mánadagur 8. oktober 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í 1975, á 75-ára føðingardegi
høvundans,
komu
fimm
av skaldsøgunum út í før
oyskari týðing: »Blæsende
gry« við heitinum »Degn
ingsvindar« (Chr. Matras
týddi), »Noatun« við heitin
um »Nóatún« (Áshild Olsen
týddi), »Den sorte gryde«
við heitinum »Í sortanum«
(Bjarni
Niclasen
týddi),
»De fortabte spillemænd«
við
heitinum
«Glataðu
spælimenninir«
(Heðin
Brú týddi) og »Moder Syv
stjerne« við heitinum »Móð
ir sjeystjørna« (Heðin Brú
týddi). Árið eftir komu í
føroyskari týðing skald
søgan »Tornið á heimsins
enda« (Hans Thomsen týddi)
og savn av úrvaldum søgum
»Himinin
brosar«
(Chr.
Matras týddi)
Árni Dahl
»Hvør
man
sannorðaður
duga at siga frá tí bletti á
jørðini, har hann er føddur
og uppvaksin? Havnin man
ikki skara framúr til vakur
leika uttan, ikki man hon
liggja fyri á nakran sjáld
saman hátt ella rósa sær av
at útinna tað, ið óvanligt er.
Hon er bert eitt lítið manna
býli millum fjals og fjøru.
Men henda bygdin er ikki bert
høvuðsstaður í lítlum oyggja
landi; hon er sanniliga eisini
miðdepilin í øllum heiminum!
Her var tað, at sól og máni
vístu seg á fyrsta sinni, her er
staðurin, har nátt og dagur
vórðu til, her valdar enn hitt
suðandi frummyrkrið, haðani
allir lutir komu og spruttu í
fagran blóma. Úr takglugga í
hini gomlu Havnini komst tú
á fyrsta sinni á eygnatal við
Sjeystjørnuna og kendi ævin
leikans koss á enni tínum«.
Soleiðis byrjar William
Heinesen lýsing av heimbýi
sínum, har hann varð borin
í heim ár 1900.
Tað var í 1921, at William
Heinesen — 20 ára gam
al — steig fram sum yrkj
ari við savninum »Arkt
iske elegier og andre digte«.
Bundni skaldskapur hansara
fellur
náttúrliga
í
tveir
høvuðspartar:
Tey
fimm
søvnini, ið komu út undan
seinna heimsbardaga, rúma
í høvuðsheitum hátónandi
náttúruskaldskap;
grasið
grønkar, tú hoyrir havsins
andalag,
stjørnurnar
eru
vinir tínir og onkustaðni un
dir veldigum himmalhválvi
stendur hin veiki skapning
urin, menniskjað, og má við
ganga:
»En stund er vort liv ved
havets bred,
havets liv varer evigt ved!«
Tá ið tey bæði seinnu søvnini
komu, »Hymne og harmsang«
(1961) og »Panorama med
regnbue« (1972), var tað stóra
ragnarrokið,
heimskríggið,
lagt aftur um bak, og yrkj
arin búnaður til eina sam
felagsliga støðutakan móti
kúging og kríggi.
Skaldsøgurnar
í 30-árunum
Fyrstu skaldsøgu sína, »Blæs
ende gry« læt William Heine
sen úr hondum í 1934, flest
allir bókametarar vóru á ein
um máli um, at í hesum rit
høvunda búðu evni til stóran
skaldsøguskrivara.
Við aðru skaldsøgu síni
»Noatun«, 1938, sló William
navn sítt fast millum fremstu
skaldsøguhøvundar, ið skriva
á donskum.
Í hesi skaldsøgu viðger
hann fíggjarligu trongtíð
irnar fyrst í 1930-árunum,
tá keypmenn fara av knór
anum og verkafólk nóg illa
fáa matartuggu at leggja í
munnin. Hóast mangar dapr
ar løtur, so er henda frásøgnin
um niðursetufólkini í Deyða
mansdali bæði ljós og lívs
játtandi. Herjað av hungri
og
illgruna,
víðgongdum
átrúnaðarvirki og øðrum
mótburði ivast tey frægastu
av niðursetufólkunum á hes
um trølsliga plássi ongantíð
um, at lívið hóast alt er vert
at liva. Tey sigra eisini um
síður.
Í sortanum
Í »Den sorte gryde«, 1948, tek
ur høvundurin til viðgerðar
hesa avlagaðu tíðina undir
seinna
heimsbardaga,
tá
viðurskifti broytast so koll
veltandi. Tú hittir her penga
grísku reiðararnar, sum inni
á flógvari skrivstovu kunnu
fegnast um gullstreymin,
ið floymir niður í teirra
lumma, meðan fiskimaðurin
vágar lívið á skipsdekki í
minulagdum vandasjógvi; tú
hittir eisini í hesum sjóðandi
potti flogsutar ungmoyggjar,
sleiskar blaðstjórar, drykkju
menn og hálvørar prædiku
menn. Bókin er eitt hvast
álop á tey fólk, sum nýta
hurluvasan, sum av krígnum
stendst, til at skúma róman,
sum í skinni eru gudiligast og
best, men í sinni kraddarar
og gudloysingar.
Frá 50-árunum
og fram
Í teim trimum skaldsøgunum:
»De fortabte spillemænd«,
1950, »Moder Syvstjerne«,
1952 og »Tårnet ved verdens
ende«, 1976, tekur høvundurin
tilfar úr heimbýi sínum, sum
hann minnist sum barn.
Heilt
burturúr
líkist
søguliga skaldsøgan »Det
gode háb«, 1964. Hon er ein
roynd at lýsa daprastu tíð í
Føroya søgu, hina sonevndu
Gablatíðina. Hendingarnar
fara fram um miðja 17. øld og
byggja fyri ein stóran part
á veruligar hendingar, sum
eru til skjals í tingbókum
okkara. Høvuðspersónurin
Peder Børresen er avmynd
aður eftir danska prestinum
Lucas Ddebes, ið var prestur í
Suðurstreymoy 1652 — 1675.
Sum siðsøgulig lýsing er
»Det gode håb« valaverk —
viðmerkjast skal, at høvund
urin við vilja letur bókina
í fornan danskan málbúna
— men hon er meir enn um
hvørvislýsing. Hon er eitt lívs
játtandi lovkvæði til frælsið
og til stríðsmannin, sum
hóast fúlastu útspilling og
lokabrøgd ikki bukkar undir,
men førir frælsishugsjónir
sínar til sigurs.
William Heinesen
uppafturprentaður
Dregur um Kattarhellu,
Vælferðastein og Áarsker.
Kvirt og stilt er í Krabbahyli.
Hornhylur, Geilarhylur og Reyðhylur
halda saman hendur,
og minnast mann í sínum bestu árum-
heilt aftur til
hann á sínum smáu táum
kom av trappusteini
hjá Gutta út í tún
og gekk fram við
steinsettan húsavegg
uttan at gera steðg.
Á sínum tøttlingum
fór hann oman í Tún -
oman í Støðna
at halda um bátaborð –
har bátur stóð
í lunnbót,
í lynning tryggur.
Tók lunn úr neysti
og sigldi við honum
í Krabbahyli eins og dreingir flestu,
sum fingu sær eitt gott festi-
eina hugmynd av
havgyrdum strondum
í fremmandum londum –
har vart tú dyggur.
Her var tín barnaverð –
her vart tú á ferð
í lítlum hyli
til Íslands og Grønlands strendur
og onnur høv
á Guds grønu jørð.
Hesin lítli hylur
var ein ímynd av tí stóra havi,
sum festi seg í sinnið,
tú goymdi við hjartarót inni,
altnar dagar tínar
sum ljómur úr eini pastorale -
úr Reyðurð norðast frá
til Rinkusteinar
og Høvdan innast við Oyndarfjørð.
Hetta var tín havsins vøgga...
Uppi undir Krofpnasteini,
legði tú land undir teg
og festi búgv,
saman við Aðalbjørg,
sum bleiv unnusta tín
og títt brúðarlín.
Livdu tit saman
í hjúnalagi
við børnum, ommu- og abbabørnum-
langommu- og langabbabørnum
lagsbrøðrum, vinfólki og familju-
í lívsins løtum
á lívsins gøtum -
í mongum løgum
frá hesum døgum.
Mikkjal í Tarti segði:
Tú verður borin inn í ta tíðina, sum er.
Hetta var tykkara ferð
í hesi afturundirgerð
í hesi verð.
Frits
Nøvn
Sigurd Joensen
Sigurd hjá Gutta
skyldmanninum
til minnis
Varð borin út mánadagin 1. okt 2012