fríggjadagur 5. oktober 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 116 · 5. oktober 2012
11
VIKUSKIFTI
undirlív hennara fyri at vita, um hon
veruliga var jomfrú. Hesar kanningar
verða mettar sum eitt slag av píning,
um tær verða gjørdar uttan samtykki
frá kvinnuni.
– Hermenninir og yvirmenninir
stóðu og hugdu at, tóku myndir og
stuttleikaðu sær. Tá eg bað teir fara,
góvu teir mær elektriskan stoyt í búkin
og niðraðu meg á ein sera ágangandi
hátt. Eg orkaði ikki meiri. Um hasin
maðurin var lækni, hví brúkti hann so
fimm minuttir til at kanna meg?
Vann rættarmál
Samira er tann einasta av teimum 18
kvinnunum, sum vórðu tiknar á Tahrir-
plássinum tann dagin, sum hevur greitt
frá, hvat hendi teimum. Hinar tordu
ikki. Tær ræddust skommina og for
dømingina.
Men tað eru nógvir egyptar, bæði
menn og kvinnur, sum halda, at Samira
Ibrahim gjørdi tað rætta. Á nógvum
húsaveggjum í miðbýnum í Kairo eru
tekningar við andliti hennara, og fleiri
vildu fegin sleppa upp á myndir saman
við henni.
Við hjálp frá pápanum og hinum í
familjuni gjørdi Samira av at fara til
dómsvaldið við tí, sum var hent sær,
hóast hon bleiv løgd undir at lúgva og
bleiv hótt við lívinum. Men hon vann.
Í desember í fjør staðfesti rætturin,
at jomfrúkanningar eru bannaðar í
Egyptalandi. Men heryvirmaðurin,
sum kannaði Samiru og hinar kvinn
urnar tann dagin í mars í fjør, bleiv
fríkendur.
– Hermaðurin kom fyri ein hern
aðardómstól, og tað kom ikki óvart á
okkum, at hann bleiv fríkendur, sigur
Samira við NRK. Kortini er hon fegin
um úrslitið av rættarmálinum.
– Eg tapti ikki málið. Eg vann á
hernaðarráðnum, tí eg noyddi tað at
seta forboð fyri jomfrúkanningum í
øllum fongslunum. Eg vann ikki bara
á hernaðarráðnum, men øllum tí egypt
iska lógarverkinum, sigur hon.
Ikki revsivert
Í frágreiðingini hjá Amnesty Inter
national sæst, at teir egyptisku myndug
leikarnir valdu nakrar kvinnur burtur
úr teirri mótmælandi mannfjøldini við
tí fyri eyga at misbrúka tær.
Nú, fleiri mánaðir aftaná, sita tær
útvaldu kvinnurnar eftir við einari um
bering, men einki av teirra málum er
kannað.
At menn sleppa undan revsing fyri
hetta slagið av mannarættindabrotum
er ein fráboðan um, at kynsligur
ágangur ímóti kvinnum verður ikki
mettur sum revsiverdur ágangur, sigur
Amnesty International.
Rættarmálið gjørdi Samiru kenda og avhildna, og í dag eru grafitti-tekningar av henni at síggja í miðbýnum í Kairo
Egyptiska
kollveltingin
• Tann 25. januar í 2011 byrjaðu stórar
mótmælisgongur ímóti egyptiska
forsetanum, Honsi Mubarak. Fólk
kravdu forsetan frá og demokrati.
• Tann 11. februar slakaði Mubarak
og kunngjørdi, at hann fór frá, og at
eitt hernaðarráð tók við valdinum.
• 19. mars var fólkaatkvøða um
eina nýggja grundlóg. Stórur
meiriluti atkvøddi fyri.
• 22. november kom hernaðarráðið
við lyfti um, at innan tann 30. juni
2012 skuldi Egyptaland fáa
ein fólkavaldan forseta.
• 23. desember vóru stórar mótmælis
gongur í Kairo, har fólk kravdu,
at hernaðarráðið legði frá sær.
Myndugleikarnir svaraðu harðliga
aftur, og 17 fólk lógu eftirá.
• 17. april í ár vrakaði hernaðaráðið
tvey av teimum fremstu val-
evnunum til forsetavalið.
• 23. og 24. mai var fyrra umfar av
forsetavalinum. Seinna umfar var
16. og 17. juni, og Mohamed Mursi úr
Muslimska Bróðurskapinum er fyrsti
fólkavaldi forseti í Egyptalandi.
Myndin av kvinnuni í bláum brósthaldara fór sum eldur um allan heimin og
vísti, hvussu egyprtiski herurin fór við teimum mótmælandi kvinnunum
mynd: Reuters