fríggjadagur 5. oktober 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 116 · 5. oktober 2012
8
VIKUSKIFTI
BAKGRUND
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Religión hevur ein langan synda
registara, við øllum frá heksabrenn
ingum í miðøld og harðrendum islam
istum í okkara tíð – til mótviljan hjá
katólsku kirkjuni at nýta fyribyrgjan
til at basa HIV smittu í Afrika. Og
ofta síggja vit ultimativar uppgerðir í
modernaða religiónskjakinum. Kjakið
snýr seg um at gera úttømandi listar
yvir annaðhvørt gagnlig ella skaðilig
árin av religión ígjøgnum heims
søguna. Men fyri tey sum vilja verja
religiónina snýr tað seg um at vísa
á, at tað ikki er religiónin sjálv sum
er trupuleikin, men hennara umboðs
fólk.
Spurningurin um religión er
skaðilig ella gagnlig er torskildur, tí
ein ørgrynna av religiónsfatanum eru
til. Við øllum frá teimum stóru og væl
skipaðu átrúnaðunum til ódogmatiska
persónliga trúgv á eitthvørt hægri ella
»tað góða«. Ein modernað niðurstøða
hevur tí verið, at vit kunnu solda tað
negativa frá religiøsitetinum, eitt nú
tankar um Guds revsing og synd, men
samstundis varðveita lívsjáttandi
virðini – t.d. ósjálvsøkni, næstakær
leika og kensluna av meining í til
veruni.
Tá religión kúgar
Samfelagsliga hevur ákæran ímóti
átrúnaði serliga verið, at religión er
ein kúgandi megi. Religión hevur verið
brúkt til at argumentera ímóti sam
kyndarættindum, kvinnurættindum
og til at argumentera fyri kríggið og
atsóknum av alskyns slag mótvegis
øðrvísi hugsandi. So ella so tykist
átrúnaður hava eina innbygda eksklu
sivismu, ið skilir millum tey rættvísu
og órættvísu. Kendir gudsavnoktarar
hava tí stundum tikið til, at um tú vilt
hava annars góð menniskju til at gera
óndar gerðir, so skalt tú geva teimum
religión.
Og søguliga hevur átrúnaður ver
ið brúktur til at skilja menniskju
sundur í serligar bólkar, sum hava
hevja seg uppum onnur. Ákæran
ímóti kristiligum politiskum flokkum
hevur tí verið, at teir, frammum aðrar
flokkar, hava stóran tørv á at mynda
samfelagið í síni persónligu mynd.
Flest allar religiónir hava harnæst
heilagar lærusetningar, ið ikki ber
til at seta spurning við. Tær flestu
religiónir leggja ikki júst upp til
Religiónskjak eru ofta ógvuliga polariserað. Á einari síðu verður
ført fram, at religión er rótin til alt ilt í heiminum – ótolsemi,
kúgan, fordómar og stríð. Samstundis førir hin síðan fram,
at menniskjalívið er tómt og høpisleyst uttan trúgv. Hendan
greinin er ein roynd at vísa á ein millumveg. Tí religión kann bæði
vera ein kúgandi megi, eins væl og ein lívsjáttandi drívmegi
av tí ónda
ella góða?
Religión