fríggjadagur 5. oktober 2012síða 45
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 116 · 5. oktober 2012
9
VIKUSKIFTI
opið kjak. Hetta skurrar í oyrunum á
nógvum modernaðum menniskjum.
Religión verður tí løgd undir at standa
í andsøgn til modernað skilvísi og vís
indaliga rannsakan. Klassiska dømi er
kirkjuliga stríðið við Galileo Galilei um
hvørt tað nú var jørðin ella sólin sum
vóru kjanin í alheiminum. Modernaða
fyridømi um »religión v.s. vísind« er
mótstøðan ímóti menningarlæruni,
sum í stóran mun er grundað á bók
staviliga bíbliutulking. Hesi dømi
verða brúkt til vísa á, at religiónin
hevur eina innbygda fornuftskúgan
og veruleikaflýggjan.
Religiónsapologetar eru sjálvandi
skjótir at svara aftur og vísa á, at
nógvir stórir vísindamenn hava trúð á
Gud, umframt at argumentera fyri, at
tað ber til at sameina trúgv og vísind,
júst við at halda teimum atskild – sum
tvey økir við hvør sínum spælireglum.
Tað letir seg ikki gera at greina Gud
vísindaliga, og náttúrulógirnar lata
seg ikki greina við at vísa á Gud,
verður havt á lofti. Men religións
kritikarar halda fast um, at hóast
summar útgávur av átrúnaði hava
gjørt modernaðu heimsmyndina til
part av síni gudfrøði, so er hetta ikki
gjørt uttan tógvi stríð við religiøsar
myndugleikar av øllum handa slag.
Drívmegi til at gera gott?
Men er hetta nøkur endalig niðurstøða
um átrúnaðin? Tey ið verja trúnna,
vilja vera við, at ein samanumtøka
av søguni staðfestir, at heimurin var
eitt verri stað um ikki tað var fyri
átrúnaðin. Í einum almennum kjaki
millum Tony Blair, ið stutt eftir sína
tíð sum forsetisráðharri í Bretlandi
alment játtaði seg sum praktiserandi
katolikk, og kenda gudsavnoktaran
Christopher Hitchens, sála, førdi Tony
Blair fram, at hóast summar útgávur
av religiøsiteti vóru kúgandi, slapst
ikki undan, at religión kundi teljast
millum størstu drívmegir til at gera
gott í heiminum.
Tony Blair hevur víst á, at nærum
helmingurin av øllum heilsufremjandi
arbeiði í Afrika verður rikið av kristn
um felagskapum, og at nærum ein
fjórðingur av heilsuumsorgan fyri
AIDS rakt kring allan heim, verður
rikin av katólskum felagskapum.
Sambært honum er hetta ein greið
ábending um positivu árini av religión
í modernaða heiminum.
Og søgan stuðlar honum, vilja
fleiri kirkjusøgufrøðingar vera við
– tí søgan er, sambært teimum, full
av dømum um, at kristindómurin
hevur verið við til, at gera heimin
til eitt betri stað. Eitt klassiskt dømi
er stríðið ímóti trælahaldinum, har
kristnir aktivistar saman við sekuler
um aktivistum stríddust fyri at fáa
trælahaldið avtikið, við støði í tí fatan,
at øll menniskju høvdu javnbjóðis
virði.
At religiøsitetur søguliga eisini ofta
hevur sýnt fanatiskar tendensir – har
tað snúði seg meiri um, at umvenda
heidningar til røttu trúnna – enn at
veita hjálp – sigur møguliga ikki so
nógv um sjálvan religiøsitetin. Tí
at fanatisma, skilt sum heimsfatan,
har tað bert er ein ávís hugsjón, ið
er røtt, er at finna á so nógvum økj
um. Ikki bert tí religiøsa økinum.
Totaliteru kommunistisku statirnir,
sum í nógvum førum vildu útrudda
religión eru eitt nógv umrøtt dømi í
kjakinum uppá hetta. Argumenti er,
at fanatisma er meiri menniskjalig
enn religiøs sum so.
Tony Blair hevur tí víst á, at tað, at
avskrivað allan religiøsitet orsaka av
nøkrum »spiltum súreplum« svarar
til at avskrivað allan politik orsaka
av Hitler, Pol Pot og Stalin. Sambært
hansara fatan er tað ikki religiónin
sjálv sum er trupuleikin, men tey sum
brúka hana til sjálvsøkin áhugamál.
Eins og at politikkurin í sær sjálvum
ikki er tað vit skulu skilja okkum av
við.
Tín tulking og mín
Men hetta er kanska at lata religiónina
sleppa dekan ov lætt. Tí samstundis
sum tað stendur greitt, at religión
kann vera ein drívmegi til at gera gott,
stendur eisini greitt, at fleiri av teim
um religiøsu grundkeldunum, so ella
so, viðhvørt eggja til hatur, harðskap
og diskriminatión, eins og tær eggja
til næstakærleika og minni sjálvsøkni.
Men hetta sigur okkum nógv um
religiøsu siðvenjirnar – tær kunnu
nýtast rættuliga selektivt. Eitt nú ber
til at vísa á, at Bíblian er rættuliga
kvinnukúgandi í støðum, ímeðan
nøkur skriftstøð tykjast geva kvinnuni
væl hægri status enn tátíðar religiøsa
samfelagið annars viðurkendi henni.
Sostatt kann tað ofta gerast ein
spurningur um hvør lesir, og hvør
tulking vinnur frama í einum ávís
um religiøsum ella politiskum saman
hangi. Hesin veruleiki avdúkar, at
religión ikki er nøkur statisk eind
sum stendur í stað. Religión er altíð
»up for grabs«, og kann geva íblástur
bæði til kúgan og frígerðing. Dømi við
trælahaldinum er rættuliga sigandi, tí
trælahaldið var bæði rættvísgjørt og
fordømt við Bíbliuni í hondini. Tað
var bara ein spurningur um at velja
røttu skriftstøðini burturúr.
Men samstundis sum Europa
gerst minni og minni religiøst, í sið
bundnum týdningi í hvussu er, eru
røddir frammi sum spyrja, um vit ikki
eru við at missa nøkur virðismikil
virðir so hvørt religiøsiteturin má
víkja fyri sekulariseringini. Heims
spekingurin Alain De Botton, hevur
eitt nú argumentera fyri, at átrúnaður
hevur nøkur týðandi virðir sum
moderniteturin ikki kennir nógv til.
Sambært honum ber til at taka tað
besta burturúr átrúnaðunum, uttan at
trúgva religiøsu lærusetningunum.
Eitt dømi er sosialur felagskapur.
Flest allar religiónir leggja stóran dent
á felagskap, samveru og felagsvisiónir
um hvussu heimurin eigur at vera.
Hetta er moderniteturin við at missa
við individualiseringini, argumenterar
Alain De Botton fyri. Tí orsøkin
til, at átrúnaður ofta hevur so stóra
ávirkan og so sterka organisatión
í samfelagnum er júst felagsandin
millum tey religiøsu. Alain De Botton
brúkar hetta sum dømi um eitt aspekt
av religión sekuleri heimurin kann
læra nógv av. Eitt nú kunnu politisk
áhugafeløg fáa nógvar ferðir meiri
ávirkan, um tey læra seg at savna
fólk um eitt felagsmál, á sama hátt
sum religiøsir bólkar gera.
»Religión hevur ein langan syndaregistara, við øllum frá
heksabrenningum í miðøld og harðrendum islamistum í
okkara tíð – til mótviljan hjá katólsku kirkjuni at nýta
fyribyrgjan til at basa HIV smittu í Afrika«