Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Havnar Timburhandli móttøku fyri nýggjari leiðslu Fríggjadagin skipaði Havnar Timburhandil fyri móttøku í sambandi við, at nýggir stjórar eru settir í fyritøkuni, eins og felagið hevur fingið nýggjan nevndarformann Vilmund Jacobsen Nýggir stjórar eftir 1. oktober eru Birgir Nielsen, sum er 45 ára gamal og búsitandi í Havn. Hann er útbúgvin banka­maður, og hann er eisini búskapar-og fíggjar­ frøðingur. Hin stjórin er Trygvi Mortensen, sum eisini er 45 ára gamal og búsitandi í Runavík. Hann hevur sína útbúgving innan timbur­ handil. Nýggjur nevndarfor­mað­ ur í fyritøkuni er Heini Fosaa, sum annars hevur verið stjóri og andlitið úteftir í Havnar Timburhandli síðan 1993. Tað var í sambandi við leiðsluskiftið, at skipað varð fyri móttøkuni seinasta fríggjadag, har væl av fólki heilsaði nýggju stjórunum og nýggja nevndar­formanni­num. Tað vóru starvsfólk, við­ skiftafólk, samstarvsfeløg, vinir og kenningar, sum hendan dagin nýttu høvi at heilsa upp á teir tríggjar. Røður vórðu hildnar, og fólk fingu ábit og okkurt at leska sær við. Heini Fosaa og Trygvi Mortensen Mynd: Sára Juul Heinesen og Kristina Reginsdóttir av Húsabrúgv Nýggi stjórin, Birgir Nielsen Mynd: Sára Juul Heinesen og Kristina Reginsdóttir av Húsabrúgv Stórfingin móttøka í Vágum - Fleiri, sum vóru við til móttøkuna, lótu nøkur orð falla, og eg haldi, at vit høvdu eina stak hugnaliga løtu saman, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna, sum í ár er ársins virki Vilmund Jacobsen Fríggjadagin skipaði alifyri­ tøkan Luna fyri stórfingnari móttøku á Airport Hotelli­ num í Sørvági, nú fyritøkan á vinnudegnum næst seinasta fríggjadag varð kosin ársins virki. Atli Gregersen, stjóri í Luna, sigur, at í minsta lagi 250 fólk vóru til móttøkuna, sum hann heldur eydnaðist stak væl. – Jú, vit eru sera fegin um, at so mong møttu og vildu hátíðarhalda hesa løtu og hetta høvi saman vit okkum. Her vóru starvsfólk, vinnu­ lívsfólk, umboð fyri fakfeløg, politikarar, og her vóru mangir vinir og kenningar hjá okkum sum standa aftan fyri fyritøkuna og hjá starvs­ fólki, sum arbeiða hjá okkum. Luna hevði lagt eina skrá fyri móttøkuna, har nógvar røður vórðu hildnar, og eitt nú hevði fyritøkan heitt á Tórbjørn Jacobsen, fyrrver­ andi løgtings-og landsstýris­ mann, um at siga nøkur orð. – Fleiri, sum vóru við til móttøkuna, lótu nøkur orð falla, og eg haldi, at vit høvdu eina stak hugnaliga løtu saman. Atli Gregersen, stjóri, sig­ ur, at felagið eisini hevur gjørt ein film, sum varð víst­ ur við høvi, her var skemt, sangur og eisini var ein løta við føroyskum dansi. Myndamaðurin í Miðla­ húsinum var við til mót­ tøkuna, og í blaðnum í dag prenta vit nakrar myndir. Oddfríður Gregersen, pápi Atla og Páll Gregersen Páll Gregersen tekur í hondina á gestum Atli Gregersen heldur røðu Myndir: Álvur Haraldsen