaður. TB - B68: Petur Reinert leygardagin klokkan 15.00 Lekarnir hava kostað nógv Gullið og Europa eru á skránni Fótbóltur Tað eru tveir partar á aldukambinum, sum bresta saman í morgin, har ÍF spælir fyri at vinna gull, og har HB stríðist fyri at halda Europa vegnum opnum Stórt tak bíðar toftamonnum í Trongisvági Myndir: Álvur Haraldsen