mánadagur 8. oktober 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú vit eru flutt av Grønlandsvegnum oman í miðbýin, gleðir
tað okkum at bjóða viðskifta fólki, starvsfeløgum, vinum og
kenningum til eina hugnaløtu í nýggju skrivstovuhølum okkara.
Á skránni er:
· Brellbitar og klassiskur tónleikur
· Stuttfyrilestrar við fólkalívsfrøðingi og sálarfrøðingi
· Sangframførsla
Móttøkan verður fríggjadagin 12. oktober 2012, frá kl. 15:00
– 17:00 í Niels Finsensgøtu 8, 3. og 4. hædd. Framførslurnar
byrja kl. 15:30.
Leiðsla og starvsfólk
Móttøka
Randi Jacobsen
Hóttarnir frá ES um revsi
tiltøk móti góvu leiðsluni í
Varðin Pelagic á Tvøroyri út
byggingarætlanir.
Verða tiltøkini sett í verk,
kann fyritøkan ikki líta á at
kunna hava goymslu í øðrum
londum.
– Tað er ov seint at fara
at byggja goymslu, tá ið til
tøkini eru sett í verk, sigur
Bogi Jacobsen, stjóri í Varðin
Pelagic, sum tí hevur søkt
kommuna um byggiloyvi.
Kommunan hevur tikið
upp spurningin, um tað ikki
hevði verið skilabetri at
fylt meira út framman fyri
Gamla Kongliga Handlinum
og hjá T. F. Thomsen.
Henda ætlan skurraði í
oyrunum á tveimum borg
arum á Tvøroyri, og teir sendu
tí Fornminnissavninum við
avriti til Innlendismálaráðið
og Umhvørvisstovuna eina
fráboðan.
Kristian Holbæk Kristen
sen og Brandur Enni skrivaðu
í brævinum, at teir bara
høvdu frætt um ætlanina,
sum teir mettu fór at gera
óbótaligan skaða á friðaða
økið og fer fullkomiliga at
oyðileggja býarmyndina sum
heild.
Fornminnissavnið
bar skjótt at
Teir heittu í brævinum á
fornminnissavni
um
at
heita á kommununa um at
steðga arbeiðinum við út
fyllingini, til tekningar og
byggiætlanir
hava
verið
umrøddur og góðkendar av
Føroya Fornminnissavni og
øðrum byggi- og býarskip
anarmyndugleika.
Fornminnissavnið legðist
ikki á boðini, og í seinastu
viku fór bræv til Tvøroyrar
kommunu.
– Ein útfylling framman
fyri bygningarnar fer at
broyta munandi um um
hvørvið og sostatt eisini
virðið av friðingini. Forn
minnissavnið metir seg tí
at hava áhugamál at røkja
í sambandi við eina tílíka
ætlan, skrivar savnið, sum
biðjur kommununa um nærri
upplýsingar.
– Samstundis vilja vit
biðja kommununa steðga
við útfyllingini av havna
bassenginum og at bíða við
at taka avgerð um víðari
uppfyllingar, til Fornminnis
myndugleikarnir hava havt
høvi at viðgera málið.
Kristin Michelsen, borg
arstjóri á Tvøroyri sigur,
at málið liggur í vinnu- og
havnanevndini. Málið er so
mikið nýtt, at eingin viðgerð
hevur verið enn.
Sjálvur dugir hann ikki,
at meira útfylling fær nakra
ávirkan á friðaðu pakkhúsini.
– Men sjálvandi hava
borgarar rætt til at gera vart
við seg, og sjálvandi virða
vit fornminnismyndugleik-
arnar. Hinvegin mugu vit
hava í huga, hvussu stóran
týdning virkið hevur ikki bara
fyri Tvøroyrar kommunu
men fyri alla oynna, sigur
Kristin Michelsen.
Tað hevur ikki eydnast
í dag at fáa viðmerking frá
Føroya Fornminnissavni.
Útfyllingin steðgað fyribils
Fornminnissavnið hevur biðið Tvøroyrar kommunu um at steðga við útfyllingini av havnabassenginum,
til kannað er, hvørja ávirkan útfyllingin kann fáa fyri friðaðu bygningarnar
Randi Jacobsen
Á
Tvøroyri
eru
nakrar
kvinnur farnar at umhugsa
at gera ein kvinnulista til
býráðið, og ein teirra er
Marjun Olsen, sum umboð
aði Sambandsflokkin í bý
ráðnum frá 2004 til 2008.
Leygardagin høvdu Val
kyrjurnar á Tvøroyri ein
fund, har løgd varð fram
ein
kanning
av
kvinnu
ligari umboðan í komm
unupolitikki
ávikavist
á
Tvøroyri og í Vestmanna.
Tá var tað, at Marjun
Olsen reisti spurningin, um
nú ikki var rætta listan at
gera ein kvinnulista.
- Tað situr bara ein kvinna
í býráðnum, og tað er ov lítið.
Kvinnur og menn hugsa ikki
eins, og neyðugt er at fáa
fleiri kvinnur í býráðið at
røra í pottinum, sigur Marjun
Olsen.
Hon veit, at flestu flokkara
hava ilt við at fáa fólk á
listan, men tað kundi hent,
at kvinnur heldur vilja stilla
upp á einum partapolitiskum
kvinnulista.
- Annars haldi eg, at á
bygd er ikki rætt við parta
politiskari
uppstilling.
Kommunalpolitikkur
snýr
seg ikki um partapolitikk,
sigur Marhun Olsen.
Fyrireika
kvinnulista
á Tvøroyri
Tað er ov litið við bara einari kvinnu í
býráðnum, sigur Marjun Olsen, sum áður
hevur verið býráðslimur á Tvøroyri