Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 116 · 5. oktober 2012 4 VIKUSKIFTI Tolsemi. Eitt hugtak, sum er vorðið bulurin í grundgevingunum, sama um vit kjakast um rættindini hjá samkyndum, innflytarapolitikk, talufrælsi og annað, sum hevur sett dagskránna seinastu árini. Men hvat er tolsemi? Og hvat er markið fyri tolsemi? EITT TOLSAMT SAMFELAG HVAT ER TAÐ? Hvat leggur tú í hugtakið »tolsemi«? Tolsemi er eitt hugtak, sum tað er trupult at geva eina neyva skilmarking av, tí meðan hugtakið tekur støði í tí, at fólk eiga at virða ymisleikan, so missir hugtakið sín týdning, um tað ikki eisini verður avmarkað. Í útgangsstøði haldi eg, at fólk hava rætt til at trúgva, siga og gera alt tað, sum ikki er til skaða fyri onnur menniskju. Útgangsstøðið eigur vera, at øll menniskju eru fødd við einum grundleggjandi frælsi, sum tað bert er neyðugt at avmarka, tá ella um tað kemur í stríð við frælsið hjá øðrum. Í einum demokratiskum samfelag, har tað er/u meirilutin/ar sum ræður/ráða, kann tað eisini vera neyðugt í lógini at verja minnilutar móti meirilutum, sum standa fyri teimum ráðandi samfelagsligu virðunum, sum t.d. § 226b er eitt dømi um. Eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika í, at samkynd eins og hinskynd fáa loyvi til at skráseta seg í parlagi - tað viðkemur ongum øðrum og tað ger seg heldur ikki inn á frælsið hjá øðrum - men tað er truplari við samkyndum kirkjuvígslum, sum kunnu koma í stríð við sjónarmið hjá øðrum um hesi viðurskifti. Her liggur trupulleikin hinvegin ikki hjá teimum samkyndu, ið ynskja somu rættindi sum hinskynd, men trupulleikin liggur heldur í, at vit hava eina kirkju, sum øll noyðast at gjalda til. Høvdu vit ikki havt eina fólkakirkju, sum varð lutvíst fíggjað gjøgnum skattin, so høvdu allar samkomur sjálvar kunna avgjørt hvussu tær skipaðu síni viðurskifti hesum viðvíkjandi og fólk høvdu so valt ta samkomu, sum samsvaraði best við teirra virði. So einfalt er tað ikki, tá vit hava eina lutvíst skattafíggjaða kirkju, sum øll halda seg eiga, og sum tí við ávísum rætti verður kravd at skulu fevna um fleiri rættiliga ymisk og onkuntíð beinleiðis mótstríðandi virðir. Tað er ikki so langt síðan, at lærarar, sum t.d. hoyrdu til brøðrasamkomuna, ikki kundu fáa fast starv í fólksaskúlanum. Her var tann ráðandi kristni siðaarvurin, sum varð vardur í lóggávuni, ikki serliga tolsamur mótvegis kristnum minnilutum. Í dag er tolsemið í Føroyum vorðið størri á hesum økinum, men tað er framvegis nakað eftir á mál til, at øll átrúnaðarlig sjónarmið hava sama rætt í føroyska samfelagnum. Staturin eigur ikki ”hava” ein ávísan átrúnað, sum fram um aðrar átrúnaðir verður vardur í lóggávuni, men hann skal í lóggávuni verja allar borgarar, soleiðis at teir sjálvir m.a. kunnu velja sín átrúnað – ella ongan. Hvørjir eru fyrimunirnir við einum tolsamum samfelag? Fleiri kanningar vísa, at tolsom samfeløg klára seg best í altjóða kappingini og at tað eru samfeløg við tí størsta menniskjansliga fjølbroytninum, sum eru tey ríkastu samfeløgini í heiminum. Tað er sjálvandi trupult at siga, um framburðurin kemur við tolseminum ella tolsemið kemur við framburðinum, – helst treytað bæði fyribrigdini sínámillum hvørt annað – men tað vísir seg í øllum førum at vera so, at samfeløg við stórum tolsemi hava lættast við at draga til sín væl útbúna og skapandi arbeiðsmegi, sum er ein treyt undir búskaparliga vælvirkandi samfeløgum. Tað er eisini ofta frá samfelagsins minnilutum, at tað nýskapandi og slóðbrótandi kemur, hóast tað kann taka langa tíð at fáa tað nýggja at vinna undirtøku í einum samfelag – hugsa bara um brøðurnar, sum fyri bara hundrað árum síðan var ein marginaliseraður minniluti í Føroyum. Burtursæð frá mentanarliga og vinnuliga íblástrinum, sum fylgir við tolsemi og fjølbroytni, so haldi eg, at tað reint menniskjasliga er meira gevandi at liva í einum samfelag, har ymiskleikin verður viðurkendur. Hvørjir eru vandarnir við einum tolsamum samfelag? Eg dugi ikki at síggja nakrar vandar við einum tollyntum samfelag – um tolsemið altso verður skilt soleiðis, at tað verður avmarkað av frælsinum hjá øðrum. Tí tað er greitt, at eitt tolsemið, sum eisini viðurkennir ótolsemi, undirgrevur seg sjálvt. Tolsemið treytar eitt felags virðisgrundarlag, sum viðurkennir bæði einstaklingum og bólkum grundleggjandi frælsisrættindi, og tí er tað eisini eitt mark fyri tolseminum. Hvar setir tú markið fyri tolsemi? Sum eg nevndi í byrjanini, so er markið fyri tolseminum har, sum menniskju gera seg inn á onnur menniskju. Menniskju - einstaklingar og bólkar - eiga at hava rætt til at trúgva, siga og gera tað, sum teimum lystir, so leingi tey ikki gera seg inn á frælsið hjá øðrum. Fólk skulu hava rætt til at finnast at øllum sjónarmiðum og virðum í samfelagnum, bert tey ikki gera tað á ein tílíkan hátt, at tey eggja øðrum til at leggja hatur á einstaklingar ella bólkar. Í veruleikanum eiga vit til gagn fyri øll at eggja fólki til at finnast at okkara stovnum og virðum. Tað sum ikki drepur okkum, tað ger okkum sterkari, segði Friedrich Nietzsche. Her tosi eg sjálvandi í myndatalu. Markið fyri tollyndinum er har, sum tað verður til tað øvugta av sær sjálvum – t.e. til ótolsemi mótvegis teimum grundleggjandi frælsisrættindunum, sum tol­ semið er treytað av. Tað er í veruleikanum ikki at seta eitt mark fyri tollyndinum, men ein skilmarking av, hvat hugtakið merkir. Hans Andrias Sølvará 49 ár Lektari í søgu Høvundur Fekk kjakvirðisløn frá Miðlahúsinum í 2008 lagt til rættis: Uni Holm Johannesen