Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðargrein Uni Arge Tann nationalistiski nevndarlimurin Jørn Astrup Hansen sigur nógv við skili í, men hann hevur grundleggjandi sum missión at fremja áhugamálini hjá danska statinum og bankunum í Føroyum. Støðugt gevur hann fólki fatan av, at Føroyar eru ein týdningarleysur danskur landslutur, sum ikki skal byggja upp egnar landsfunktiónir. Í løtuni situr hann í Eik og vil gera av við Landsbanka Føroya, fólksins einastu vernd mótvegis misnýtslu av fænum í landskassanum og Samhaldsfasta F yrr í tíðini vórðu fólk kall­að imper­ial­ist­ar og kolonial­ ist­ar, um tey komu til eitt hjá­land at verja grund­l­eggjandi skip­anirnar hjá hjálanda­veldinum, t.d. á fíggjarliga økinum. Hetta er kanska nakað langt at fara, tá tað snýr seg um Jørn Astrup Hansen, nevndarlim hjá danska statinum í Eik Banka, men hann líkist meira og meira einum imperialistiskum oddvita, tá hann á niðrandi hátt fremur síni álop á Landsbanka Før­ oya og kallar fólksins banka dump­ aðan. Fólk hava ofta stutt minni, men so stutt er okkara minni ikki, at vit ikki minnast, at Jørn Astrup Hansen var maðurin, sum sat undir liðini á Henning Kruse Pedersen, nevnd­ arformanni í Finansiel Stabili­tet, tá hesin maðurin á tíðindafundi í Eik í 2010 avdúkaði, hann kundi broyta karakter, um føroyskir politikarar ikki fóru í lumman á føroyingum eftir pengum at lofta Eik, so teir báðir kundu sleppa til Danmarkar aftur og har fáa feita samsýning fyri væl avgreitt arbeiði. Hesin revolvarataktikkurin mót­ veg­is landskassanum eydnaðist tí­ betur ikki, tí í Landsbanka Føroya sótu fólk, sum høvdu lært av banka­ kreppuni í 1992, tá staturin turkaði tapini hjá Den Danske Bank upp í skjúrtu­faldin hjá landsstýrinum. Lands­banki Føroya legði seg ímill­ um aktiónina hjá Jørn Astrup Han­ sen og Henning Kruse Pedersen og mælti frá, at føroyskir politikarar nurtu Eik Banka. Finansiel Stabili­ tet var sjálvt komið malandi higar eftir boðum frá tí kroniskt ov seina Fíggjareftirlitinum og kundi sjálvt rudda upp í Eik. Er tað nakað, sum Jørn Astrup Han­sen tolir illa, so er tað ikki at fáa sín vilja. Tíðindafundurin í Eik í november 2010 var eitt merkiligt fyribrigdi. Har sat fyrrverandi for­ stjórin í Føroya Banka, sum átti at vitað alt um, at umboðar tú statin í Føroyum eftir 1992, so hóttir tú ikki føroyingar, tí annars kemur eldur í. Álvarsliga galið var við metingar­ evnum hansara hendan dagin. Jørn Astrup læt Henning Kruse Peder­sen avdúka seg sjálvan sum ein Dr. Jekyll and Mr. Hyde, ið kundi broyta persón­mensku, um staturin ikki fekk sín vilja. Kruse segði: "Vi opfører os pænt. Det håber jeg, I kan få fornemmelsen af til denne her sammenkomst. Men vi gør det kun kortperiodigt. Det er sådan, at hvis vi ikke får vores vilje, hvis vi ikke kan få gennemført et salg, så begynder vi at skifte karakter. Og så ændrer vi adfærd. Og det er ikke, fordi vi har lyst til at ændre adfærd, men det er fordi vi er forpligtet til at ændre adfærd. Så Finansiel Stabili­tet er ikke, med en meget tyk streg under ikke, hverken en god ejer på langt sigt eller en rigtig ejer på langt sigt eller en mulig ejer på langt sigt." So mong vóru hóttanarorðini, og onki er at siga til, at føroyskir politik­arar mundu dottið av stól­ inum. Men tað gjørdu tey ikki í Landsbanka Føroya. Tey hugs­aðu um landsins besta og skatt­gjald­ arans pening. Hvørki Henning Kruse Pedersen ella Jørn Astrup Hansen høvdu hepni við at turka Eik Banka upp í landsstýrið, tí vit í Føroyum høvdu ein dugnaligan vitanarstovn, sum dugdi at gjøgnum­skoða teirra bluff. Hetta hevur Jørn Astrup Hansen verið í øðini um síðan, tí hann endaði við at sita eftir í Eik sum nevndarlimur fyri statin. Bad luck, brother! Tá hann nú mælir til at niðurleggja Landsbankan og kallar hann dump­ aðan í Eik-málinum, so er veruleikin beint tann øvugti. Landsbankin var landsstovnur føroyinga, sum røkti fólksins áhugamál, tá Jørn Astrup Hansen vegna danska statin vildi smyrja Eik Banka upp í føroysku skattgjaldararnar. Landsbanki Før­ oya eigur tí at verða varðveittur og styrktur, so hann framhaldandi kann verja fólksins áhugamál ímóti m.a. donskum nevndarlimum í Eik, ið vilja hava fría atgongd til fæið í landskassanum og Samhaldsfata. Her situr Jørn Astrup Hansen undir liðini á Henning Kruse Pedersen, nevndarformanni í Finansiel Stabilitet, á tíðindafundi í Eik í november 2010 og vil tvinga landsstýrið til at bjarga Eik Banka. Landsbanki Føroya legði seg ímillum ætlanina hjá danska statinum og forðaði fyri, at landskassans pengar vórðu nýttir at lofta Eik Revolvarataktikkurin mótvegis landskassanum eydnaðist tíbetur ikki, tí í Landsbanka Føroya sótu fólk, sum høvdu lært av bankakreppuni í 1992