Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 41

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 116 · 5. oktober 2012 5 VIKUSKIFTI Hvat leggur tú í hugtakið »tolsemi«? Ein góður tanki, ið alt ov ofta verður misbrúktur sum eitt ideo­ logiskt lætt kúgingaramboð. Tolsemi letur seg illa definera, tí ein hvør definitión ger seg lættliga seka í at avmarka hugtakið, og minkar harvið um tolsemið í tráð við egna hugmynd. Sjálvur knýti eg hugtakið tolsemi til einans at umfata tankaverðina og talufrælsi. Fyri meg merkir tað, at allar meiningar skulu vera loyvdar og kunnu vera førdar fram, sjálvsagt við egnari ábyrgd. Tað er at góðtaka, at fólk kunna vera ósamd við eins egnu tankar og gerðir, tó uttan at hetta forðar einum sjálvum at gera tað, ið ein metir vera rætt. Tað at vera ósamdur við øðrum, og virka hareftir, um trúgv, religión, politikk og annað, kann aldrin skýrast ótolerant. Tað er fyrst, tá man forðar øðrum at bera síni sjónarmið fram, at talan er um ótolsemi. Í stuttum, tolsemi er rætturin hjá fólki at hava sínar egnu tankar og frælsi at bera teir fram. Hvørjir eru fyrimunirnir við einum tolsamum samfelag? Hvat er hugtakið eitt »tolsamt samfelag« annað enn eitt innantómt, útjaglað, populistiskt orð á hædd við orðið vælferðarsamfelag? Eitthvørt samfelag er uppbygt av stríðandi pørtum við egnum hugsanum um, hvat er rætt og hvat er skeivt, hvat kann góðtakast og hvat ikki kemur upp á tal. Nøkur meta, at tað at nokta nøkrum børnum lív er tekin um eitt ótalsamt samfelag, meðan onnur vilja hinvegin vera við, at tað at nokta kvinnum fullan rætt yvir egnum kroppi er ótolerant. Fleiri djóravinir meta, at grindadráp er tekin upp á ótolsemi mótvegis okkara felags verum, meðan flestu føroyingar eru ósamdir. Nøkur føra fram, at fyri at tolsemi yvirfyri øllum átrúnaðum skal fáa rúmd, má kristindómur avskaffast í fólkaskúlanum, meðan onnnur føra fram, at tílíkur retorikkur er ótolerantur mótvegis tí aldargamla grundvølli, ið okkara forferdrar hava bygt. Hvussu skal man kunna byggja eitt tolsamt samfelag á so ymiskar hugsanir? Tað kann man ikki, tí politiskt ber tað ikki til at lóggeva tolsemi inn í eitt samfelag, tí ein hvør lóg antin minkar um frælsi ella er útilokandi fyri bólkar og einstaklingar. Men í øllum ósemjunum hómast hóast alt eitt eyðkenni, ið øll kunna taka undir við – frælsi at kunna hava allar hesar meiningar og at føra tær fram við egnari ábyrgd. Og tað er fyrimunurin, at ongin skal óttast at bera fram sannleikan, ella tað, tey meta er sannleiki. Hvørjir eru vandarnir við einum tolsamum samfelag? Menniskjað. Tíverri finnast tað alt ov nógv fólk, ið ongar trupulleikar hava av at lúgva og spreiða hatur, og tískil gerst styrkin við einum tollyntum samfelag, frælsi at bera tað fram, ið ein vil, eisini veikleikin. Men vit eiga ikki at óttast veruligt tolsemi, so leingi man hevur eina rættarskipan, sum riggar væl, ið bæði kann verja fólk frá ósannindum og ærumeiðingum og verja rættin hjá øllum at sleppa til orðanna. Hvar setir tú markið fyri tolsemi? Eg hugsi um eitt sitat hjá C.S. Lewis: »Øll siga, at fyrigeving er eitt gott hugskot, inntil tey hava okkurt at fyrigeva.« Um vit ikki megna at vísa tolsemi yvirfyri teimum tankum, ið vit ikki eru samd við, hvat er so virði í tolsemi? Tolsemi hevur einki mark, og tað er tískil eisini eitt hugtak, sum ikki ber til at stjórna ella lóggeva eftir. At avmarka tolsemi við einum marki vildi verið í andsøgn við hugtakið sjálvt og leggur upp til eitt misbrúk av hugtakinum, tí í somu løtu man roynir at festa tolsemi til nakrar tankar, felagskapir, lóggávu, mark og so víðari, missur tað sín týdning og gerst eitt ideologiskt kúgingarhugtak hjá brúkaranum til at teppa mótpartar við. Marx og Engell lýsa væl vandan í hesum við teimum kendu orðunum: »Í einum hvørjum tíðarskeiði eru tankarnir hjá tí ráðandi klassanum teir ráðandi tankarnir.« Tíverri tykist tað eisini at vera støðan í Føroyum í dag. Felagsskapir, flokkar og einstaklingar kappast um at tiltuska sær heitið tolsom, samstundis sum tey peika eftir teimum, ið hava øðrvísi tankar og meiningar – ofta minnilutar – og skýra tey fyri at vera ótolsom. Av sonnum ein margháttlig støða, ið einki hevur við tolsemi at gera. Hvat leggur út í hugtakið »tolsemi«? Eri eitt sindur fløktur í kemi'ini. Stokkkonservativur í ávísum før­ um og superliberalistur í øðrum førum. Hugsjónir eru neyðugar, men at fylgja teimum slaviskt, at suspendera viti, bara fyri at fylgja einum ráki treytaleyst, tað hevur í flestu førum havt vanlukkur við sær. Eitt dømi er kommunisman. Hugsjónin í sær sjálvum er edilig, men tann politiski leikur, sum fór fram í hennara navni, eitt nú í Sovjetsamveldinum, endaði í berum menniskjasligum tramanskapi. Maktin brúkti ástøðina sum rambukk í devilsettum statsterrori ímóti sínum egnum borgarum. Hugtakið tolsemi er eitt nógv brúkt orð í tíðini. Einsamalt sigur orðið kortini onki. Onkursvegna er fylgjan av orðinum orðini virðing, ábyrgd, fólkaræði og accept. Fyri mær tekur hugtakið tolsemi støðið í hvørjum einstakum individi. Hvørt einasta menniskja skal treytaleyst sleppa at liva soleiðis, sum tað nú einaferð er borið inn í hendan heimin og eisini samsvarandi teimum fatanum, tað tekur til sín í jarðiska lívinum. Hetta er mítt útgangsstøði eitt nú í religiøsum spurningum, og táið tað snýr seg um sexuella orientering. Sama er støðan í innflytaramálum. Hinvegin er tað sjálvandi neyðugt við einum regluverki í samfelagnum, fyri at halda skil á, soleiðis at tú ikki endar í ruðulleika har 48.000 divergerandi, tvørgangandi, hugsanir og áhugamál stoyta inn í hvørtannað dag og dagliga. Mong halda, at fólkaræði merkir tað, at ein meiriluti altíð hevur rætt at gera sum hann vil, hesum eri eg als ikki samdur við. Eitt civiliserað fólkaræði er ein samfelagsskipan, sum ásetir eitt regluverk, ið við lóg verjir rættin hjá einum minniluta. Treytaleyst. Málið um tey samkyndu er kanska meira aktuelt í Føroyum enn religiónsspurningurin, har eru vit meira homogenir enn flestu onnur lond, og orsøkin til, at eg tók undir við 266b paragraffini á tingi er sama filosofiin, at ein ítøkiligur minniluti skal vera virdur, accepteraður og vardur. Tí taki eg eisini undir við skrásettum parlagi. Hetta er reinur teknikkur, men tað er tað ikki, táið sama fyribrigdi eitt nú verður flutt inn í ta kirkjuligu sferuna. Tá flytir tú teg úr ísakøldum paragraffum inn í eina emotionella sferu, har logikkur og rationalitetur ikki eru loysunarorðini. Ein hjúnavígsla verður skipað á pappírinum, í prestagarðinum ella í býráðshúsinum. Vælsigningin í kirkjuni er bara mascara og heit luft. Mín konservativi radari heldur fast um nakrar samfelagsvarðveitandi súlur, eitt nú at kirkjan skal røkjast sum hon er, hon er ein mentanarstovnur umframt trúðarmálini, og man skal vera ómetaliga varin við at fremja broytingar í hesum høpinum. Málið, móðurmálið, er mál av sama slagi, eri stokkkonservativur í málspurninginum av somu orsøk, vit hava ikki ráð at missa tað, og tað tolir ikki umfatandi álop og broytingar. Málið er eisini ein infrastrukturur, og at taka tað burtur er tað sama sum at taka grópa vegirnar uppaftur, at fylla tunlarnar við gróti ella at leggja strandfaraskipini. Tað sama sum at slíta ravmagns- og telekáplarnar. Tað sum eg vil siga er, at vit skulu verja minnilutarnar og geva teimum tann lógliga rætt teir hava uppiborið, men samstundis mega vit ansa eftir grundvirðunum hjá tjóðini. Lívið er ein ævig balansagongd, soleiðis er tað nú bara einaferð. Hvørjir eru fyrimunirnir við einum tolsamum samfelag? Tað eru at kalla bara fyrimunir við einum tollyntum samfelag. Nú havi eg í arbeiðsørindum og í øðrum førum ferðast um dastið av knøttinum, og enn havi eg bara sæð fyrimunir av tolsemi. Tori at halda uppá, at vælferðarmenningin hjá einum samfelag í stóran mun er proportional við tollyndisstøðið. Hvaðan kemur vælferðarsamfelagið frá? Jú, úr heilanum á hvørjum einstøkum individi í samfelagnum. Lopini í søguni eru sjónlig, broyting kom av álvara í, táið intgelligensurin hjá arbeiðaraklassanum slapp inn í útbúgvingarstovnarnar og ikki minni táið intelligensurin hjá kvinn­ unum flutti frá kjøtgrýtunum út á arbeiðsmarknaðin. Treytaleyst tolsemi í trúðarmálum, sexuellari orientering og í innflytaramálum fer heilt víst at vera triðja stóra lopið, synergiin, samrakstrarmátturin, úr mongum ymsum fatanum og virki fara heilt víst at magna samfelagið. Var í New York seinasta heyst í tríggjar vikur í politiskum ørindum, og at uppliva eina bráðpannu sum Manhattan, samansetta av øllum hugsandi menniskjum, trúðarrætningum og sexuellari orientering kann næstan ikki bekrivast, – tað má upplivast. Hvørjir eru vandarnir við einum tolsamum samfelag? Einasti vandin eg síggi við einum tollyntum samfelag er, at eitt nú ótolsamir innflytarar kollektivt leggja trýst á tollyntu skipanina og máða støðið undan tí frælsa samfelagnum. Tað er uppgávan hjá politisku skipanini at byrgja upp fyri hesum. Nógvir av innflytarunum í grannalondum okkara koma úr londum, har hugtakið tolsemi ikki er til, teir skilja tað ikki, eru onkursvegna heilavaskaðir á allan hátt, teir hava ikki gjørt ferðina um­ vegis eina reformatión, tí má kravið vera, at teir »lov følge eller land fly«. Ongin eigur at sleppa at gera fyrsta álopið á frælsa vælferðarsamfelagið, líkamikið um hann skilir konsistensin og substansin í tí ella ikki. Hvat setur tú markið fyri tolsemi? Markið fyri tollyndinum er har, sum frælsið hjá einum individi gongur út yvir frælsið hjá einum øðrum individi. Í einum komplexum samfelag kann tað vera trupult at finna hesa javn­vágina, men samfelagsradarin eigur alla tíðina at halda focus á júst hesum skeringspunktinum. Hallur av Rana 27 ár Studentsprógv í 2004 Lesur stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum Formaður í Ung fyri Miðflokkin Tórbjørn Jacobsen 56 ár Havnameistari í Runavík Útbúgving sum skipsførari Fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður