mánadagur 8. oktober 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
áleypara, ið skorar, ásannar Egil á
Bø.
Eisini Pætur Dam Jacobsen
heldur, at NSÍ var omaná í fyrra
hálvleiki, men at tað er sermerkt
fyri eitt vinnaralið at kunna spæla
illa og verða á odda.
– Eg haldi ikki vit spæla ein
góðan fyrra hálvleik, men eg haldi
tað eyðmerkir eitt vinnara lið, at
teir kunnu spæla illa og framvegis
verða á odda. Vit eru á odda í hálv
leikinum og so skuldu vit bara
koyra tað heim í seinna hálvleiki,
sigur Pætur Dam Jacobsen.
NSÍ vil ikki geva upp
Hóast EB/Streymur bara nakrar
fáar minuttir inn í seinna hálvleik
kemur upp á 3-1 við máli, sum
Pætur Dam Jacobsen skorar, so
heldur spenningurin sær.
Eftir málið blivur tað nakað
opið í verjupartinum hjá NSÍ og
Arnbjørn skuldi helst havt økt um
leiðsluna einar tvær ferðir, emn
antin bjargaði ungi málmaðurin hjá
NSÍ, ella rakti Arnbjørn ikki málið.
Fimm minuttir fyri tíð megnar
innskifti Jens Joensen at minka
um munin fyri NSÍ. Eina løtu
runnu minnini frá 2006 helst fram
fyri onkrum av leikarunum og EB/
Streyma viðhaldsfólkunum.
– Eg hevði nervar seinastu løt
una. Teir hava jú Klæmint har
frammi og hann er vandamikil
áleypari og tú veist aldrin við hon
um. Men vit hava havt eina góða
verju í ár og vit hava trúð upp á teir.
Verjan klára tað eisini fyri okkum í
dag, sigur Hans Pauli Samuelsen.
Fyri Sorin Anghel var tað týdn
ingarmikið, at menn ikki fóru í
panikk.
– Eg var skiftur út, tá NSÍ minkar
um munin til 3-2, men eg segði við
teir á bokinum at vit máttu ikki
fara í panikk, men verða róligir, tí
vit føra framvegis 3-2, sigur Sorin
Anghel.
EB/Streyma liðið velur at leggja
seg longur aftur og á miðvøllinum
verður ikki runnið eins nógv fram
við seinastu løtuna, tí nú skal bara
haldast fast um leiðsluna.
– Eg hugsaði meiri um at vit
máttu lukka, so teir ikki fingu fleiri
mál. So tað var ikki runnið so nógv
framvið seinastu løtuna, staðfestur
Pætur Dam Jacobsen.
Seinasta bríkslið
Lars Muller legði tríggjar minuttir
afturat
og
í
yvirtíðini
hevði
Klæmint eina skot roynd, men Rene
hevði tamarhald á støðuni. Boðini
úr Fuglafirði vóru, at einki mál var
komið, men alíkavæl vóru tey flestu
viðhaldsfólkini úr sundalagnum
heldur spent seinastu løtuna.
Tá dómarin bríkslaði fyri sein
astu
ferð
kundu
viðhaldfólk,
hjálparfólk og leikarar fegnast um
næsta meistaraheitið hjá felagnum
í søguni.
Handanin fór fram frammanfyri
felagshúsið og tað var sjálvsagt
liðskiparin og aldursforsetin á lið
num, Egil á Bø, sum lyfti FM steypið
um høvd sum endaliga prógvið
fyri at EB/Streymur er FM vinnari
2012.
Sosialurin ynskir EB/Streymi
hjartaliga til lukku við gullinum.
trondur@sosialurin.fo
Effo deildin 27. umfar
Tað sigur Egil á Bø, sum ikki
hevur tikið avgerð um hann
spælir fótbólt komandi ár. Egil á
Bø var á forsíðuni hjá Sosialinum
tann 23. oktobur í 2006, har hann
saman við táverandi venjaranum
situr nakað so vónbrotin á
bokinum, eftir at gullið er farið
til havnar.
– Hetta er ein øðrvísi kensla
enn í 2006. Tá høvdu vit ikki
roynt at verið í tí støðuni fyrr
og vit mistu fleiri í seianstu
umførinum. Tað var einki serligt.
Hetta sum hendir í dag kann eg
betri venja meg við, sigur Egil á
Bø.
Miðverjin ásannar, at tað
stóð nógv á í fyrra hálvleiki og
at tað nokk ikki var uppiborið
at heimaliðið var á odda í hálv
leikinum.
– Vit lata okkum trýsta ov
nógv og eri eitt vet ov bangnir
í onkrum støðum. Teir hava
tveir risa møguleikar, sum teir
so brenna, men vit skulu verða
glaðir fyri at vit vóru á odda
í hálvleikinum. Tað var nokk
ikki uppiborið, men vit hava ein
áleypara, ið skorar, sigur Egil á
Bø.
– Vit koma betri frá tí í seinna
hálvleiki, sjálvt um vit aftur laa
okkum trýsta eina løtu, sigur
Egil á Bø víðari.
Aldursforsetin á liðnum hev
ur fyrr roynt seg sum framherja,
men hann hevði ikki hug at
skifta pláss við Arnbjørn, tá
hesin ikki megnaði at økja um
leiðsluna.
– Nei, tað hugsi eg slett ikki,
tí Arnbjørn er ikki ein góður
verjuleikari, sigur Egil flennandi
og heldur fram.
– Arnbjørn kemur altíð til
møguleikar og hann skal eisini
hava lov til at skjóta uppum
við hvørt. Tað eru ikki nógvir
menn, ið hava skotið so nógv
mál yvir so langa tíð. Hann er
ein ótrúligur maður at hava á
liðnum, sigur liðskiparin.
Egil á Bø er eftir hondini bliv
in 38 ára gamal, men hevur ikki
tikið avgerð um hann spælir
komandi ár.
– Vit hava tilvita ikki tosa so
nógv um tað, tí vit hava bara
hugsað um kappingina. Hitt
kunnu vit taka um eina viku ella
tvær, sigur hann.
Egil á Bø ásannar, at ÍF hava
verið sterkir og kundu havt
vunnið um teir komu í gongd
eitt sindur fyrr.
– Vit liggja nummar eitt, so
óuppiborið er tað ikki at vit
vinna FM, men tað var nær við at
ÍF vann. Eg haldi at EB/Streymur
og ÍF eru tey bestu liðini. Serliga
í seinnu hálvu av kappingini
haldi eg at ÍF hava verið sterkir
og komu teir í gongd nakað fyrr,
so vóru tað kanska teir, ið vunnu,
sigur Egil á Bø at enda.
trondur@sosialurin.fo
Øðrvísi kensla
enn í 2006
Soleiðis segði Helgi L. Petersen
eftir dystin við Margáir leygar
dagin. 34 ára gamli umskúlaði
miðverjin hevur seinastu tvey
árini spælt við fullari ferð fyri
NSÍ, eftir ein steðg upp á fýra
ár.
Helgi var útskiftur eitt korter
fyri tíð. Á veg út vendi hann sær
móti áskoðarunum hjá NSÍ og
heilsaði eina seinastu ferð upp
á teir.
– Hetta var tað. Eg heilsaði
áskoðarunum eina seinstu ferð.
Onki klárar at fylgja við longur,
so hetta var Helgi L. Petersen
fótbóltsspælarin, segði Helgi
eftir dystin.
Helgi var ikki nøgdur við at
verða aftanfyri í hálvleikinum.
– Eg haldi at vit vóru betri
í fyrra hálvleiki og vit høvdu
nógvar møguleikar. Eg helt tað
var órættvíst, at teir vóru á odda
í hálvleikinum. Munurn var, at
teir hava ein skarpan Arnbjørn,
sum skorar teimum málini. Men
vit lata trý mál inn í dag og tað
er ikki gott nokk, sigur nú fyrr
verandi NSÍ leikarin.
NSÍ hevur einki at spæla
fyri seinastu umførini, emn tað
leggur Helgi einki í.
– Tað er fínt, at ongin spenn
ingur var um støðuna hjá okkum.
Vit vistu hvat uppgávan hjá
okkum var í ár og ta uppgávuna
kláraðu við so reiðiliga. NSÍ sum
heldur heldur fram og ætlar at
taka eitt stig afturat komandi
ár, sigur Helgi og vísur til at
uppgávan var at yvirliva í bestu
deildini.
– Vit teimum fortreytum
sum vit høvdu, so haldi eg at vit
kunnu fegnast um árið í ár, og
ynskja øllum til lukku, sum hava
vunnið, sigur Helgi at enda.
trondur@sosialurin.fo
Hetta var tað