fríggjadagur 5. oktober 2012síða 52
Tekstur á síðuni
nr. 116 · 5. oktober 2012
baksíðan...
lagt til rættis: Rólant Waag Dam
Útgávukonsert
við Brandi
Brandur Øssursson gevur út nýggja fløgu og hevur tískil ókeypis
útgávukonsert, har Leivur Thomsen, Kristian Blak, Mikael Blak og
Rógvi á Rógvu manna bólkin hjá honum
Norðurlandahúsið
7/10 kl. 16.00
Fótbóltur
fyri sein
astu ferð
Seinasta leikumfar í bestu
føroysku fótbóltsdeildini verður
leygardagin. Verður tað EB/Streymur
ella verður tað ÍF, sum vinnur
føroyameistaraheitið? Hesum fæst
svar fyri hetta vikuskiftið
Effo-deildin
6/10 kl. 15
Poe-morðini
í Sjónleikara
húsinum
Seinastu eykasýningarnar av leikinum
Poe-morðini verða fríggja-, leygar- og
sunnukvøldið. Fríggja- og sunnukvøld
eru sýningarnar klokkan 20, meðan
sýningin leygarkvøldið er klokkan 23
Sjónleikur
5-7/10
Romney stóð seg ómetaliga
væl í kjakinum. Eg verði ikki
bilsin, um meginparturin av
amerikanarunum heldur, at hann
vann fyrsta sjónvarpsdystin
William Galston, fyrrverandi ráðgevi hjá Bill Clinton
34 ár eftir filmin Grease hava Olivia
Newton-John og John Travolta innspælt
ein nýggjan sang. Hesin ber heitið I Think
You Might Like It og verður at finna á eini
jólafløgu, sum kemur seinni í ár
Heystkonsert
við Føroya
symfoniorkestri
Føroya symfoniorkestur hevur heystkonsert og
framførir verk eftir Glinka, Brahms og Sibelius
Norðurlandahúsið
6/10 kl. 19.30