Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur fær fatur á bóltinum og smekkar til. Bólturin ferðast allan vegin í málið. – Ongin jublaði uttan vit leik­ ar­arnir, sigur Símun Joensen, sum spældi við KÍ tann dagin. Brádliga vendi alt á høvdinum. Skorar HB, so endar gullið í Gunda­ dali. Í Gundadali hevur Vagnur Mohr Mortensen slept sínum verju­ skyldum og er fari í álopið. Tá klokk­ an sigur 89 minuttir verður Vagnur spældur leysur. Málmaðurin kemur út ímóti og Vagnur stútar bóltin fram­við honum og í mál. Løtu seinni bríkslar dómarin fyri seinastu ferð á Mølini, meðan Rógvi Jacobsen økir til 2-0 í Gundadali. Við seks sigrum hevur HB hálað sjey stig inn á EB/Streym og stolið gullið frá teimum. Fólki og støðan er tann sama Leygardagurin 21. oktobur 2006 stendur sum tað svárast leikliga minni hjá EB/Streyma viðhaldsfólki nakrantíð. Í morgin er støðan áleið tann sama. Vinnur EB/Streymur, so verða teir FM vinnarar. Aftur hesa ferð er argasti kappingarneytin í dyst millum ÍF og HB. Ta ferðina var tað HB, hesa ferð er tað ÍF, sum yvir­hála í seinasta svinginum. René Torgarð, Egil á Bø, Gert Hansen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen, Leif Niclasen, Sorin Anghel og Arnbjørn Hansen ganga allir aftur frá liðnum í 2006. Munurin er, at EB/Streymur sein­ astu seks árini hevur spælt fleiri avgerandi dystir og vunnið fleiri steypakappingar og eitt FM heitið. Sostatt eru royndirnar í ár væl fleiri á liðnum, men spurningurin er so um tað er nokk til at vinna á NSÍ og harvið gerast føroya meistari 2012? trondur@sosialurin.fo Tað sigur Sámal Erik Hentze, sum var hjálparvenjari hjá EB/ Streymi í 2006. Serliga stendur ringa veðrið frammaliga í hug­anum hjá núverandi AB venjaranum. – Eg minnist at vit tosaðu um dysturin yvirhøvur skuldi spælast. Vit blivu so samdir um at spæla, tí týdningurin av dyst­ inum var so stórur og at vit vóru nógv betri enn KÍ, sigur Sámal Erik. Hann er ikki í iva um, at EB/ Streymur skuldi havt vunnið dystin, tí teir vóru nógv betri. – KÍ hevði eitt skot á mál, með­an vit høvdu alt spælið og raktu stengurnar fleiri ferðir. Hatta var bara ein av teimum døg­unum, tá bólturin ikki vildi inn, greiður Sámal Erik frá. »HB skora? Egil fram!« Orðini eigur Piotr Krakowski, sum var venjari hjá EB/Streymi tá. Hendingin fer fram, tá tað gerst greitt á Mølini, at HB hevur lagt seg á odda í Gundadali og at EB/Streymur nú má fáa stig fyri at gerast meistari. Tí sendi Piotr miðverjan, Egil á Bø, fram í álopið. – Eg minnist tað væl, men tá hevði Egil longu verið í álopinum í tíggju minttir. Vit spældu við trimum í verjuni, tí KÍ hevði bara ein mann á okkara hálvu, tað var Paul Clapson, sum stóð í miðkringinum, sigur Sámal Erik eitt sindur argur á málinum. Tað var tøgn í skiftirúinum eftir dystin. – Ongin segði nakað. Hetta var ikki tíðspunkti at koma við einari smartari viðmerking, sig­ur AB venjarin. Sámal Erik royndi eisini sum venjari hjá AB í fjør, at missa ein uppflyting í evstu løtu, tá TB yvirhálaði innanum við einum 11-0 sigri á TB. – Hesin dagurin fer altíð at koma fram, tá eitt kappingarár kemur at enda. Tað kom fram í fjør tá vit ikki fluttu upp og tað hevði eisini hug at spøkja í ár, sigur Sámal Erik, sum flutti upp við AB í ár. EB/Streymur vinnur ikki á NSÍ Tað væntar Sámal Erik, sum tó roknar við at gullið endar í Sunda­lagnum. – Eg kann gott ímynda mær, at dysturin við Margáir endar við javnleiki, meðan HB vinnur í Fugla­firði, sigur Sámal Erik. Tað eru seks ár síðani, at EB/ Streymur misti meistarheitið á gólvið. Fleiri av teimum, sum vóru við tá eru framvegis við á lið­num hjá sundalagsmonnum. Fleiri teirra vóru um 18-19 ára ald­urin. Royndirnar síðani tá eru ein fyrimunur fyri EB/Streym. – EB/Streymur hevur spælt nógvar týdningarmiklar dystir síðani 2006, og tað er eitt stórt pluss, sigur Sámal Erik um trýst­ ið, sum nú aftur liggur á EB/ Streymi. trondur@sosialurin.fo Tøgn í skifti­rúminum Tað er ikki við góðum minnum, at Bárður Olsen minnist aftur á 21. oktobur 2006. Sjávur var hann ein av teimum ellivu, ið byrjaðu inni hjá EB/Streymi í lagnu dystinum móti KÍ á Mølini. – Tað er ikki stuttligt at minnast aftur á. Vit vóru tað betra liðið og eg haldi at KÍ hevði ein mál møguleika og so langskotið, ið teir skora upp á, sigur Bárður Olsen. EB/Streymur er í dag í nógvar mátar eitt størri felag. Nýggjur vøll­ur, nýggjar umstøður og fleiri heiðurs­merki hava verið vit til at gjørt EB/Streym til ein av tung­ vektarunum í føroyskum fótbólti. Í 2006 vóru umstøðurnar øðrvísi. Liðið spældi sínar heimadystir á Mølini á Eiði. Húsið var lítið at reypa av, men menn trivust væl. – Tað var nógv fólk til venjing og fleiri av teimum eldru áskoðarunum komu við kaku og øðrum góðum eftur hvørja venjing, sigur Báður Olsen. Tá fýra umfør eru eftir, skal EB/ Streymur bara hava fimm stig, so eru teir FM vinnarar á fyrsta sinni. – Tað var nógv trýst á okkum tá. Tey flestu mettu okkum longu um FM vinnarar undan seinasta leik­ degnum, sigur Bárður Olsen. Skulu einki broyta Bárður Olsen trýr fult og heilt upp á, at EB/Streymur verður FM vinn­ ari 2012. Teir skulu bara halda fram við at spæla sítt spæl. – Teir skulu einki broyta, men bara halda fram við at spæla sum teir hava gjørt við góða kontra­spæl­ inum, sigur Bárður. Bárður roknar heldur ikki við, at tað kemur fjáltur á EB/Streym leik­ararnar skuldi klokkan byrja at ar­beitt ímóti teimum. – Teir eru royndir, so eg trúgvi teir eru til reiðar at standa ímóti trýstinum og bara halda fram við at spæla sítt spæl, sigur Bárður Olsen, sum framvegis verður mintur á dagin í 2006. Bárður spælir í dag við B36 og har er hann liðfelagi við Símun Joensen, Atla Danielsen og Meinhard Joensen, sum allir byrj­ aðu inni fyri KÍ tann dagin. – Ja, teir minna meg á tað við hvørt og flenna eftir mær, sigur Bárður Olsen at enda. trondur@sosialurin.fo Flenna eftir mær enn Dysturin 21. oktober 2006 Bárður Johannesen og 1-o málskjúttin, Vagnur Mohr Mortensen við FM-steypinum. í 2006