fríggjadagur 5. oktober 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 116 · 5. oktober 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ eydnu
eydna@sosialurin.fo
Gloym skógvarnar. Gloym taskurnar. Gloym smúkkurnar. Heitasta
tilhoyrið í heyst og í vetur er neglalakkið! Á øllum mótavikunum
hevur neglalakk havt ein týðandi leiklut í heyst- og vetrarmótanum.
Vit síggja nógvar myrkar heystlitir, og metalliska neglalakkið hevur
fingið eina uppreisn, so tað forslær. Somuleiðis eru samansettir
litir og mynstur at síggja í vakrari og stuttligari neglalist
Neglalakk, takk!
Íblástur: Polkaprikkar, vertikalar linjur, negl í ymsum litum,
sailor stílurin, ternut mynstur og litfagrar flowerpower
negl er nakað av íblástrinum frá mótapallunum.
Enda altíð við einum lagi av
topplakki, so tað heldur betri.
1: Svampað
Minnast tit svampaðu veggirnar við kontrastlitum, sum vóru supermodernaðir
í 90'unum? Hetta er sama prinsipp. Mála alla neglina við einum liti
og lat tað torna. Skræð eitt sindur av cellofan, rukka tað saman og
mála tað leysliga við einum øðrum liti. Ikki nýta ov nógv neglalakk her.
Trýst síðani varliga móti neglunum, inntil tað sær út, sum tú ynskir
tær tað. Lat torna. Reinsa síðani tað av, sum er farið á húðina.
2: Helvt um helvt
Fleiri sniðgevar nýttu júst hetta til teirra modellir. Mála alla neglina við einum
metalliskum litið, gull ella silvuri. Lat tað torna. Legg eitt lag afturat, og lat
so svart, matt neglalakk á ein lítlan make-up svamp. Byrja úti við neglaspíssjin
og blanda varisliga tað svarta uppí tað metalliska - niðan á umleið hálva
negl. Blanda at enda svart metalliskt neglalakk uppí tað mattsvarta heilt úti
á neglaspíssjinum. Lat torna. Reinsa síðani tað av, sum er farið á húðina.
3: Metalliskt leopardmynstur
Vit hava sæð djóraprintini í nakrar sesongir nú, men tað tykist
vera ilt at fáa lívið av leopardinum, sum aftur í vetur verður at
síggja. Mála alla neglina við einum metalliti, her gull. Lat torna.
Mála síðani smáar blettir á neglina við brúnum metalliti. Lat
torna. Mála at enda rundanum brúnu blettirnar við svørtum.
Trý sløg av negla
list, sum tú sjálv
kanst gera:
Litir:
gult
appelsingult
myrkareytt
brúnt
myrkagrønt
petrolium
myrkablátt
myrkaviolett
svart
grátt
kopar
gull
Nýtt frá Dior
Serliga krokodillu-effektin
fekk nógva umtalu á
mótasýningunum fyri heyst/
vetur 2012. Her metalliskt
gull og matt armygrønt.
Prei: Hvat við onkuntíð at skifta stokkarnar um
við neglalakksgløs í bindiklubbanum? Tað er
heilt víst eins hugnaligt, kreativt og stuttligt,
sum at binda – syrg bara fyri góðari útlufting!
Prei: Neglirnar skulu vera
stuttkliptar – ongar langar
vampýrnegl – og neglabondini
skulu vera væl røkt.