mánadagur 8. oktober 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo deildin 27. umfar
Næsta
meistaraheitið
er veruleiki
Fótbóltur Fyri aðru ferð í søguni er EB/Streymur
føroyameistari og fyri aðru ferð var tað Arnbjørn Hansen,
sum átti ein stóran leiklut í avgerandi dystinum
Tróndur Arge – Við Margáir
Gullið skifti ongantíð hendur á
seinasta leikdegnum og tí var
dramatikkurin ikki eins stórur, sum
hann hevur verið okkurt annað
árið. EB/Streymur skoraði upp á tey
røttu tíðspunktini, men skuldi helst
havt avgjørt áðrenn tað bleiv dekan
og spennandi fyri teir veikastu EB/
Streyma sálirnar.
Seinast EB/Streymur fekk gull
heiðursmerki um hálsin í lands
kappingini var í kolandi ódn við
Margáir í 2008. Tá mátti seinasti
dysturin móti HB avblásast. Hesa
ferð vóru umstøðurnar so góðar
sum tær nú eina ferð kunnu.
Arnbjørn skarpari
enn Klæmint
Tað gingu bara nakrir fáir minuttir,
so legði Arnbjørn Hansen EB/
Streym á odda. Hann skræddi seg
leysan frá verjuni og skoraði trygt.
Men eins og í fjórð seinasta umfari
móti KÍ, so misti EB/Streymur
tamarhaldi á dystinum.
NSÍ kundi bæði havt lagt seg á
odda stutt frammanundan og løtu
seinnii. Tað var eisini fult uppiborið,
tá Debes Danielsen miðskeiðis í
fyrra hálvleiki við góðum skoti
javnaði fyri NSÍ.
Klæmint Olsen hevði tveir risa
møguleikar at leggja NSÍ á odda,
men landsliðsframherjin hevur ikki
eins tryggur og fyrr í ár framman
fyri málinum. Tað skulu Sundalags
menn verða ótrúliga glaðir fyri.
Stutt fyri hálvleik er Arnbjørn
aftur upp á spæl. NSÍ málverjin
megnaði ikki at halda bóltinum og
so var framherjin skjótur at leggja
EB/Streym á odda, sjálvt um tað var
alt annað enn uppiborið.
– Vit lata okkum trýsta ov nógv
og eri eitt vet ov bangnir í onkrum
støðum. Teir hava tveir risa møgu
leikar, sum teir so brenna, men vit
skulu verða glaðir fyri at vit vóru á
odda í hálvleikinum. Tað var nokk
ikki uppiborið, men vit hava ein