Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Leygardagin var fyrsta borð­ tenniskappingin hetta hálvárið, og var hetta somuleiðis byrj­ unar­skotið til eitt nýtt kapp­ ingarár. Hetta var ein sokallað grand prix-kapping, og var hetta fyrsta av seks slíkum í ár. Í fremsta bólkinum var tað ver­andi føroyameistarin, Fróði F. Jensen, sum vísti seg at fram­vegis vera sterkasti leik­arin. Á øðrum plássi kom 15-faldaði føroyameistarin, Peter H. Niclasen. Luttakaratalið hesaferð var 23, og er hetta merkisvert lítið í mun til fyri fáum árum síð­ani, tá ið luttakaratalið var omanfyri 100. Hetta er ein gongd, sum borðtennis er farið ígjøgnum serliga vegna vána­ligar umstøður, men eru fyriskipararnir framvegis bjart­ skygdir og vænta at verandi luttakaratal hækkast nakað sum kappingarárið líður. Næsta GP-kapping verður í Trongisvági um tríggjar vikur. albinus@sosialurin.fo Borðtennis Eysturskúlin í Havn var um vikuskiftið karmur um fyrstu borðtenniskappingina hetta kappingarárið Borðtennis aftur í gongd Bólkur A: Nr. 1 Fróði F. Jensen . . . . . . . . . . . . . TÓR Nr. 2 Peter Niclasen . . . . . . . . . . . . . TÓR Nr. 3 Hallur Thorsteinsson . . . . . . . . TÓR Nr. 4 Pætur Albinus . . . . . . . . . . . . . TÓR Nr. 5 Eyðun Ellendersen . . . . . . . . . . TÓR Nr. 6 Hanus Sørensen . . . . . . . . . . . . TÓR Bólkur B: Nr. 1 Knútur Jóanesarson . . . . . . . . . TÓR Nr. 2 Magnus H. Jacobsen . . . . . . . . TÓR Nr. 3 Sveinur Nolsøe . . . . . . . . . . . . . TÓR Nr. 4 Anna Mikkjalsdóttir . . . . . . . . . TBF Nr. 5 Durita F. Jensen . . . . . . . . . . . . TÓR Nr. 6 Ingi Gásadal . . . . . . . . . . . . . . . TÓR Bólkur C: Nr. 1 Andrias Petersen . . . . . . . . . . . TÓR Nr. 2 Sveinur Lava Olsen . . . . . . . . . TÓR Nr. 3 Leon Rasmussen . . . . . . . . . . . TÓR Nr. 4 Niels Johnsson Petersen . . . . . TÓR Nr. 5 Andras Klein . . . . . . . . . . . . . . . TÓR Nr. 6 Jóhanna Stórhamar . . . . . . . . . TBF Bólkur D: Nr. 1 Hovgrímur G. Magnussen . . . . TÓR Nr. 2 Vernar Olsen . . . . . . . . . . . . . . . TÓR Nr. 3 Óðin Ellefsen . . . . . . . . . . . . . . TÓR Nr. 4 Rógvi Ziskasson . . . . . . . . . . . . TÓR Nr. 5 Ári F. Jensen . . . . . . . . . . . . . . . TÓR Heðin Askham verður ikki venj­ari hjá EB/Streymi komandi kapp­ ingarár. Tann avgerðin er endaliga tikið sambært venjaranum sjálv­ um. – Eg havi gjørt upp við meg sjálvan, at eg taki eitt ár frí, sigur meist­aravenjarin. Hann heldur tó fram sum venajri hjá U21 lands­ liðnum, um alt gongur sum ætlað. – Vit hava ikki endaliga undir­ skrivað ein nýggjan sáttmála, men eg haldi báðir partar eru sinnaðir at halda fram undir somu treytum, sigur Heðin. Heðin Askham fekk eisini ein gávu á arsveitsluni, nú hann tekur eitt ár frí frá fótbólti. Tað er ein mynd, sum Álvur Haraldsen tók av Heðini, tá EB/Streymur skoraði í einum dysti í Klaksvík. Myndin av fegna og ikki minst sterka venj­ aranum fór kring alt landið. – Teir høvdu forstørra myndina og koyrt hana í eina gullrammu, sigur ein fegin Heðin Askham. Hann gleðir seg longu at sleppa til fótbóltsdystir komandi ár og ikki skulu hugsa um nakað annað enn at hyggja eftir dystinum. – Eg gleði meg longu nú at sleppa til dyst og kunnu seta meg niður og bara hyggja við neutralum brillum og eygleiða dystin, sigur Heðin Askham at enda. trondur@sosialurin.fo Heðin Askham tekur frí í eitt ár Pætur Albinus Um slakar tríggjar vikur, dagarnar 27. og 28 oktobur, skal føroyska manslandsliðið í hondbólti spæla tveir vinardystir ímóti Luksemburg. Hetta er eitt frálíkt mótstøðulið at fyrireika seg ímóti, og eftir at liðini spældu venjingardystir í fjør í Kollafirði og í Vestmanna, fara føroysku hondbóltsmenninir á vitjan í Luksemburg. Kári Nielsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hesar leikarar til teir báðar dystirnar: Bartal Kamban, Neistin Mikkjal Hansen, Neistin Ári Dam, H71 Tóraldur Kolskerð, H71 Finnur Hansson, Kyndil Høgni Klein Olsen, Kyndil Andrias Sólskerð, Kyndil Tóny Weyhe, KÍF Hans Eli Sigurbjørnson, KÍF Andrias Nielsen, KÍF Ási Dam, KÍF Rúni Joensen, KÍF Rúni Højgaard, H71 Beinur Davidsen, Neistin Joen Pauli Høgnesen, VÍF Andreas Eriksen, VÍF Jóhan á Plógv, Skanderborg HK Tróndur Kragesteen, Holte IF Rókur Akralíð, Holte IF Hondbólts­ landsliðið til Luksemburg Hondbóltur Føroyska manslandsliðið fer í næstum til Luksemburg, har tveir venjingardystir eru á skránni