fríggjadagur 5. oktober 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Tá tað manglaðu fýra umfør av
landskappingini í 2006 skuldi EB/
Streymur hava fimm stig fyri at
vinna fyrsta FM heitið í søguni.
Talan var um tveir útidystir móti
B68 og ÍF, meðan heimadystirnir
vóru móti GÍ og KÍ.
Liðið var mannað við fleiri ung
um leikarunum sum Arnbjørn
Hansen, Gert Hansen, Bárður Olsen,
Hans Paula Samuelsen, Marna
Djurhuus og Leif Niclasen. Royndu
leikararnir vóru Ronnie Samuelsen,
Sorin Anghel og Egil á Bø.
Liðið hevði vunnið nógv fót
bóltshjørtu við frálíka fótbolts
spælinum og nýtsluni av egnum
tilfongi. EB/Streymur var nýggja
ísletti í føroyskum fótbólti, men
manglandu royndirnar komu at
kosta dýrt.
Ongin væntaði at EB/Streymur
skuldi vinna meistaraheitið júst
hetta árið. Men tá felagið nú bara
skuldi hava fimm stig í fýra dyst
inum, um HB væl at merkja vann
allar sínar dystir, so var tað eitt
stórt vónbrot um EB/Streymur ikki
fór avstað við FM heitinum.
Í 24. umfari spæla sundalags
menn javnleik móti B68 á Toftum.
HB vinnur í Havn á B36. Umfarið
eftir tapur EB/Streymur fyri GÍ á
Mølini, meðan HB aftur vinnur. Í
næstseinasta umfari er EB/Streym
ur meistari – men bara í nakrar
minuttir. Teir greiða sín setning á
Fløtugerði móti ÍF og vinna 2-1. Á
Toftum er javnleikur millum B68
og HB. Tað merkir, at EB/Streymur
verður meistari. Men langt inni í
yvirtíðini skorar Rógvi Jacobsen
fyri HB og gullveitslan í sundalag
num verður útsett.
Lagnudagurin
Leygardagurin 21. oktobur 2006 er
nógvur vindur á Mølini á Eiði. Tað
er ivasamt um dysturin yvirhøvur
skal spælast. Avgjørt verður at
halda fram og EB/Streymur skal
bara halda fast um javnleikin, so
er
fyrsta
landskappingargullið
heima.
Mótstøðan er KÍ, sum er arg
ast arvafíggingi hjá HB. Tvey ár
frammanundan vinnur HB sítt
meistaraheitið nummar 18 og yvir
hálar KÍ sum tað felagið, ið hevur
vunnið meistaraheitið oftast. Fleiri
KÍ viðhaldsfólk eru ikki áhugaði í at
síggja HB vinna enn eitt meistara
heiti.
Á vøllinum er heldur ongin ivi.
EB/Streymur er greitt omaná. KÍ
kemur illa nokk fram um miðjuna,
men í staðan fyri at skjóta bóltin
í málið, so endar hann á stongini
hvørja ferð.
Seks minuttir fyri tíð er fram
vegis javnleikur í Gundadali millum
HB og ÍF, men á Mølini hendir tað,
sum ikki mátti henda fyri heima
liðið. KÍ framherjin, Paul Clapson,
Fótbóltur Leygardagurin 21. oktobur
2006 stendur fastur í minnunum hjá øllum,
sum eru rundan um EB/Streym. Tann dagin
skuldi EB/Streymur bara hava eitt stig ímóti
KÍ á Mølini fyri at blíva FM vinnari, men ein
maður hevur gloymt at lisið upp á leikritið
Tað sigur Símun Joensen, sum var
á KÍ liðnum 21. oktobur 2006, um
løtuna tá Paul Clapson legði KÍ á
odda ímóti EB/Streymi.
Símun Joensen er ein av trim
um leikaraum á dagsins B36 liðið,
sum vóru við í avgerandi dyst
inum móti EB/Streymi í 2006.
Símun Joensen minnist væl tann
leygardagin, tá KÍ spældi ein av
gerandi leiklut í at HB gjørdist
FM vinnari.
Hóast KÍ við sigrinum endaði
við at tryggja sær eitt Europa Cup
pláss, so var lagið einki serligt á
klaksvíksingum.
– Tað var ein løgin kensla tá
vit skoraðu. Vit jublaðu sjálvandi,
men tað var púra kvirt kring vøll
in. Ongin jublaði, sigur Símun
Joensen.
– Onkur av teimum eldru áskoð
arunum helt fyri undan dystinum,
at vit skuldi tapa við vilja, so HB
ikki bleiv meistari, greiður Símun
Joensen eitt sindur skemtiliga
frá.
Leikliga var EB/Streymur eisini
greitt omaná og fleiri ferðir var
nær við.
– Eg minnist serliga hvussu oft
ani teir raktu stengurnar. Eina ferð
kom Hans Pauli Samuelsen til bak
linjuna og kundi spælt útfrá. Hann
velur at smekka til og eg standi
beint við stongina. Eg minnist
hvussu málið ristist aftaná, sigur
Símun Joensen, sum mátti spæla í
sokallaðum »knickers« buksum, tí
veðrið var so ringt.
Hvat billa tit tykkum inn?
Í Sundalagnum høvdu tey fyri
reika tað stóru gullveitsluna og
tað var ikki sørt, at vónbrotið var
stórt tá dysturin var liðugur.
– Tá eg skuldi av vøllinum og
inn í skiftingarrúmi sló onkur
meg í ryggin. Tá eg vendi mær
stendur ein kona í ketildrak og
við grátandi rødd spyr hvat vit
billa okkum inn at vinna. Eg mátti
so pent forklára henni at vit altíð
spæla fyri at vinna, greiður Símun
Joensen frá.
Símun sigur víðari, at tað var
deiligt at vinna dystin, tí so kundi
ongin koma og siga at teir ikki
høvdu givið seg fult út til dystin.
– EB/Streymur hevði eisini
fleiri møguleikar at meistaraheitið
áðrenn hendan dystin, so eg haldi
ikki vit beinleiðis hjálptu HB, sigur
Símun.
Bjóðaðir í ball
Í HB húsinum var gullveitsla og KÍ
leikararnir fingu eisini møguleikan
at verða ein partur av henni.
– HB bjóðaði okkum at koma
í vetslu og gjalda fyri ferðing til
Havnar. Vit tosaðu um tað og fyri
uttan Tony Paris og Paul Clapson,
so valdu vit ikki at fara, greiður
Símun frá víðari.
Jákup á Borg var tá á liðnum
hjá HB og var ein av teimum sum
sungu »liðið tað eitur KÍ« í sjón
varpinum eftir dystin.
– Eg plagi at arga Jákup við, at
hann dugur so væl at syngja KÍ
sangin, sigur Símun og flennur.
Heldur ikki liðfelagin, Bárður
Olsen, sum var við á EB/Streyma
liðnum í 2006, sleppur snikka
leysur.
– Eg plagi at stinga til hann av
og á. Tað er ikki so at vit tosa um
tað dagliga, men er ein møguleiki,
so fær hann tað at vita, sigur
Símun at enda við einum smíli.
trondur@sosialurin.fo
Ongin jublaði
Lagnudagurin