fríggjadagur 5. oktober 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 116 · 5. oktober 2012
10
VIKUSKIFTI
MANNARÆTTINDI
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
– Eg lá har nakin, og eg kendi tað, sum
at eg var við í einari framsýning við
áskoðarum, sigur Samira Ibrahim. Hon
var ein av teimum nógvu egyptisku
kvinnunum, sum máttu finna seg í ein
ari sokallaðari jomfrú-kanning undir
kollveltingini í fjør.
– Eg fekk boð um at lata meg úr
buksunum. So bóðu teir meg gleiva, og
so skuldi ein av monnunum kanna meg,
sigur Samira við norska kringvarpið
NRK. Hon hevur ilt við at siga frá tí,
sum hendi, men royndirnar hava víst,
at hennara søga er tann sama søgan
sum hjá nógvum øðrum kvinnum,
sum mótmæltu og kravdu demokrati í
Egyptalandi. Munurin á henni og hin
um er, at hon hevur torað at siga, hvat
hendi.
Søgurnar um tær egyptisku kvinn
urnar undir kollveltingini standa
í einari nýggjari frágreiðing, sum
Amnesty International legði fram fyri
nøkrum døgum síðani. Har sæst, at
nógvar egyptiskar kvinnur vóru fyri
harðskapi og ágangi, men at teir, sum
framdu harðskapin og ágangin, sluppu
undan revsing.
Jomfrúkanning
Frágreiðingin hjá Amnesty Internatinal
staðfestir, at egyptiski herurin og løg
reglan pínfu fleiri fólk, sum vórðu tikin
í sambandi við mótmælini, og at nógvir
fangar eisini vóru fyri kynsligum
ágangi.
Ágangurin ímóti teimum kvinnuligu
fangunum var ofta av kynsligum slagi,
og endamálið var at ræða kvinnurnar
til at sita heima við hús heldur enn at
taka lut í mótmælunum.
Tann 9. februar í fjør var eitt mót
mælistiltak á Tahrir-plássinum í Kairo,
og Samira Ibrahim og seytjan aðrar
kvinnu vórðu tiknar.
– Teir dróu meg eftir hárinum frá
Tahrir-plássinum til Tað Egyptiska
Savnið. Har spulaðu teir okkum við
køldum vatni og píndu okkum við at
geva okkum elektriskan stoyt, sigur
Samira við NRK.
Hermenninir góvu kvinnunum
molotov-bumbur og tóku myndir av
teimum við bumbunum, tí á tann hátt
skuldu teir hava prógv fyri, at teir
høvdu tikið kvinnurnar, tí tær vóru
vápnaðar. Tá hetta var liðugt, fóru
hermenninir til eitt loyniligt stað við
kvinnunum, tí nú skuldu teir kanna,
um tær vóru jomfrýr.
Samira Ibrahim greiðir frá, at
ein maður í hermannabúna kannaði
Tann 25 ára gamla Samira Ibrahim noyddist at lata stjórnarhermenninar
kanna, um hon veruliga var jomfrú. Men hon var ikki tann einasta kvinnan,
sum var fyri ágangi, tá egyptar fóru út á gøturnar at krevja demokrati
mátti lata
hermenninar
kanna um hon
var jomfrú
Samira
Ein hermaður kannaði, um Samira var jomfrú. Ímeðan stóðu
hinir hermenninir og hugdu at og stuttleikaðu sær