Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 43

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 116 · 5. oktober 2012 7 VIKUSKIFTI Hvat roknar tú við av ársins seinasta dysti hjá TB? Okur vinna! Hvussu hevur kappingarárið annars verið? Kappingarárið hevur verið sera spennandi. Nakrir garrvillir upptúrar, eftirfylgdir av hamrandi niðurtúrum, og so aftur upptúrar. Sera turbulent, serliga í seinnu hálvu. Fyrra hálva, var sum eitt ævintýr. Hvørjar vónir hevur tú til komandi kappingarár? Komandi kappingarár verður sera spennandi. Okur hava tá nakrar ungar leikarar, sum eru enn meira klárir til bestu deildina, og breiddin verður enn størri enn í ár. Hvussu verður við TB studio tá? TB Studio fer at vera til so longi, sum onkur tímur at lurta. Havi kensluna av, at tað verður eina løtu afturat. Hvat er minniligasta fótbólts­ upplivingin, sum tú hevur havt? Hóast Champions League finalan í 2005, millum mítt kæra Liverpool og AC Milan var ómetaliga góð, so tekur ONKI okkara svakliga 11-0 sigur, á síðsta leikdegi í fjør. Fý for heitasta ein gleðisrómur. Tárini trillaðu og fyri einaferðs skuld, visti je ikki hvat je skuldi siga. Hvat er tungasta løtan, sum tú hevur uppliva í samband við fótbólt? Keðiligasta løtan var, tá TB flutti niður í 2005. Tað var ein sera keðilig løta, sum vit nústaðni hava reist okkum frá, og tað skal ONGIN koppa okkum niður aftur! Hvat gert tú umframt at varpa út fótbólt? Umframt at varpa fótbólt, so venji je børnini í fótbólti. Eri venjari hjá einum U12 liði hjá TB, sum je havi fylgt frá teir byrjaðu. Venjarayrkið er nakað mær dámar sera væl, og eri í gongd við at útbúgva meg til venjara. Annars hevur politikkur mín stóra áhuga, og serliga er tað lokalpolitikkur, sum je brenni fyri. Heldur tú við øðrum enn TB? Umframt TB, so stuðli je eisini enska Liverpool. Orsøkin til tað er, at je sá ein hálvtjúkkan John Barnes tuska runt við bóltinum ein tilvildarligan dyst einaferð í 80-unum, og je minnist, at je hugsaði »Halt kjaft ikki, sum hasin fær tað at síggja lætt út«. Hevði ikki meira enn hugsað tankan, so fór hann ein av sínum vøkru solotúrum, við tveimum ella trimum 1-2 avleveringum, áðrenn hann lobbaði bóltin í mál. Man kundi ikki gera annað, enn at blíva imponeraður. Sikken eitt lið og sikken eitt felag. Je bleiv seldur, og eri blivin sera optimistiskur aftur, nú Brendan Rodgers er komin HEIM. Hvat er tað besta, tú fært at eta? Havi ongan yndismat sum so. Onkur vildi kanska sagt, Niels er alt etandi. Men skuldi je valt, so var tað nokk einhvør føroyskur rættur. Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum? Fái je tíð og, ikki minst frið, til at hyggja eftir sjónvarpi, so er tað frálíka serian CSI-Las Vegas, sum oftast er á skránni. Men faktiskt dámar mær eisini væl Vild med dans, men sig tað ikki víðari. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Havi onga genru, je serliga dámi. Lurti eftir øllum millum himmal og jørð. Seinastu sangirnir, ið mær dámdi væl, vóru X Factor audition hjá Lucy Spraggan í ensku versiónini av væl umtóktu sendingini, og í amerikansku versiónini er tað serliga ein framførðsla hjá Jillian Jensen, sum var awesome. Hvør bók liggur á náttborðinum? Tað liggur ongin bók á náttborðinum í løtuni, men seinasta bókin eg las, var TB bókin. Vit minnast øll Kemiska Ali, Ali Hassan al-Majeed. Hann fekk 13 pluss í evnafrøði (eftir gamla próvtalsstiganum) í studentaskúlanum í syðra Bagdad. Hetta frálíka úrslitið gjørdi, at hann fekk starv hjá Saddami Hussein. Fyrst var hann studenta­ hjálp, men so fekk ungi Ali fast starv sum kemiskur gandakallur, tí hann dugdi allar formlarnar uttanat og gjørdi eisini nýggjar. Saddam, sáli, hevði brúk fyri gløggum og gávuríkum fólkum at orðna eitt og annað fyri seg, meðan hann sjálvur hevði yvir­ skipaðu stýringina og sissaði fólkið. Evnafrøðiligi Ali dugdi tað, hann varð biðin um at gera. Í gamla Irak vórðu fólk sett at gera tað, tey dugdu best. Ikki sum hjá okkum. Okkara Ali sniðgav og gjørdi øll tey ósjónligu hópoyðingar­ vápnini hjá Irak, sum amerikan­ arar ikki hava funnið enn, hóast væl er leitað, sigst. Men Kemiski Ali varð dømdur til deyða fýra ferðir og hongdur eina ferð. Seinasta máltíðin fyri deyðan í lykkjuni var ein hotdog við sinnopsgassi og karráum leyki? Og so var tað hin Ali hjá Saddami, komiski Ali, Mohammed Saeed al-Sahhaf, kunn­ingar­stjórin, PR-maðurin, fokus­flytarin. Tað var hann, sum tvíhelt um, at eingin innrás var í Irak. Ameri­kanskir stríðsvognar sóust parkera aftan fyri hann, tá hann í sjón­varpi avsannaði øll tíðindi, bæði váttað tíðindi og óvattað, um innrás og kríggj og tap í hendi. Stuttligi Ali slapp at liva, tí hann var so stuttligur. Tað nyttaði einki at geva honum deyðadóm. Hann hevði bara avsannað hann alt fyri eitt. Hatta var prologurin hesaferð. Tað, eg ætlaði at siga, er, at hvørja ferð, eg hoyri føroyskar ítróttar­venjarar, fari eg at hugsa um komiska Ali. Vit ætla at vinna, í ring­asta føri fáa javnleik. Eitt heiðurs­ merki er sjálvsagt, spurningurin er bara, hvussu vorðið tað verður, hvør málmurin verður. Eitt finalu­pláss? Spyr býtt, lands­ svíkjari. Her er eingin, sum hóttir okkum, ikki so, Ali? Hóast ein flatur bóltur við­ hvørt endar í málinum, er bólt­ urin sum oftast rundur, og tí ber alt til, eisini at vinna. Nummar hvat í London? 17. Shit, eg var alt ov bjartskygdur. Líkist ikki mær. Eg segði nummar 12. Øll onnur, eisini Ali, søgdu ikki aftan fyri fýra. Komisk bjartskygni at siga nummar 12. Hvat hjálpir móti bjartskygni? Jú, veruleikin. Annars søgdu tey altíð fyrr, tað var áðrenn, Føroyar komu á danska OL-kortið, at í OL ráddi ikki um at vinna. Tað ráddi bara um at vera við, at sleppa at spæla við. At vinna var bara eyka bonus. Vit frættu eisini, at í London arbeiddu 70.000 fólk fyri einki, bara fyri at sleppa at vera við. Tey fingu ein ljótan unino­sex búna afturfyri, sum abba- og ommubørnini sleppa at arva einaferð. So kunnu tey reypa í skúlanum ella millum betong­ kroysurnar í London, at abbi var við í OL í 2012. Komiski Ali hevði verið ein óførur talsmaður hjá føroysk­um ítrótti. Hann dugur alt orða­ skreyt­ið. Til dømis hatta um, at vit taka ein dyst í senn. Veit nakar um nakað fótbóltslið at siga, sum hevur spælt tveir, ja, ella tríggjar dystir í senn? Og hann livir enn. Ikki bólturin í brotsteiginum, men good old Ali. Hann er uttan iva ar­beiðsleysur. Bið hann koma, ÍSF. Ivaleyst kennir skemtarin Ali onkran, sum kann fáa tey at halda kjaft, sum áhaldandi halda uppá, at Føroyar eru við fyri at tapa. Bumbur yvir Bagdad? Hvørjar bumbur? Hatta var fýrverk í einum brúdleypi. Kemiin er komisk. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Niels Petersen lagt til rættis: Rólant Waag Dam Tárini trillaðu og Niels var málleysur Hittinorðaði útvarparin hjá TB, Niels Petersen greiðir frá lokalpolitikki og Liverpool, og at honum dámar væl at hyggja eftir Vild med dans. Hann minnist eisini aftur á dagin, tá tárini trillaðu og hann fyri einaferð skyld ikki visti, hvat hann skuldi siga Okkara maður, Ali