Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið TB trongt upp í ein krók Fótbóltur Hóast toftamenn síðsta korterið fóru úr sínum góða skinni og orduliga tóku kvørkratak um TB, so eydnaðist tað ikki B68 heilt at fóta sær, men tað restaði bara eitt mál í at útinna setningin, sum frammanundan kendist ómøguligur Jóannes Hansen Tað var torført, men tað var ikki ómøguligt. Tað var hug­burðurin hjá Bill Jacobsen og hansara B68 monnum, tá ið teir í síðstu viku fyrireikaðu seg til finaluna í Trongis­vági. Tá ið Petur Reinert hevði bríkslað fyri síðstu ferð í kalda heystarveðrinum við Stórá, har fótbóltslikindini vóru heilt hampu­ lig, var tað ikki sørt, at tað, sum gekk fyri seg, kendist venda upp og niður. B68 hevði vunnið 4-1 ella størsta sigurin á árinum, og TB hevði tapt 4-1. Kortini vóru tað teir í TB og teirra viðhaldsfólk, sum fegnaðust og hálvfevndust, sum um TB hevði vunnið meistaraheitið. Tað vóru lutfalsliga nógv­ir B68 stuðlar í Suðuroy leyg­ardagin. Teir stuðlaðu sínum liði óført – eisini tá ið tað sá svartast út – og tá ið tofta­ menn eftir óført avrik seinna partin av 2. hálvleiki, høvdu vunnið 4-1, so sá tað út um, at teir høvdu verið fyri stórari flonging, so vónbrotnir kend­ust teir vera. Orsøkin var eyðsýnd, at TB kendist vera á aldu­kambi­num við stórum tapi, og at B68 kendist vera djúpt í aldudalinum við stórum sigri. Úrslitið ber við sær, at TB eisini í 2013 verður partur av bestu deildini, og at B68 skal spæla í næstbestu deildini, har eitt av mótstøðliðunum verður næstbesta TB liðið, sum nú er flutt upp úr 2. deild. Men tað leyp einki av hjá TB, og tað restaði einki í hjá B68 ella rættari næstan einki. Endastøðan sigur, at bæði liðini hava 24 stig. Málmun­urin hjá TB er -20, og mál­ munurin hjá B68 er -20. At tað er B68 og ikki TB, sum nú flytir niður, kemst av, at málmunurin hjá TB er 30-50, meðan málmunurin hjá B68 er 23-43! Tættari fær tað illa verið. Sum slignir á nevið Fyrsta tíman og meiri enn tað var tað einki, sum bendi á, at plássið hjá TB í bestu deildini skuldi koma í vanda. B68 legði bragdliga fyri. Dmi­trije Jankovic, sum seinastu ferðirnar hevði verið í TB álopinum, var hesa ferð í miðverjuni saman við Óla Johannesen. B68 var onkra ferðina framvið, men veteranarnir í TB miðverjuni høvdu tak á tí. Sum 1. hálvleikur leið, fótaði TB sær orduliga, og tað vóru fleiri vandamiklar støð­ur frammanfyri B68 málið, uttan at tað eydnaðíst at skjóta mál. Eitt lítið korter var farið av 2. hálvleiki, tá ið Dmitrije Jankovic stýrdi bóltin í málið aftanfyri sera stinna Hans Jørgensen. 1-0 til TB, og so kendist tað sum um, at síðsti seymurin var negldur í B68 kistuna. So var tað, at toftamenn tveittu alt varni fyri borð. Jann Ingi Petersen umsetti brotsspark til mál, eftir at Christian Høgni Jacobsen varð feldur, og hóast bara tjúgu minuttir vóru eftir, so kendist tað aftur at vera spennandi. TB liðið var ikki álvuligt við støðuna, tað var torført at fáa eyga á felags tilvitan, um besta verjan nú var at leypa á ella ikki, og so smíðaðu toftamenn, meðan jarnið var heitt: Vinstri vongverjin hjá B68, Einar T. Hansen, lyfti úr stórari fjarstøðu sera hegni­sliga bóltin upp um Ivan Stojkovic og í málið, og so restaði B68 trý mál í bjarg­ingina, og eitt stórt korter var eftir. Heimamenninir vóru sum slig­nir á nevið, og fimm min­uttir undan leikloki økti inn­skifti Har­aldur R. Højgaard úr stuttari fjarstøðu um B68 leiðsluna til 3-1. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var mál­skjútti á besta B68 lið­num, og so varð álops­ bogin hjá teimum reyðu spentur í botn. Tá ið stóri pinnur var á veg runt fyri 90. ferð skoraði Einar T. Hansen til 4-1. Tá restaði eitt mál í B68 bjarg­ ingina, og tað ber næstan ikki til at ímynda sær, hvussu intenst og spennandi tað var við Stórá teir tríggjar min­uttirnar, sum dómarin hevði lagt aftrar. B68 vann fyri sættu ferð í ár, og hetta var fyrsta ferðin, at sigurin var so trivaligur sum trý mál. Tofta­ menn vóru fattir, men tað var sjón fyri søgn, at teir vóru ógvu­liga vón­ brotnir, og tað er ikki at undrast á. Í TB leguni var stórur fagnaður. Nú er setningurin hjá aldurs­for­ setanum at brynja seg til nýggja avbjóð­ing í fremstu røð. Hjá B68 snýr tað seg um at finna motivatiónina, sum skal til, um tað fyri triðju ferð í hesum ára túsindi­ num skal eydnast at syrgja fyri, at steðgurin í næstbestu deild­ini bara verður eitt ár. Elevatorurin Síðani túsund ára skiftið eru B68 og TB millum tey feløgini, sum oftast hava ferðast millum tvær tær ovastu deildirnar – niður úr bestu deildini og upp úr næstbestu deildini B68 2012:.....................niður 2007:.....................upp 2006:.....................niður 2005:.....................upp 2004:.....................niður TB 2011:.....................upp 2005:.....................niður 2004:.....................upp 2002:.....................niður 2001:.....................upp Dmitrije Jankovic hevur júst stútað bótin í málið til 1 - 0 Mynd: Turid Vestergaard í Dali Fegnir áskoðarir tuska inn á vøllin Mynd: Turid Vestergaard í Dali Villir jubil av Einherjunum Mynd: TB.fo Effo deildin 27. umfar