Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 51

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 116 · 5. oktober 2012 15 VIKUSKIFTI Eins vist og amen í kirkjuni. Eins vist var tað, at enski James Bond koyrdi í nøkrum av tí besta, sum bretskir bilframleiðarar stóðu fyri Kendast dømi í so máta er helst Aston Martin DB5, sum Bond hevur í Goldfinger. Men bretski bilídnaðurin var við sviðusoð, tá the Living Daylights kom í biohøllirnar í 1987. Timothy Dalton gjørdist ímyndin av einum James Bond, sum nú ikki bert var í tænastu hennara hátigns, men so sanniliga eisini í tænastu hjá globalu handilsvinnuni. Mest sjónligt í hesum var bilurin, har Bond nú koyrdi ein Audi 200 Avant, meðan enska fregnartænasta í sínum lagi hevði ein Audi 200 Quattro. Hetta var sjálvandi úrslit av eini risa sponsor-avtalu, sum týski bilarisin hevði gjørt við framleiðararnar av Bond-filminum. Og nøkur ár seinni rindaði BMW á leið 200 mió kr., fyri at Bond skuldi koyra í einum Z8. Eisini aðrar altjóða fyritøkur dugdu at nýta høvið, og í dag er Bond eins kommersiellur, sum allar aðrar hetjur á hvíta løriftinum. Eitt nú er tað ikki longur Martini – shaken nott stirred – men ein Heinecken-øl, sum verður sett framman fyri bretsku action-hetjuni, tá hann skal svala sær á. Tá fanin fór í kleystur Linux á marknaðin Tann 5. oktober 1991 sedi Linus Torvalds fyrstu útgávuna av Linux-stýriskipanini á marknaðin. Nýggja stýriskipanin var ókeypis hjá brúkarum at ogna sær, og skjótt vann hon sær fótafesti á marknaðinum. Í dag er Linux førandi stýriskipanin innan servaraloysnir, og mett verður, at hon verður nýtt á umleið 90% av sonevndu superteldunum í heiminum. Ár 1 eftir Jobs Tann 5. oktober 2011 andast Steve Jobs. Jobs var fyrst og fremst kendur sum stovnari og stjóri í Apple, sum hann menti til mest virðismiklu fyritøkuna í heiminum. Ikki minst takkað verið støðugari innovation innan tøknina, har hann gjørdist ímyndin av nýggjum fyribrigdum sum iMac, iPod, iPhone og iPad. Alt hetta hendi, eftir at Jobs kom aftur til fyritøkuna eftir útlegd í nøkur ár, og eru viðmerkjarar samdir um, at hann upp á tvey ár (1996-1998) gjøgnumførdi størsta kollveltingina í altjóða vinnulívssøgu. 22 ferðir 007 Ár Filmur Høvuðsleiklutur 1962 Dr. No . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Sean Connery 1963 From Russia With Love . . . . . . . . . . Sean Connery 1964 Goldfinger . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Sean Connery 1965 Thunderball . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Sean Connery 1967 You Only Live Twice . . . . . . . . . . . . . Sean Connery 1969 On Her Majesty’s Secret Service George Lazenby 1971 Diamonds Are Forever . . . . . . . . . . . Sean Connery 1973 Live and Let Die . . . . . . . . . . . . . . . . . Roger Moore 1974 The Man with the Golden Gun . . . . . Roger Moore 1977 The Spy Who Loved Me . . . . . . . . . . . Roger Moore 1979 Moonraker . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Roger Moore 1981 For Your Eyes Only . . . . . . . . . . . . . . . Roger Moore 1983 Octopussy . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Roger Moore 1985 A View to a Kill . . . . . . . . . . . . . . . . . . Roger Moore 1987 The Living Daylights . . . . . . . . . . . . Timothy Dalton 1989 Licence to Kill . . . . . . . . . . . . . . . . . Timothy Dalton 1995 GoldenEye . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Pierce Brosnan 1997 Tomorrow Never Dies . . . . . . . . . . Pierce Brosnan 1999 The World Is Not Enough . . . . . . . Pierce Brosnan 2002 Die Another Day . . . . . . . . . . . . . . Pierce Brosnan 2006 Casino Royale . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Danil Craig 2008 Quantum of Solace . . . . . . . . . . . . . . . . Danil Craig 2012 Skyfall . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Danil Craig Sean Connery var ikki tann, sum Broccoli helst vildi hava í høvuðsleiklutin, men annað hvørt søgdu aðrir nei, ella eisini settu teir órímilig krøv, og so fall valið á Connery