mánadagur 8. oktober 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Eg veit ikki, hvat gekk
galið.
Tað sigur Poul Michelsen,
formaður í Framsókn, eftir at
annar tinglimurin hjá flokk
inum, Janus Rein, boðaði frá
seinnapartin
leygardagin,
at hann hevur tikið seg úr
flokkinum, tí samstarvið við
formannin er ov vánaligt.
Hetta hevur Poul Michel
sen sjálvur ongan varhuga
hevur havt av.
- Hetta kemur fullkomiliga
óvart á meg. Tað kemur sum
snarljós
av
fagurblaum
himli.
Hann sigur, at flokkurin
hevði fund leygarmorgunin
og tað var ikki fyrrenn tá, at
eg visti, at Janus Rein hevði
trupulleikar.
Men hann ásannar, at
hetta kemur ræðuliga illa við,
sum hann málber seg.
- Flokkurin er lítil og hetta
var eitt dygt bakkast og tað
eri eg keddur av.
- Framsókn er ein nýggjur
flokkur og tað hevur verið
krevjandi at fáa fótafesti og
at skipa flokkin.
- Kanska hevur tað verið
ov mikið fyri Janus Rein, eg
veit ikki. Men tað eru so ikki
størri byrðar lagdar á
hann
enn á nakran annan, sigur
floksformaðurin.
- Tað krevur eitt øgiligt ar
beiðið, at fáa ein nýggja flokk
á føtur og ein møguleiki er
kanska, at Janus Rein hevur
undirmett støðuna.
Veit ikki
Poul Michelsen veit ikki um
hann hevur verið ov ráaríkur
í flokkinum.
Hann vísir á, at hann er
leiðari í eini stórari fyritøku
og at hann er vanur at ar
beiða við fólki.
- Men tað er ongin ivi um,
at har eg eri leiðari, har leiði
eg, leggur hann afturat.
- Kanska havi eg ikki dug
að tað nóg væl, men havi
altíð leitt flokkin á einum
hugsjónarligum grundarlag
og ikki einum persónligum.
- Hinvegin útihýsi eg ikki,
at
hansara
leiðsluháttur
kann vera ein trupuleiki.
Kortini
havi
eg
ikki
hildið
meg
havt
nakrar
trupulleikar við tey, sum
manna flokkin. Men er tað
mín skyld, at Janus Rein er
farin úr Framsókn, so kunnu
vit ikki annað enn taka tað
til eftirtektar og so havi eg
kanska ikki frægari uppi
borið.
Hann sigur, at sjálvandi
hevur hansara leiðslustílur
verið til umrøðu í flokkinum,
sum hann sigur, men hann
heldur ikki, at tað er nakað
óvanligt í hesum, tí tað er
væl so í øllum flokkum.
Men at tað skuldi enda
soleiðis, kemur púra óvart á
hann.
- Hugsjónarliga havi ikki
á nakran hátt havt varhugan
av, at nakar trupulleiki hevur
verið.
- Men eftir øllum at døma
hevur Janus Rein okkurt í
móti mær og tað harmist eg
um.
Hinvegin staðfestir Poul
Michelsen hann eisini, at eru
flokslimirnir óngød við hann
sum formann, hevði hann
ikki lagt eitt holmstrá í vegin
fyri, at nýggjur formaður
varð valdur.
- Eg eri 68 ára gamalur
og eg eri fullgreiður yvir, at
tað verði ikki eg, sum komi
at bera flokkin framyvir, so
vildu tey havt nýggjan for
mann, hevði eg ikki lagt meg
í vegin fyri tí á nakran hátt,
sigur Poul Michelsen.
- Eg vildi verið akkurát
líka berandi fyri flokkin fyri
tað, leggur hann afturat.
Hinvegin heldur hann
kortini, at tað vildi verið
skeivt at skift formann bara
eitt gott ár eftir, at flokkurin
var stovnaður.
- Men fyri tey gott 1900
fólkini,
sum
valdu
eina
nýggja leið í føroyskum p
olitikki, er tað synd, at hetta
skuldi enda, leggur hann aft
urat.
Áki Bertholdsen
- Vit eru sinnað at stríðast
víðari.
Tað sigur Poul Michelsen,
formaður í Framsókn.
Leygardagin boðaði ann
ar av løgtingslimunum hjá
flokkinum, Janus Rein, frá,
at hann tekur seg úr Fram
sókn.
Poul Michelsen, floksfor
maður, sigur, at hann varð
fullkomiliga tikin á bóli, tí
hetta kom sum snarljós av
bláum himli.
Men í gjár hevði flokkurin
fund um uppstillingina til
býráðsvalið og tá varð støðan
í flokkinum umrødd.
Poul Michelen segði ann
ars um vikuskiftið, at fram
tíðin hjá flokkinum stóð upp
á spæl, tí hon var treytað av,
at tey, sum myndaðu flokkin,
ikki fullu í fátt av hesum,
men vórðu sinnað at stríðast
víðari.
- Tað er skilligt, at tá ið ein
flokkur sum vit, verða tikin
á bóli av slíkum, sum kemur
fullkomiliga óvæntað, kemur
tað serstakliga illa við og tað
kann vera ringt at fóta sær
aftur.
- Øll mugu vera greið yvir,
at eg eri 68 ára gamalur og
eg fari ikki at renna longri
við stafettini, eru tað ikki
onnur, sum hava áhugað at
halda fram, tí framtíðin hjá
flokkinum liggur sjálvandi í
hondunum á teimum yngru
ættarliðunum, sigur hann.
Tí sá hann fyri sær, at
hann, sum stovnaði flokkin,
eisini skuldi verða við til at
jarða hann bara eitt árs gaml
an.
Men so verður ikki!
- Á fundinum í gjár var
staðfestu vit, at Janus Rein
er farin úr flokkinum og tað
ikki er nakað, vit kunnu gera
nakað við, sigur Poul Mich
elsen.
Hann sigur, at fólk taka
framvegis fult undir við hesi
nýskapandi politisku verk
ætlanini, sum Framsókn er.
- Vit eru øll eldhugað og
sinnað halda fram við stríð
num og tí, vit hava sett í verk
og at arbeiða víðari við tí, vit
hava eftir, sigur Poul Mich
elsen.
Hann sigur, at nógv hava
offrað nógv, bæði tíð og
pengar, upp á hesa verkætl
anina at eydnast og at tey
ikki eru sinnað at gevast nú,
men at halda á.
FRAMSÓKN Vit
eru øll sinnað at
stríðast víðari,
hóast vit hava
mist annan
tinglimin, sigur
formaðurin í
Framsókn, Poul
Michelsen
Vit halda fram við stríðnum
Janus Rein umboðar ikki
longur Framsókn í Løg
tinginum.
Tað boðaði hann sjálv
ur frá í tíðindaskrivi leyg
ardagin.
Hann sigur, at hann nú
er uttanflokkatingmaður,
og so leggur hann aftrat:
- Eg havi stóra virðing
fyri arbeiðinum, ið for
maðurin og onnur góð
fólk hava lagt í verkætl
anina Framsókn. Kortini
má eg staðfesta, at sam
starvið millum meg og
formannin í longri tíð, síð
ani løgtingsarbeiðið byrj
aði, als ikki hevur verið
nøktandi.
- Hetta er orsøkin til, at
eg havi valt at melda meg
úr flokkinum.
Sum uttanflokkating
maður ætlar Janus Rein
at taka støðu frá máli til
mál.
Fyribils hevur hann
ongar ítøkiligar ætlanir
um at skifta í annan
flokk.
- Eg ætli mær framvegis
at vera trúfastur móti
teimum málum, sum mín
ir veljarar valdu meg á
Føroya Løgting at virka
fyri.
Hann sigur, at áhugin
fyri politikki er stórur, og
at hann hevur havi fleiri
politisk mál, sum hann fer
at stríðast fyri tað, ið eftir
er av valskeiðinum.
Framsókn fekk tvey
umboð, tá ið flokkurin
fyri fyrstu ferð bjóðaði seg
fram á løgtingsvalinum
29. oktober 2011. Tey vóru
Janus Rein og floksfor
maðurin Poul Michelsen
og tilsamans fekk flokk
urin 1933 atkvøður.
Janus Rein sigur, at
hann hevur ikki fleiri við
merkingar til málið.
- Talan er sum so ikki
um ósemju um nakað ávíst
mál, men ein staðfesting
av, at vit báðir, sum vit
einaferð eru settir saman,
ikki klára at samstarva
nóg væl.
- Tá er ikki nógv annað
at gera enn at fara hvør til
sítt, sigur hann í stuttari
viðmerking.
Janus Rein farin
úr Framsókn
Poul veit ikki hvat gekk galið
Áki Bertholdsen
Ein orsøk til, at Framsókn
fór í tvíningar, var eftir
øllum at døma tann, at
Janus Rein vildi ikki stilla
upp til býráðvalið í Havn.
Tað sigur Poul Mich
elsen, formaður í Fram
sókn.
Hann
sigur,
at
nú
Framsókn hevur brynjað
seg til kommunuvalið, er
ætlanin, at flokkurin skal
stilla upp til býráðsvalið í
Havn og helst aðrastaðni
við.
- Men flokkurin hevur
verið samdur um, at listin
til býráðið skuldi vera so
væl gróðursettur í flokk
inum sum gjørligt, sigur
formaðurin.
Í hesum liggur, at Janus
Rein, og onnur, sum hava
verið við at stovna flokkin,
skuldi vera á listanum til
býráðsvalið í Havn.
Tað játtaði Janus Rein
eisini og tískil hevur tað
eisini ligið í kortunum, at
hann skuldi stilla upp.
- Listin varð liðugur
og bæði Janus Rein og
hini valevnini hava verið
til myndatøku í samband
við, at listin skuldi lýsast,
sigur Poul Michelsen.
- Men í evstu løtu,
beint áðrenn listin skuldi
almannakunngerast, boð
aði Janus Rein frá, at hann
kortini ikki vildi ikki stilla
upp til býráðið.
Poul Michelsen sigur,
at hetta hevur verið ein
ósemja í flokkinum.
- Uppstillingin til bý
ráðsvalið hevur eftir øll
um at døma verið ein
orsøk til, at hann fór úr
flokkinum, leggur hann
afturat.
Poul Michelsen sigur,
at sjálvur var hann ikki á
listanum til býráðsvalið.
Tað er partvís tí, at
hann er komin væl til
árs, hann er 68 ár, og har
afturat hevur hann ver
ið býráðslimur og borg
arstjóri eitt langt skeið
frammanundan.
Broytti meining
í evstu løtu
Framsókn Janus Rein
skuldi stilla upp til býráðs
valið í Havn, men tók seg
av listanum í evstu løtu
Framsókn Tað kemur púra óvart á Poul Michelsen, formann í Framsókn,
at tann eini tingmaðurin hjá flokkinum fór úr flokkinum leygardagin